Viðrislønirnar vórðu latnar fimm fólkum, sum hava gjørt seg sjónlig hvør á sínum øki.
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2010:
Bjørki Geyti fyri Føroya Sjósavn
»Kveikjarin, eldsálin og allahandamaðuin, Bjørki Geyti, hevur við hjálp frá øðrum hugsjónafólki burtur úr ongum skapt eitt lívfrøðiligt undurverk í gamla íshúsinum á Argjum. Børnum, ungdómi og vaksnum til undran, gleði og gagns«
Fyri fagrar bókmentir:
Tóroddur Poulsen fyri yrkingarsavnið Útsýni
»Í eini røð av yrkingarsøvnum, prosabókum, nýskapandi skaldsøgum og hesi seini árini eisini við myndum og tónum hevu Tóroddur Poulsen lýst sínn og okkara lív á høgum listaligum stigi. Hann er tikin úr leikum at skapa myndburðin, sum í senn vísa á tað vanliga og margháttliga«
Fyri yrkisbókmentir:
Rógvi Mouritsen fyri Fiskar undir Føroyum
»Við bókini Fiskar undir Føroyum ber til at kava í dýpið og deraga upp úr torvuni upplýsingar og vakrar myndir av fiskinum undir Føroyum. Hvussu víða teir liva, stødd, lit, eyðkenni og hvønn týdning teir hava fyi fiskiskapin«
Barnabókaheiðurløn:
Janus á Húsagarði.
»Bøkurnar um Mosamollis og Mosalisu eru bæði litríkar og lívligar. Vit verða tikin av bóli, stór og smá, tí gjøgnum søgumyndirnar skulu vit sjálvi spinna ein søgutráð«
Barnabókaheiðursløn:
Jensina Olsen.
»Jensina fær børnini at sita undir hvørjum orði, hon sigur, og hvøjum ørindi, hon syngur og spælir. Hon hevur stuttligan og skemtingarsaman málburð og andlitskeipur, ið vit hava fragd av, og sum eru øðrvísi. Jensina er bersøgin, barngóð og opinskárað og dugir so væl at finna uppá«