- Vit hava eina góða skipan

Tað er bara ein maður farin av Hans á Bakka, síðan skipið kom til landið á ólavsøku næst síðsta ár. Hesin skal verða skipari á tænastuskipinum, Martini.

- Vit trívast væl umborð her. Tað er bara ein maður farin av, síðan skipið kom til Føroya á ólavsøku næst síðsta ár. Hesin maðurin fór av, tí hann skal verða skipari á Martini, sum Bakkafrost hevur keypt úr Noregi.

 

Tað sigur Leif Joensen, skipari á Hans á Bakka, við Føroysku Sjómansmissiónina, sum hevur vitjað umborð.

 

Hóast Hans á Bakka er eitt stórt skip, eru teir bara seks mans við. Menninir hava nóg mikið at gera, men tað gongur væl, tí skipið er sera væl riggað, og nógv av útgerðini kann stýrast av brúnni.

 

Leif Joensen sigur, at tvær manningar hoyra til skipið, og menninir eru tríggjar vikur umborð og tríggjar í landi.

 

- Umborð á Hans á Bakka arbeiða vit í seks tímar, og síðan hava vit frí í seks tímar. Tað er ein góð skipan, heldur skiparin.

 

Hans á Bakka varð bygdur sum brunnbátur, sum skuldi sigla við livandi laksi til virkið á Bakka. Síðan er skipið umbygt nakað, so tað nú eisini kann brúkast til avlúsing av laksi við feskum vatni.

 

- Tá Martin og tað nýggjasta skipið, sum Bakkafrost hevur keypt, koma í vinnu, fer Hans á Bakka at sigla burtur av við laksi til nýggja virkið á Bakka, sigur Leif Joensen við Føroysku Sjómansmissiónina.