stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Tí er alneyðugt, at umsiting og avgerðir altíð verða tiknar á einum fult upplýstum grundarlagi. Skal tað lata seg gera, so er fyrsta treytin, at vit kunnu tosa og kjakast [...] búskaparfrøðingur, so hevði eg einki ímóti, at mínar útrokningar blivu lagdar alment fram. Hetta er jú nakað, sum átti at at viðkomið øllum. Democracy dies in darkness Í Løkshøll siteraði Sjúrður Skaale [...] atlit verða sett fremst, hava súrgað kjakið um føroyska fiskivinnu seinastu nógvu árini. Spurningurin er, um ikki nettup manglandi opinleiki í fiskivinnu-politiskum avgerðum og fiskivinnufyrisiting generelt
føroyska fólkinum. Tað er greitt, at tað innihaldsliga er trupult at gera slíkum sendingum eftir. Sendingarnar fingu jú eisini ávirkan á løgtingsvalið. Hinvegin vil eg siga, at tað er púra burtur við at siga [...] skjótu menningini, sum er á økinum. Hinvegin hava vit eitt gott kort á hondini, og tað er, at vit eru tann einasta sjónvarpsstøðin, ið framleiðir føroyskar sendingar. - Øravíkarskjalið er ein hugsjón, har [...] verður rasjónaliserað so hvørt. Í vetrarskánni er triðju hvørja viku ein breið mentunarsending, sum eitur Basalt, og hvørt sunnukvøld er Innskot, ið er prát við fólk. Um talan verður um fleiri sendingar
ommu míni, so best er at geva lítlu ta einu nú, áðrenn ongin er eftir. Ein nál er nokk til mín. Eg seymi og stoppi ikki so nógv longur, nú so sterkt tógv er at fáa til skóleistar. Tað er næstan ógjørligt [...] givið ommudóttrini ein pakka við nálum. Tað er gott hjá eini gentu at eiga sær nakrar nálir. Nei, nú eri eg býtt, tað er eitt sindur tíðliga, tá hon bara er 4 dagar gomul. Men nú veit eg, eg gevi henni [...] gjørdist glað. Hon flenti og græt alt í senn, men tað vóru gleðistár, tað var so týðiligt. Ja, ja og jú, jú og á dú, segði hon. Tillukku tillukku, ein didda – á, sum eg eri glað! Hon prátaði leingi um longd
líkasum at vita um alt er í lagi, er tað eyðsæð, at hóast Leivur er vanur við at standa á palli, er henda støðan ikki heilt vanlig fyri hann. Kanska er tað tí, at hann spyr, hvat tað er eg ætli at skriva um [...] serstakliga í Føroyum, hevur verið vanligt at tosa um, hvør er dugnaligastur til hetta og hvør er dugnaligastur til hatta. Eftir hansara meting er tað kanska ein hugsunarháttur, sum hevur støði í onkrum slagi [...] 2000, er tað sum vil hann ikki rættuliga tosa um tað. Hóast eg veit, at vit liva í einum landi har jantulógin sigst at verða ovurhondsstór, undrist eg kortini á, at hann er so eyðmjúkur. Hann er komin
smukt hjem. Hetta er eisini heiti á eini bók, sum høvuðspersónurin Toxic speiskliga sigur seg ætla sær at skriva, ein dagin hann er um at sálast av óruddinum í íbúðini hjá unnustuni - Hann er professionellur [...] og høvundurin sjálvur heldur eisini tekin vera um, at íslendskt nú er við at gerast vaksið og er byrjað at laga seg til 21. øld. - Tað er ikki so løgið, at okkara mál ikki broyttist í 1000 ár, tí tað var [...] Tú mást fáa lesararn at dáma høvuðspersónin. Tað er stóra avbjóðingin hjá einum rithøvunda: At fáa lesaran at dáma ein sera ódámligan persón. Tað er sanna undrið við at skriva skaldskap. Tann óndi og
