Av tí at veðrið sunnudagin ikki var av tí besta, var rutan, ið svimjararnir skuldu svimja, broytt nakað. Veðrið var ikki til at svimja av Strondum yvir á Toftir, og ístaðin var svomið longri inni á Skálafjørðinum.
Lagt var til brots klokkan gott og væl tvey, og fyrsti svimjarin kom í landi í Saltnesi góðan hálvan tíma seinni.
Av teimum 18 luttakarunum, ið fóru undir svimjingina, vóru tað tríggir, ið góvust, áðrenn teir komu á mál. Tann eini av hesum trimum gavst enntá einans 20 metrar frá málinum.
Úrslitið av svimjingini var annars hetta:
hjá kvinnum...
- nr 1: Marjun Eysturoy, Tórshavn (0:31:53)
- nr 2: Nina Davidsen og Nelly Poulsen, Toftir (0:44:34)
- nr 4: Alisa Hentze, Toftir (0:55:40)
- nr 5: Jenny Poulsen, Toftir (1:00:36)
hjá monnum
- nr 1: Evald Rasmussen, Tórshavn (0:13.13)
- nr 2: Jákup Johansen, Klaksvík (0:13.45)
- nr 3: Gert í Hjøllum, Tórshavn (0:16:22)
- nr 4: Ulrik í Hjøllum, Keypmannahavn (0:17:08)
- nr 5: Ottar í Hjøllum, Toftir (0:20:18)
- nr 6: Johan Joensen, Tórshavn (0:28:01)
- nr 7: Jákup Andrias Hentze, Toftir (0:29:13)
- nr 8: Jóhan F. Danielsen, Lamba (0:35:13)
- nr 9: Janus Knudsen, Saltangará (0:53:45)
- nr 10: Johnleif Gerðisá, Nes (0:54:14)