Mimmi Nygaard 80 ár

Í dag, 28. november, fyllir Vilhelmina Nygaard, vanliga nevnd Mimmi, búsitandi í Keypmannahavn, 80 ár.

Mimmi er fødd og uppvaksin í Havn. Foreldrini vóru Mia, f. Arge, úr Havn, og Niels Nielsen, vanliga Niels í Heiðunum, ættaður úr Heiðunum.
Hon giftist við Heina Nygaard á Tvøroyri, og búði har í nøkur ár. Tey fingu fýra børn: Ása, Knútur, Leivur og Maria.
Mimmi flutti aftur til Havnar í 1954 og arbeiddi í Íslandi í nøkur ár. Einaferð í 60-unum flutti hon til Keypmannahavnar at búgva, har hon býr í dag. Hon arbeiddi við reingerð í nógv ár.
Sum ung var hon tiltikin fyri at duga væl at dansa. Hon hevur altíð verið Jim Reeves fan og hevði eisini okkurt brævaskifti við hann.
Ommusonur hennara, Marc Nygaard, sonur Mariu, er ein kendur fótbóltsleikari sum hevur spælt á danska landsliðnum og spælir í Hálandi í dag.