Undangongumaður
Ein av teimum, sum hevur fylgt við oljumenningini nær sagt frá byrjan er Kári Højgaard, í dag løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Sum lokalpolitikari í Runavíkar Kommunu, hevur hann luttikið í nógvum av oljuráðstevnunum, sum verið hava í Stavanger og Aberdeen upp gjøgnum øll 90 árini. Og hann hevur so eisini verið ein av heitastu talsmonnunum fyri at fáa úitgerðarhavnina til Runavíkar. Ta søguna kenna vit ? har tað loksins eydnaðist at leggja tí fyrstu oljuútgerðarhavnina nakrantíð í Runavík. Og vit kenna so eisini víðari tilgongdina, sum kanska ikki hevur verið alt ov positiv, nú fýra brunnar eru boraðir og einki lønandi fund enn er staðfest og har tað ganga í hvussu er tvey ár, áðrenn nakað virksemi verður aftur í Runavík.
Kári Højgaard var eisini við á oljuráðstevnuni í Aberdeen herfyri. Heimaftur komin staðfestir hann, at tað er lítil fokus og áhugi fyri Atlantsmótinum sum støðan er í løtuni, tó at feløg hava bundið seg til at bora tilsamans átta brunnar á landgrunninum.
-Tað er hugstoytt at síggja, at vit longu hava borað helvtina av brunnunum, og at spenningurin er minkaður. Hinvegin vita vit, at olja og gass eru staðfest í undirgrundini. Enn hava vit ikki mist mótið. Men stóri trupulleikin er tann, at tíðarbilið er vorðið ov langt. Tað skuldi verið kravt, at meiri ferð varð sett á, soleiðis at vit varðveittu ta vitan, sum vit hava arbeitt upp á oljuøkinum. Her hugsi eg bæði um føroyskar fyritøkur og eisini tey, sum hava veitt cathering og veitt tænastur í útgerðarhavnini. Tí fer henda vitanin fyri bakka, so eru vit illa fyri. føroysku undirgrundini. Og vit vita, at tað eru fýra leitiboringar eftir.
Men Kári Højgaard hevur ikki mist mótið fyri tað. Hann er bjartskygdur og tolin maður av lindi og heldur tað man fara at ganga rætta vegin. Hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til tess, tá oljufeløgini enn trúgva uppá tað. Vit vistu, at sannlíkið fyri at finna olju var sera lítið, og hyggja vit til Noregs, so vórðu boraðir nógvir brunnar, áðrenn nakað veruligt var funnið.
Kári Højgaard sigur seg annars vera sera spentan um, hvat Amerada Hess veruliga hevur funnið í Marjunbrunninum.










