hava annað kyn; páskirnar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døgum, so nevnist hon »um páskirnar«. Og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyldfólki um høgtíðina, er rætta orðingin »gleðiligar páskir« [...] ið opið er um høgtíðina. Harumframt skal havast í huga, at tað nevnist »páskadagur« og »annar páskadagur«. Mælast má frá at siga »fyrsti páskadagur«. Eisini onnur heiti kunnu verða tikin fram, nú ið páskavikan [...] til at nýta orðið »skírishósdagur«, tí so er tað dupultorðað. Dagurin fyri skírhósdag nevnist skírhósaftan, og her skulu vit hava í huga, at orðið verður borið fram »skírisaftan«.
hann boðar frá kulda og frosti niður í minus tvey stig um náttina næstu dagarnar, so skal eingin bilur koyra við píkadekkum frá í dag at rokna og fram til hálvan oktober. Tað er lýst í kunngerð – og hevur [...] loyvt at koyra við summardekkum frá 1. desember til 30. apríl – um hálka er. Er eingin hálka í tíðarskeiðnum millum 1. desember og 30. apríl, so kann koyrast við summardekkum. Men hálkudagarnar er tað ikki
Tað er aðalorðaskifti um frágreiðing um løgtingslóg um sjófeingi. Talan er um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fyrisiting av sjófeingi. Tað er Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- [...] soleiðis: »Løgtingslógin um sjófeingi kom í gildi 1. januar 2020. Summar skipanir fingu tó ikki virknað fyrr enn 1. januar 2022. Greitt verður frá teimum mest týðandi økjunum í løgtingslóg um sjófeingi í tíða [...] verk í hesum tíðarskeiði. Hagtøl um fiskiveiði hjá føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi og á øðrum leiðum uttan fyri føroyskan sjógv fyri 2021, 2022 og 2023 verða løgd fram, eins og avreiðingarvirðið av
7-800 fólk verða við til Tórsdagin hjá Tórshavnar kommunu Talan er um ein dag, har starvsfólk og onnur við tilknýti til kommununa ? tvørtur um deildir og stovnar ? leggja gerandisdagin til viks og bara hugna [...] hvønn annan at kenna úr heilt øðrum vinklum. Fyrst og fremst ræður um, at øll starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu møtast og eru felags um tað, sum er sett á skránna henda dagin. Høvuðsendamálið er ikki at [...] fylgjast gjøgnum dagin, so øll fáa høvi til at royna alt tað, tey hava hug til. Alt tiltakið varir í seks tímar, har alternativu ítróttargreinarnar og annar hugni verða umleið helvt um helvt. Ítróttardagurin
øðrum at tað bar til hjá útróðrarmanninum at leypa um lúnningina, og so spældi hann dagin eftir á Sevmýri. Hann mundi vera nakað beindovin, helt Hansy, og so legði hann afturat, at hetta sást ikki á avrikinum [...] og unglingar í Klaksvík um hesa tíðina áttu eisini manga løtuna á sjómansheiminum í Havn. Har varð taskan tveitt, tá ið Pride var komin suður um tíggju tíðina sunnumorgnar. So telvaðu vit, og onkur tráddi [...] Stórustovu, og so fylgdu vit við, meðan teir kálkaðu eyrvøllin í Gundadali, har tað var so smart, at teir høvdu maskinu at kálka við. Í Klaksvík fóru teir í kálkposan, fyltu upp í lógvan, og so bakkaðu teir
vera forvitin uppá tann góða mátan. Vit eru uppvaksnar við, at um tað var eitthvørt, hon ikki vitsti, til dømis tað sum vit spurdu um, so leitaði hon sær vitan í leksikon’unum, sum stóðu á hillini, og [...] hinum systkjunum dámdu sera væl at lesa, so nógvar bøkur vóru lisnar - eisini enskar – og Karolina man vera ein av teimum fáu á hennara aldri, sum dugir ikki so lítið av enskum. Einaferð var hon eisini [...] hjúnalagi, so merktist ongantíð nakar ólíkarættur millum okkara foreldur; mamma var altíð heima, hvat kendist ómetaligt trygt hjá okkum døtrum, og babba arbeiddi hvønn dag, men tá ið hann kom heim, so var hann
vøllinum. Roynt verður við longum sendingum fram til fremstu menninar í vónini um, at tað skal eydnast at vinna returbóltarnar. At Skála flytur nógv fólk fram ber eisini við sær, at HB hevur møguleikar [...] var talan um sanna óeydnisferð á Argjum. Tríggir av teimum, sum hava verið fastir menn, vóru ikki við. Tíðliga í 1. hálvleiki vórðu lyklaspælararnir Høgni Zachariassen og Jan Ó. Ellingsgaard so illa skaddir [...] svørtu misnýtt. Úrtøkan burturúr møguleikunum er heldur ikki í dag tann, sum hon skal vera, um NSÍ skal hugsa um at fáa stig og kanska at vinna. NSÍ spennir álopsbogan! Jákup á Borg hjá B36 hevur sæð gult
eru samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar um um nýggjan sáttmála. Sáttmálin gongur út 30. apríl á midnátt, so partarnir hava eina viku at finna semju í. Partarnir hittust annars [...] annars fyrst í apríl, har teir, hvør í sínum lagi, løgdu krøvini fram fyri mótpartin, og síðani hava arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini mett um krøvini. Og í fyrradagin hittust partarnir aftur, har krøvini [...] løgini hava avtalað at veruligu samráðingarnar skulu byrja í dag. Hans Joensen vil ikki siga nakað um, hvørji krøvini eru, men hann váttar, at arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækking. - Fyrr var
tørvum og áhuga, sum summi hava innan millum annað ítrótt og tónleiki, so fremur tað eisini hugin og gleðina við at ganga í skúla. So slík tilboð eru gull verd, sigur rektarin á Miðnámi á Kambsdali. Í samband [...] heimasíðuni. - Eg haldi, at hetta er eitt framúr tilboð til okkara næmingar, sum vit eru sera fegin um at vera við til at menna. Eg vænti eisini, at hetta royndarárið fer at peika at fleiri menningarmøguleikar [...] sera nógv, og uttan neyva tilrættarlegging saman við tínum arbeiðsgevara, sum í hesum førum er skúlin, so verður trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman. Bæði í skúlanum og á vøllinum, sigur rektari víðari
eisini fyri 21 árum síðani, tá ið TB leygardagin 15. august 1998 spædi í Klaksvík. Ta ferðina gekk ikki so væl. Zoran Pavlovic var bæði venjari og spælari, og TB tapti 10-0. Sonur Zoran Pavlovic, Deni, var [...] kappingini fyri síðani at detta longri niður á talvuni. Seinnapartin verður fyrsta royndin at halda tørn um oddasessin, tá ið TB verður gestur á Eiðinum í Klaksvík. Í fjør taptu Suðringar 3-1 í Klaksvík, í 2017 [...] sjeynda plássi við átta stigum, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss og seks stig fram til KÍ og oddasessin. Hjá TB er miðvallarin Veljko Vukovic framvegis skaddur. Liðformaðurin og miðverjin