Í dag endaðu øll stigini í høvuðsstaðnum

B36 megnaði enn eina ferð at vinna tætta uppgerð, og árstalsffelagið hevur beina kós ímóti FM

Fyri viku síðani varð Havnin volað. B36 tapti 1-0 í Streymnesi, og HB tapti 1-0 á heimavølli ímóti AB.

Í dag vendi alt øðrvísi. Øll trý feløgini í høvuðsstaðnum vunnu fulla úrtøku.

B36 vann tætta, spennandi og harvið undirhaldandi heimadystin ímóti NSÍ 1-0. Einsamalla málið skoraði Hanus Thorleifsson tíðliga í 1. hálvleiki.

NSÍ hevði risa møguleika at javna í 1. hálvleiki, men Tórður Thomsen bjargaði brotssparkinum frá NSÍ liðformanninum Klæminti A. Olsen.

Fyrstu løtuna eftir steðgin og fram ímóti dystarenda pressaði NSÍ, men B36 vardi væl, og støðugt lúrdi møguleikin fyri skjótum B36 álopi.

Í síðstu sekundunum bjargaði Lukasz Cieslewicz hjá B36 á strikuni eftir hornaspark!

 

HB er framvegis sjey stig aftanfyri grannarnar í B36. Í dag vann HB 1-0 í torføra útidystinum á Skála. Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið í 1. hálvleiki. Hann varð so mikið skaddur, at hann ikki kom á vøllin eftir steðgin.

 

AB lyfti seg heilt burtur úr botninum við 2-0 heimasigri á ÍF. Harvið er AB eitt stig aftanfyri ÍF og átta stig frammanfyri Skála, sum er næstniðast.

Fyri ÍF var talan um sanna óeydnisferð á Argjum. Tríggir av teimum, sum hava verið fastir menn, vóru ikki við. Tíðliga í 1. hálvleiki vórðu lyklaspælararnir Høgni Zachariassen og Jan Ó. Ellingsgaard so illa skaddir, at teir noyddust at fara av vøllinum, og ÍF spældi í meiri ennfimm korter undirmannað, tí Ari Ó. Ellingsgaard varð vístur av vølli eftir takling mitt á vøllinum.

 

Fríggjakvøldið endaði tað málleyst, tá ið B68 vitjaði í Klaksvík.

Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður í annaðkvøld, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.

 

 

18. umfar

 Fríggjadagin

KÍ-B68 0-0

Í dag

Skála-HB 0-1 (0-1)

0-1: Jóan Símun Edmundsson

B36-NSÍ 1-0 (1-0)

1-0: Hanus Thorleifsson

AB-ÍF 2-0 (2-0)

1-0: sjálvmál

2-0: Sorin Anghel

Í morgin

Víkingur-EB/Streymur kl. 19.00

 

Støðan

B36 43

HB 36

Víkingur 27

EB/Streymur 26

NSÍ 22

KÍ 22

ÍF 21

AB 20

Skála 12

B68 10

Víkingur hevur spælt 16 dystir, EB/Streymur og NSÍ hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 18 dystir.

 

19. umfar

Sunnudagin 17. august

ÍF-KÍ

Víkingur-AB

NSÍ-B68

Skála-NSÍ

EB/Streymur-HB

-----

LIÐUGT

1-0

4 minuttir lagdir aftrat.

90) 1-0 

Pól Jóhannus Justinussen hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark.

 

80) 1-0

NSÍ hevur framt tríggjar útskiftingar í royndini at spenna álopsbogan og harvið at fáa meiri tyngd í álopspartin. Tað ber møguleikar við sær í báðum endum. Framrættaðu menninir hjá B36 megna nógv einsamallir, og teir finna væl saman.

Símun Joensen og Rógvi Poulsen eru komnir inn á B36 liðið, og Klæmint Matras og Hanus Thorleifsson eru farnir av vøllinum.

 

75) 1-0

Jústinus R. Hansen, sum hevur verið burturi frá fótbólti alt hetta árið og meiri aftrat, er komin í staðin fyri Magnus Olsen á NSÍ miðvøllin.

 

71) 1-0

Hanus Thorleifsson er einsamallur málskjútti í Gundadali higartil. Hann kennist ofta at vera leysur, og eisini í 2. hálvleiki hevur hann roynt seg úr góðum støðum.

 

68) 1-0

Klæmint A. Olsen hevur roynt seg við stútara eftir innlegg úr vinstru frá Einari Tróndargjógv, men ferðin var ikki nóg stór.

Andy Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.

NSÍ megnar ikki at trýsta upp á sama máta nú, sum gestirnir gjørdu fyrstu løtuna eftir steðgin.

 

65) 1-0

Chtristian Høgni Jacobsen er komin á vøllin í staðin fyri Harald R. Højgaard hjá NSÍ.

