KÍ er ovast í Effo-deildini, og KÍ er ovast í næstbestu deildini. Við trivaligum 7-0 heimasigri ímóti ÍF lyftu teir næstbestu hjá KÍ seg í kvøld upp um NSÍ, sum hevur verið topplið so at siga alt kappingarárið [...] kappingarárið. Leygardagin skal NSÍ spæla í Trongisvági, og tá er møguleiki hjá teimum gulu at taka oddasessin aftur. KÍ er topplið við 23 stigum fyri ellivu dystir, NSÍ hevur 22 stig fyri tíggju dystir, og [...] og ÍF er aftast við ongum stigi eftir at hava spælt ellivu dystir. Í kvøld var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Inntil ein hálvur tími var farin, var støðan 1-0. So gekk skjótt
Hondbóltur 16 mál frá einum spælara í einum dysti. Tað er avgjørt ikki á hvørjum degi, at tað kemur fyri í bestu føroysku manskappingini í hondbólti, men tað var tað, sum Cristian Preda stóð fyri, tá StÍF [...] StÍF tók ímóti meistarunum úr H71 sunnudagin. Longu í fyrsta dystinum móti Kyndli vísti Preda, at hann kann gerast stórur fongur hjá strandingum, og tann metingin stendur so ruddiliga við enn. Ógvuliga [...] fyrsta og seinasta málið hjá StÍF sunnudagin, og hoyvíkingar vistu sjáldan, hvussu teir skuldu gera í royndunum at steðga stórskjúttanum. Og tað var fyrst og fremst Preda, sum var munurin millum liðini
eitt lívfrøðiligt undurverk í gamla íshúsinum á Argjum. Børnum, ungdómi og vaksnum til undran, gleði og gagns« Fyri fagrar bókmentir: Tóroddur Poulsen fyri yrkingarsavnið Útsýni »Í eini røð av yrkingarsøvnum [...] skapa myndburðin, sum í senn vísa á tað vanliga og margháttliga« Fyri yrkisbókmentir: Rógvi Mouritsen fyri Fiskar undir Føroyum »Við bókini Fiskar undir Føroyum ber til at kava í dýpið og deraga upp úr [...] Á samkomu í Müllers Pakkhúsi seinnapartin vóru fimm fólk heiðrað fyri ávikavist MA Jacobsens virðisløn og barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Virðislønirnar vórðu latnar fimm fólkum, sum hava gjørt
sannførandi, og við Lilju á odda er bólkurin í góðum hondum. Lilja er ein føgur, karismatisk ung dama, sum hevur eina ófatiliga orku og útstráling á pallinum. Eg ivist í, um eg nakrantíð havi upplivað slíka lívliga [...] ein stjørna á pallinum. Syngjandi lama Saman við henni er fyrrverandi Lama Sea sangarin, Janus Rasmussen, oddamaður í Bloodgroup, og eisini hann slapp væl frá framførsluni. Hansara leiklutur á pallinum er [...] Lilja er ein stjørna. Hoppa! Hoppa! Hoppa! Tað var ein pumpandi løta á spæliplássinum í Syðrugøtu, tá ið Bloodgroup framførdi. Bólkurin er av mongum spáddur eina sera bjarta framtíð, og á konsertini vísti
vart við seg í 2. hálvleiki. Teir hildu eisini, at Janus Einar varð treiskur tær báðar ferðirnar hann skoraði. Russisku hyggjarnir fingu eisini at vita, hví besti føroyski spælarin, sum spælir í Danmark ikki [...] Ivan Eginsson sigur úr Moskva, at ?Rossija Sport? er ein landsdekkandi sjónvarpsstøð í Russlandi, og ein støð, sum eisini røkkur russarar uttanlands gjøgnum fylgissvein. Frásøgumaðurin og viðmerkjarin [...] miljónir hava sæð dystin millum Russland og Føroyar á ?Rossija Sport?, sum er størsta ítróttarrásin í Russlandi. Tó hevur hondbóltur ikki sama áhuga millum russar, sum fótbóltur og íshokki. Ivan helt tað
