Rós til ávísar føroyskar spælarar

Frásøgumaðurin og viðmerkjarin hjá ”Rossija Sport” hildu onkrar av føroysku spælarunum hava góðar dygdir

Hondbóltur

 

Ivan Eginsson sigur úr Moskva, at ”Rossija Sport” er ein landsdekkandi sjónvarpsstøð í Russlandi, og ein støð, sum eisini røkkur russarar uttanlands gjøgnum fylgissvein.

Frásøgumaðurin og viðmerkjarin hildu tað verða sjálvsagt, at ein ávísur munur varð millum russiska og føroyska liðið, tá allir á føroyska liðnum eru amatørar, sum hava annað arbeiðið við síðunnar av. Kortini høvdu teir góð orð at bera nøkrum av teimum føroysku landsliðsspælarunum.

Málverjarnir, Levi Nybo og Jens Skipagøtu vóru mettir at standa seg væl. Av útispælarunum løgdu russisku frásøgumennirnir merki til Trónd Kragesteen, Finnur Hansson, og Carl Herup Olsen, sum gjørdi vart við seg í 2. hálvleiki. Teir hildu eisini, at Janus Einar varð treiskur tær báðar ferðirnar hann skoraði. Russisku hyggjarnir fingu eisini at vita, hví besti føroyski spælarin, sum spælir í Danmark ikki var við á liðnum.

 

Verið í Føroyum

1.500 fólk vóru til dystin. Ivan dugir ikki at seta tal á, men metir, at nakrar miljónir hava sæð dystin millum Russland og Føroyar á ”Rossija Sport”, sum er størsta ítróttarrásin í Russlandi. Tó hevur hondbóltur ikki sama áhuga millum russar, sum fótbóltur og íshokki. Ivan helt tað verða stuttligt at hoyra viðmerkjaran, sum varð ein fyrrverandi sovjetrussiskur landsliðsspælari. Hesin hevði spælt Evropa Cup ímóti VÍF miðskeiðis í 1980-unum. Hann mintist gott aftur á Føroya-túrin, og hann segði hyggjarunum, at hann kundi ikki gloyma tann stóra blíðskapin, sum vestmenningar sýndu teimum fyri góðari fjórðingsøld síðani.