Mimmi er fødd og uppvaksin í Havn. Foreldrini vóru Mia, f. Arge, úr Havn, og Niels Nielsen, vanliga Niels í Heiðunum, ættaður úr Heiðunum. Hon giftist við Heina Nygaard á Tvøroyri, og búði har í nøkur [...] nøkur ár. Tey fingu fýra børn: Ása, Knútur, Leivur og Maria. Mimmi flutti aftur til Havnar í 1954 og arbeiddi í Íslandi í nøkur ár. Einaferð í 60-unum flutti hon til Keypmannahavnar at búgva, har hon býr í [...] í dag. Hon arbeiddi við reingerð í nógv ár. Sum ung var hon tiltikin fyri at duga væl at dansa. Hon hevur altíð verið Jim Reeves fan og hevði eisini okkurt brævaskifti við hann. Ommusonur hennara, Marc
Rógva á Rógvu, James Olsen, Mortan á Rógvu og Leiv Thomsen. - Eg gekk í flokki við Rógva og Mortan í fólkaskúlanum, og teir spældu í Playboys saman við James og Leivi. Eg lurtaði bara eftir teimum í eitt [...] plagdu at venja. Bólkurin hevði ongan bassist, og teir spurdu tí meg, um eg hevði hug at koma í bólkin, og eg var skjótur at siga ja. Hetta var í 1980, og síðan havi eg spælt bass, fortelur Arnold. Playboys [...] spælt eftir gehør, men á skúlanum í Íslandi lærdi eg nótar og hvussu durar, mollar og skalar hanga saman. Eg fekk eisini kunnleika í musik teori, og lærdi at analysera eitt lag. Grundarlagið fyri tí bókliga
hópast fyri framman og tarnar gongulag og tanka. Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyum í orðsins sanna týdningi. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við - menn og konur, ung og gomul. Tað er tíð [...] brotum úr teimum væl umtóktu barnaløtunum hjá Elini og Óla. Hesar sendingar vóru at hoyra í Útvarpi Føroya mitt í 70?unum, og líka síðani tá eru Elin og Óli von við, at fólk spyrja tey: ? Ber tað ikki til [...] sum Elin og Óli í barnaútvarpinum. Hugflog, íblástur, eldhugi, gleði, sjarma og spontanitetur eyðkendu ta skapandi megi í teirra barnasendingum. Sendingar teirra fóru um øll mørk. Hugans mørk og veruleikans
lat upp við listaframsýningum og tónleiki, víni og fínum pinnamati. Til sjálva vígsluna vóru heiðursgestirnir politiski toppurin úr Danmark og Útnorði, Margretha Drotning og størsti vinnulívsmaðurin í Danmark [...] seg vóna at ung sum gomul, danir sum útlendingar fáa gleði av Norðurbryggjuni. Annfinn Kallsberg, løgmaður, legði dent á tann týdning, sum mentan og list hava fyri búskapin og vinnulívið og á teir møguleikar [...] Her á Bryggjuni kunnu vit vísa hvørji vit eru, og hvat vit hava at bjóða Norðurlondum og Europa, segði hann og legði aftrat, at vit skulu loysa gomul bond og knýta nýggj.. Eivør fantastisk Inn í millum røðurnar
Alkoholreklama skjótt loyvd Eins og í Føroyum er tað bannað at lýsa við rúsdrekka og øli í Noregi, men sambært einum løgfrøðiprofessara og einum fyrrverandi eftirlitsmanni hjá EFTA er tað ikki vist, at [...] sum flúgva til og úr USA og sostatt eisini tað skandinaviska SAS. Málið snýr seg um at krevja, at flogfeløgini skulu seta eina serliga rakettverjuskipan í flogførini, sum flúgva til og úr USA. Sum er hava [...] Aftenposten, og norska bannið ímóti alkoholreklamu hongur í einum klønum tráð. Hann vísir á eitt mál í Svøríki. Har stevndi ein matstova myndugleikunum, tí hon slapp ikki at lýsa við rúsdrekka. Matstovan
fer at spæla, og Heri Joensen, prestur, og Jan Christiansen, býráðsformaður, fara at tala. Síðani fara Ung Stjørnuskot at syngja á Glade Hjørn. Jólatrøini á Argjum, Hvítanesi, Norðradali og í Kollafirði
f. Hansen, og Pauli Lassen. Hon er nr. trý av einum syskinaflokki uppá seks. Dora fór sum ung til Havnar, at arbeiða í húsplássi, har møtti hon Bjarta, sum er ættaður av Húsum, sonur Lenu og Jákup Monrad [...] Monrad. Dora og Bjarti fluttu so til Húsar at búgva í 1988. Tey eiga trý børn, Jákup Pauli 15 ár, Sólbjørg Helena 13 ár, og Ragnar 10 ár. Einasta handilin í Kalsoynni hevur Dora, umframt tað situr hon eisini [...] eisini í fleiri nevndum. Dora eigur eitt stórt hjarta og er altíð klár at hjálpa. Hevur man Doru í familjuni ella sum vin so eigur man nógv.
Føroyum. Kjakast var frá morgunstundini um rúsdrekka, porno, abort og homosexualitet. Sosialurin legði leiðina framvið frá umleið klokkan 16 og úteftir, tá samkynd og teirra støða í samfelagnum var á skránni [...] samkyndum og verja teirra rættindi. ? Mannarættindi byggja á konsensus, men tey eru ymisk til ymiskar tíðir. Tann náttúrliga lógin byggir millum annað á tey tíggju boðini. Frá skapanini eru maður og kvinna [...] sum vitnaðu um, at tey samkyndu og teirra stuðlar vóru fleiri í salinum. Næstrakærleiki í fokus Tað leikaði hart á eina løtu. Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskona og leiðari fyri kriminalforsorgini
undirhald og prát í ymsum útgávum og nógv tíðindi. Men okkara elsti loftmiðil má eisini geva lurtarunum betri innlit í samfelagið, heimin og lívsins mongu spenn-andi spurningar. Hann má upplýsa og ikki bara [...] reklamu, telefoni og kunningartøkni. 4. Millum dalar og fjøll Náttúrupplivingar og arbeiði í náttúruni sigast at stimbra sálina. Útvarpssendingar um evnið hava fyrr ríkað nógv fólk, og onkur sending er [...] Ivaleyst er neyðugt at kanna prísir og góðsku á vørum og tænastum, so nógv hevur keypsmentanin tikið seg fram, og so ágangandi kunnu lýsingarherferðirnar mangan vera. Brúkarar og handilsfólk skuldu sjálvandi
far so good. Skal henda her og nú Í dag skriva vit 2003, og her ræður óvissa, ótolni og resignatión millum manna. Hví? Jú tí vit eru so bráð og vilja hava tingini at henda her og nú. Vit mugu sjálvandi varðveita [...] eru fýra. Og verður nýggj útbjóðing í næsta ár kann jú henda, at uppaftur fleiri brunnar fara at standa á skránni tey næstu árini. Og tað í nýggjum og kanska meira spennandi økjum fyri norðan og fyri vestan [...] tey seg undir tjúkku basaltfláunum. Tað ræður um at leita og finna. At hava treiskni, dirvi og tol. Og ikki minst pengar. Nýggjara oljusøgan byrjaði fyri góðum 30 árum síðani, tá fjalda oljan varð funnin