- Hetta er nokkso langt úti, sigur Poul Michelsen, Vinnu- og uttanríkismálaráðharri við tíðindini fm1.
Sambært honum, eru fleiri royndir gjørdar at fáa íslendingar til samráðingarborðið, áðrenn Hoyvíkssáttmálin gongur út, men teir tykjast meira áhugaðir í, at lata sáttmálan standa til sín fyrimun.
- Tá ið man veit, at íslendingar fáa munandi meira burturúr Hoyvíkssáttmálanum – tað skal sjálvandi vera teimum væl unt, tí teir duga betri enn vit – so staðfesti eg bara tað, at vit nú í hvussu er ikki mugu bakka afturáaftur í sambandi við fiskivinnunýskipanina, sigur hann.
- Eg havi bjóðað íslendska uttanríkisráðharranum til fund at hyggja upp á Hoyvíkssáttmálan, men teir lata ikki við seg koma, og siga seg ikki hava nakran skund. Gjøgnum íslendskar miðlar skilji eg, at teir bíða eftir, at ein nýggj samgonga tekur við, og tað haldi eg vera grova provokatión, sigur Poul Michelsen.
- Tað er tí, at eg eri somikið hvassur í mínum atfinningum. Eg haldi tað líkjast ongum, at bæði hollendska og íslendska stjórnin leggja seg so tungt á tey rættindi, sum vit hava sagt upp – í grundini fyri 17 árum síðani. Um vit ikki kunnu tað, so missa vit í veruleikanum ræði á okkara egnu viðurskiftum heima í Føroyum. Tað haldi eg ikki vit skulu loyva, sigur Vinnu- og uttanríkismálaráðharrin.
Lesið eisini: Ísakalt ímillum myndugleikarnir í Føroyum og í Íslandi
Harumframt skulu hollendska og íslendska stjórnin eftir øllum at døma hava kravt endurgjald úr Føroyum fyri mistar inntøkur, áðrenn tey vilja koma til samráðingarborðið.
- Ja, tað er allatíðina tað, sum eg fái at vita. Men soleiðis fungerar tað ikki. Vit hava ikki endurgjaldsskyldu, sum fyrisitingin hevur nágreinað, sigur hann.
Hoyvíkssáttmálin fer úr gildið 1. januar komandi ár, og Poul Michelsen væntar hóast alt, at ein loysn verður funnin til ta tíð.
- Sjálvandi. Tað er ein spurningur um at fáa rætta upp á nakrar skeivleikar til fyrimuns fyri Ísland. Men somuleiðis snýr tað seg rættiliga nógvar pengar, sæð frá íslendskari síðu, og eg skilji ikki, at man kann seta tað upp á spæl. Fyri føroyingar merkir tað rættiliga lítið, at Hoyvíkssáttmálin gongur út tí hann vigar somikið nógv meira fyri Ísland enn fyri okkum, sigur Poul Michelsen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna í fullum líki.