apir hava sagt seg stúra fyri støðuni í Misrata, sum er triðstørsti býur í Libya, og ein av leiðarunum fyri Reyða Krossi í Libya, Simon Brooks, sigur, at støðan í býnum er álvarssom. [...] Uttanríkisráðið í Libya kunngjørdi seinnapartin, at stjórnin hevur lýst vápnahvíld í býnum Misrata, sum er nakað eystan fyri høvuðsstaðin Tripoli. Fyrr í dag søgdu uppreistrarmenninir, at teir høvdu tikið [...] býnum. Almenna tíðindastovan Jana bar eisini tíðindi um bardagar, mar har varð sagt, at stjórnarherurin var givin við at skjóta eftir yvirgangsbólkum. Fyrr í dag segði stjórnin hjá Muammar Gaddafi, at herurin
Ein av neyðhjálpargoymslunum fyri palestinsk flóttafólk í Gazageiranum er rakt í einum ísraelskum álopi í dag. Talan er um eina goymslu hjá ST-hjálparfelagsskapinum, nevndur UNRWA. - Vit kunnu vátta, at [...] og útveitingarstøðin í Rafah eru rakt. Tað sigur talsfólkið hjá UNRWA-hjálparfelagsskapinum, Juliette Touma. Hon leggur aftrat, at eitt stórt tal av fólki fingu løstir í álopinum í dag. - Enn hava vit ikki [...] heilsumyndugleikunum lótu fýra fólk lív í ísraelska álopinum á neyðhjálpargoymsluna. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Gazageiranum seinnapartin í dag.
nevndi eisini niðurskjótingina í sínari videotalu til ukrainska fólkið í kvøld. Í kvøld sigur ukrainska verjan, at russar royna at fremja nýggj álop í Odessa-regiónini í kvøld, og Odessa er ukrainskur [...] havnarbýur við Svartahavið. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld, sum aðrir útlendskir miðlar eisini bera. [...] Ukrainskir myndugleikar siga í kvøld, at ukrainski herurin hevur skotið eitt russiskt stríðsflogfar niður yvir Svartahavinum. Sambært myndugleikunum er talan um eitt russiskt stríðsflogfar av slagnum,
útlendskar miðlar. Í dag er himmalin yvir økinum bláur aftur, siga tey lokalu í økinum, har veðurfyribrigdið sást serliga væl á miðjarðarhavsoynni í gjár. Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í morgun, er eitt [...] Tey lokalu í økinum siga, at hetta er ringasti sandstormur á leiðini í 30 ár. - Eg fekk blóðreyð eygu av at vera úti í bert fimm minuttir, og nøsin gjørdist tipt. Tú sást sandin flyta seg í luftini, sigur
at vera loystur úr starvinum. Í einari útsøgn sigur fíggjarmálaráðharrin seg harmast um, at hann ikki kundi halda fram í starvinum - í einari truplari búskaparligari tíð í landinum. Tað er tíðindastovan [...] n NTB, sum ber hesi tíðindi úr Suðurkorea í dag. Vit kunnu leggja aftrat, at Choi Sang-mok er 61 ára gamal, og árini 2024-2025 var hann virkandi forseti í Suðurkorea. [...] Fíggjarmálaráðið í Suðurkorea sigur seinnapartin í dag, at fíggjarmálaráðharri landsins leggur frá sær. Navnið á ráðharranum er Choi Sang-mok. Umsóknin hjá honum um at vera loystur úr embætinum er sambært
31. mars 2023 setti Bárður Á Lakjuni , løgtingsmaður, landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum ein §52a skrivligan fyrispurning viðvíkjandi ógreiðu um málmenningartilboð frá Sernámi til foreldur [...] foreldur at børnum við Down syndromi. Í svari sínum dagfest 13. apríl 2023 heldur landsstýrismaðurin fast um, at øll foreldur at børnum undir 18 ár við Down syndromi hava fingið – og fáa – hjálp og vegleiðing [...] . Herfyri kom annars fram í eini samrøðu, sum Kvf hevði við eina mammu at barni við Down syndromi, at tað er sera stórur munur á, hvørja hjálp og hvønn stuðul foreldur fáa í boði. Tað gekk bara ein dagur
Herfyri bórust tey tíðindi, at frískúlin við Hoyvíkstjørn í Havn mátti lata aftur, tí næmingagrundarlagið nú var ov lítið til, at tað loysti seg at halda fram við skúlanum. Í tí sambandi hevði skúlastjórin [...] skúla at fara í eftir summarfrítíðina. Nú bjóðar skúlin í Nólsoy seg fram sum ein lítil skúli, ið eisini er vanur við at hava næmingar, sum dagliga ferðast úr Havn og til Nólsoyar fyri at fara í skúla. Trýst [...] pílin undir myndini fyri at hoyra Jákup av Skarði, fyrstalærara í Nólsoyar skúla, greiða frá, hvat er tað, sum fær hann at bjóða skúlan í Nólsoy fram.
er formaður í Svimjisambandinum. Hann sigur í stuttari viðmerking við svimjing.com, at Pál svam væl, og at vágbingurin hevur sett eitt flott met. Pál Joensen skal taka lut í HM-finaluni í 1500 metrar frí [...] Pál Joensen setti nýtt met við tíðindi 1:03.99. Hann átti sjálvur gamla metið frá Oyggjaleikunum á Álandi í fjør. Tá svam hann teinin við tíðini 1:05.50. Tí betraði hann um tíðina við hálvum øðrum sekundi [...] vikur. Við metinum hevur hann prógvað, at hann er væl fyri í løtuni. Pál Joensen vann fleiri gullmerki leygardagin. Hann var eisini fremstur í 400 metra frísvimjing, 50 metra firvald og 200 metra medley
Russar avsannaðu í gjár tíðindi úr Moskva um, at russiska herleiðslan hevði fingið fatur á upplýsingum, sum bendu á, at amerikanarar ætla sær at leypa á Irak síðst í næsta mánað. Tað var tíðindastovan [...] Interfax, sum bar tíðindini frá keldum í herleiðsluni, men í gjár avsannaði Sergej Ivanov, verjumálaráðharri, at nakað hald er í tíðindunum. Hann legði afturat, at sær kunnugt hava amerikanarar framvegis [...] framvegis ikki sett nakran dag fyri, nær eitt møguligt álop á Irak skal setast í verk. Sambært Interfax hava amerikanarar gjørt av at fara undir álopið, so skjótt teir og teirra sameindu hava savnað 150.000
Eva og Mateo. Tá børnini vóru borin í heim, spældi Cristiano Ronaldo fyri Portugal í móti Kili í Russlandi. - Eg tænti landsliðnum hóast bæði børn míni vóru borin í heim, skrivaði hann á portugiskiskum [...] Fótbóltslegendan Cristiano Ronaldo kunngjørdi í gjár, á Facebook síðu síni, at hann júst er blivin pápi at tvíburum. Óváttaði tíðindi frá portugiskari sjónvarpsrás siga, at tvíburarnir eru ein genta og [...] børnunum fyri fyrstu ferð, og hann fór ikki at vera við til næsta dystin, sum Portugal spælir Sunnudagin í móti Týsklandi ella Meksiko. Fótbóltsspælarin eigur frammanundan sjey ára gamla Cristiano Ronaldo Jnr