teir best royndu elektronisku tónleikararnar í landinum at hjálpa sær. Fløgan ?An Invisible Gun? er freimleidd av elektroduo?ini High Hat (Sakaris Joensen og Janus Rasmussen), Brynjolfi á Heygum og Heiðrikki [...] av hugleiðingum um Føroyar og eini fánýtiskenslu yvir avbyrgingina í Føroyum. Tónleikurin er samstundis filmiskur og sera myndaligur. Í útvarpshøllini tann 15. desember fer Heiðrik at framføra løg av fløguni [...] Ungi havnamaðurin Heiðrik á Heygum gevur fyrstu fløgu sína, ?An Invisible Gun?, út í dag. Fyri fýra vikum síðani gav hann stakfløguna ?Jealous? út sum ein forsmakkur til fløguna og nú er so nógv umtalaða
nr 2: Jákup Johansen, Klaksvík (0:13.45) - nr 3: Gert í Hjøllum, Tórshavn (0:16:22) - nr 4: Ulrik í Hjøllum, Keypmannahavn (0:17:08) - nr 5: Ottar í Hjøllum, Toftir (0:20:18) - nr 6: Johan Joensen, Tórshavn [...] longri inni á Skálafjørðinum. Lagt var til brots klokkan gott og væl tvey, og fyrsti svimjarin kom í landi í Saltnesi góðan hálvan tíma seinni. Av teimum 18 luttakarunum, ið fóru undir svimjingina, vóru tað [...] nr 7: Jákup Andrias Hentze, Toftir (0:29:13) - nr 8: Jóhan F. Danielsen, Lamba (0:35:13) - nr 9: Janus Knudsen, Saltangará (0:53:45) - nr 10: Johnleif Gerðisá, Nes (0:54:14)
Skálkur, Demmus, Hanus & Janus og Fríðkan. Dyrnar lata upp klokkan 19.00, og sjálvt tiltakið fer væntandi at vara í uml. 1? tíma. Atgongumerkir á 50,- eru at fáa í øllum mótahandlum í SMS, og annars við dyrnar [...] Mikukvøldið 24 oktober, verður tann seinna av teimum báðum árligu mótasýningunum í SMS. Hesuferð er talan tó ikki bara um eina mótasýning; men eisini eitt hugnakvøld. Byrjað verður nevnliga kl. 19.30, [...] og Bindibúðin sína egnu mótasýning á Torginum. Orsøkin til, at hesir báðir handlarnir ikki eru við í stóru mótasýningini mikukvøldið er, at tann sýningini er ikki serliga væl eydnað til tær vørur og úrval
bæði skulu kappast í HM-endaspælinum í Noregi, Danmark og Kroatia millum 14. januar og 2. februar spældu í kvøld venjingardyst í Kristianstad. Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var javnleikur [...] Kristjánsson 3, Ýmir Örn Gíslason 3, Bjarki Már Elísson 2, Haukur Þrastarson 2, Elliði Snær Viðarsson 1, Janus Daði Smárason 1, og Óðinn Þór Ríkharðsson 1. Svøríki og Ísland møtast aftur leygardagin, tá seinasti
Byrta Guðrið og Janus, ið saman eru bólkurin Byrta hava verið tilnevnd øll árini, og í ár er als ikki eitt undantak. Guðrið er tilnevnd Ársins songkvinna, og bólkurin Byrta er tilnevndur í Ársins videolag [...] nýggjar og dugnaligar songkvinnur í Føroyum. Kenslan er tó deilig, og eg haldi, at tað er stuttligt áhaldandi at verða tilnevnd, sigur Guðrið. Heili tvey videoløg hjá Byrtu eru í ár tilnevnd sum Ársins videolag