Hóast hann boðar frá kulda og frosti niður í minus tvey stig um náttina næstu dagarnar, so skal eingin bilur koyra við píkadekkum frá í dag at rokna og fram til hálvan oktober.
Tað er lýst í kunngerð – og hevur verið galdandi í mong ár, at bilar ikki skulu koyra við píkum frá 1. mai til og við 14. oktober. Men fyri átta árum síðani varð kunngerðin broytt soleiðis, at tað ikki er loyvt at koyra við summardekkum frá 1. desember til 30. apríl – um hálka er. Er eingin hálka í tíðarskeiðnum millum 1. desember og 30. apríl, so kann koyrast við summardekkum. Men hálkudagarnar er tað ikki loyvt.
##med2##