Pál Joensen setti nýtt met við tíðindi 1:03.99.
Hann átti sjálvur gamla metið frá Oyggjaleikunum á Álandi í fjør. Tá svam hann teinin við tíðini 1:05.50.
Tí betraði hann um tíðina við hálvum øðrum sekundi.
Jón Hestoy er formaður í Svimjisambandinum. Hann sigur í stuttari viðmerking við svimjing.com, at Pál svam væl, og at vágbingurin hevur sett eitt flott met.
Pál Joensen skal taka lut í HM-finaluni í 1500 metrar frí um tríggjar vikur.
Við metinum hevur hann prógvað, at hann er væl fyri í løtuni.
Pál Joensen vann fleiri gullmerki leygardagin. Hann var eisini fremstur í 400 metra frísvimjing, 50 metra firvald og 200 metra medley.