B36 hevur havt góðan møguleika, tá ið eyðsýndi Alex Mellemgaard úr vinstru og út frá spældi Hanus Thorleifsson leysan, men hann misnýtti. Adeshina Lawal var í uppaftur betri støðu!

 

60) 1-0

Ógvuliga lívligt í góðveðrinum í Gundadali.

NSÍ leggur nógv fyri, og B36 er sera vandamikið í skjótum álopum. Adeshina Lawal, Jákup á Borg og Róaldur Jakobsen hava roynt seg.

Klæmint Matras hjá B36 hevur sæð gult.

 

55) 1-0

Støðan er framvegis 1-0 til B36, men síðstu løtuna hevur NSÍ havt tveir risa møguleikar at javna. Fyri opnum máli hava teir gula og svørtu misnýtt.

Úrtøkan burturúr møguleikunum er heldur ikki í dag tann, sum hon skal vera, um NSÍ skal hugsa um at fáa stig og kanska at vinna.

NSÍ spennir álopsbogan!

Jákup á Borg hjá B36 hevur sæð gult fyri at brúka seg.

 

50) 1-0

Teir somu 22 eru framvegis á vøllinum.

Jákup á Borg hjá B36 hevði beinanvegin stóran møguleika, men Andras Gango bjargaði.

Og so var um reppið, at Árni Frederiksberg skoraði eftir innlegg, og eftir at B36 málverjin misti bóltin.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

40) 1-0

B36 hevur havt risa møguleika, men tað varð blokerað til horna.

Høgni Eysturoy hjá B36 sær gult fyri fríspark ímóti Árna Frederiksberg.

 

35) 1-0

B36 er greitt omaná, og í løtuni luktar tað meiri av, at heimaliðið skal økja um leiðsluna heldur enn, at NSÍ skal javna.

Harald R. Højgaard hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Adeshina Lawal.

 

30) 1-0

B36 hevur betri tak á samanspælinum. Sjálvandi ávirkar tað NSÍ, at tað ikki eydnaðist at umseta brotsspark til mál.

Einar Tróndargjógv hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark ímóti B36 liðformanninum Jákupi á Borg.

 

25) 1-0

Einar Tróndargjógv hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark ímóti B36 liðformanninum Jákupi á Borg.

 

20) 1-0

Rúni Gaardbo bríkslaði eftir NSÍ innlegg fyri brotssparki. Klæmint A. Olsen royndi seg úr ellivu metrum, og Tórður Thomsen bjargaði ikki serliga væl avgreidda skotinum.

 

15) 1-0

B36 hevur betri tak á spælinum, og aftur í dag er Lukasz Cieslewicz sera eyðsýndur sum framrættaður miðvallari.

 

10) 1-0: Hanus Thorleifsson 8.

Tað hevur verið sera undirhaldandi fyrstu løtuna, og nú hevur B36 miðvallarin Hanus Thorleifsson skorað við skoti úr brotsteiginum, sum fór millum fleiri og kanska tók í ein, áðrenn hann fór í netið aftanfyri Andras Gango.

 

1) 0-0

 

B36-NSÍ kl. 17.15

Dómari: Rúni Gaardbo

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal

NSÍ: Andras Gango – Jónleif Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen, Jann Martin Mortensen, Haraldur R. Højgaard – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen

----

 

LIÐUGT

0-1 

85) 0-1

Skála roynir at spenna álopsbogan. Heimaliðið hevur nógv fólk frammarlaga á vøllinum. Roynt verður við longum sendingum fram til fremstu menninar í vónini um, at tað skal eydnast at vinna returbóltarnar. At Skála flytur nógv fólk fram ber eisini við sær, at HB hevur møguleikar at fara í skjót mótálop.

 

65) 0-1

Tað mesta gongur fyri seg á heimahálvuni, men tað er langt millum uppløgdu málmøguleikarnar.

Besta møguleikan eftir steðgin hevði Levi Hanssen hjá HB, men málverjin bjargaði.

 

50) 0-1

HB er omaná, og tað luktar meiri av øktari HB leiðslun, enn at Skála skal javna.

Málskjútgtin Jóan Símun Edmundsson er farin skaddur av vøllinum.

Týdningarmikli verjukendi miðvallarin hjá Skála, Pauli G. Hansen, er farin skaddur av vøllinum.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

40) 0-1: Jóan Símun Edmundsson

HB hevur havt leikliga yvirvág. Tað hevur borið onkrar málmøguleikar við sær, og nú hevur Jóan Símun Edmunsson sett bóltin í málið.

 

25) 0-0

HB er meiri á bóltinum, og gestirnir hava tiltuskað sær fleiri hornaspørk.

 

15) 0-0

Fyrstu løtuna hevur tað gingið javnt á.

Fróði Benjaminsen hevur havt stóran møguleika, men málverjin bjargaði.

 

Skála-HB kl. 17.00

Dómari: Petur Reinert