einari er hann saman við mammuni, og henda myndin er tikin av Turid Jacobsen í Havn. Vinarlag við Lützenættina Men tað sum er eins áhugavert er, at ein av teimum sum tekur ímóti Egil í Keypmannahavn er Ove [...] . Millum hesi eru tann 23 ára gamli Ludvig Poul Kjelnæs, sum er sonur Thomas Juel, beiggi konu Faktorin. Hervið er Kjelnæs navnið komið til Klaksvíkar. Nú er Nichels fluttur út. Í 1890 eru bert fimm fólk [...] darvaður av sjúku. Tað áhugaverda er, at her er talan um eina søgu, sum ikki hevur verið alment kend fyrr. Men tað vísir seg, at fleiri í dag vita um Egil, so ella so. Dagbókin er eisini eitt íkast til lýsingina
andlitinum á tí forteljandi, kann bert fangast við einum filmstóli. At omma er ein sjarmerandi og evnarík sjónleikarinna, er eingin loyna. Sum ung droymdi hon um at spæla sjónleik, men tá var ikki hugsingur [...] minnist, tá ið eg kom so langt suður sum til Kleynsvarða, Bøllureyn har, tá føldi eg (omma andar inn), hatta er havnarroykurin! Tað var koluroykurin sum kom í næsarnar á mær, tí at heima brendu vit bara torv” [...] tað gekk so ógvusliga fyri seg, at tað eisini gjørdist síðstu ferð, at hon steig upp á eina súkklu, jú jú, innígjøgnum eitt hegn, kýrnar út á vegnum, og so ímillum tveir stórar steinar. Omma hevur sagt mær
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er. Greið [...] tá altargongd er, vísir Niels Pauli Danielsen á. Ikki minkandi Niels Pauli Danielsen metir ikki, at talið á teimum, ið vitja kirkjuna, er minkandi. - Tað haldi eg ikki, tað er. Tað er góð kirkjugongd [...] vísir á, at tað hinvegin er kirkjuráðið, ið hevur heitt á seg. - Savnar fólk nú undirskriftir, so er tað ímóti kirkjuráðnum, vísir Niels Pauli Danielsen á. Samkoma í tvíningum Men er tað ikki keðiligt sum
bara siga, at Landssjúkrahúsið er eitt av bestu arbeiðsplássunum í Føroyum, sigur fyrrverandi stjórin. Nú framtíðin liggur opin fyri honum, og tíðin á Landssjúkrahúsinum er eitt minni um eina farna tíð [...] braki Her endaðu so tey fýra árini hjá honum á Landssjúkrahúsinum. Hann var komin í sessin í 2006, tá Poul Geert Hansen, ið var maðurin, ið gav honum óvæntaðu boðini umvegis telefonina, var farin úr stjórasessinum [...] tað var rætta starvið fyri meg. Eg kendi ikki Landssjúkrahúsið bara fyri tað góða, tí oftast hoyrdist jú í fjølmiðlunum um starvsfólkaósemjur, ótíðarhóskandi hølir og strammar fíggjarkarmar. Eftir at hava
Niels Juel meg umseta eingilskmannin. Eg dugdi hampiliga væl enskt, men eitt er at tosa túnatos við aðrar telegrafistar, annað er tað skriva, men tað gekk. Vit fingu ikki onnur útlendsk tíðindi enn tey, sum [...] okkum til, men onkuntíð ringdi eg og spurdi teir málkønu. Ívar er vanur við, at onnur spyrja hann til ráðs í málsligum spurningum, tí hann er so stinnur. - Eg eg fái ilt, tá onnur ikki duga og skriva skeivt [...] eg fari at gera. Ikki ber til at bruka meira tíð til jørðina, hon er bara har. - Onkur heldur tað vera nógv fyri at noyðast frá, tá man er 67. Men ert tú líka væl fyri, tá tú ert 70 ár, hvat so? Handa g