heldur fram: - Vit seta nú eina striku í sandin. Eru tað fleiri, sum standa aftan fyri løgmann, so mugu tey eisini standa við tað, sigur Poul Michelsen. Enn er ikki greitt, um andstøðan stendur saman um misálitið [...] um eina løtu - Misálitið er mest knýtt at Skálafjarðartunnlinum. Hetta málið hevur undirgrivið politisku skipanina somikið nógv, at eg kann ikki meira standa modell til hetta. Tað sigur Poul Michelsen, formaður [...] formaður í Framsókn, sum leggur fram uppskot um misálit saman við Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. - Tað er eitt mark fyri, hvussu langt man vil fara. Eg vil ikki longur vera partur av ábyrgdini, at tílíkt
Sostatt er tað løgmaður, ið situr við samráðingarrættinum aftaná eitt komandi løgtingsval. Tað metir Høgni Hoydal er skeivt. - Løgmaður átti at lagt frá sær, so at vit fingu eina veruliga byrjan. Tað einasta [...] taka valdið aftur. Hetta er ein einastandandi møguleiki at endurskapa álitið á føroysku politisku skipanina, og at fáa hann at snúgva seg um tað, ið vit meta er týdningarmikið. Tað sigur formaðurin í Tjóðveldi [...] skriva út nýval. Sjálvur metir hann, at tað er týdningarmikið at fáa sett nøkur onnur mál á dagsskránna. - Politikkur má aftur fara at snúgva seg um, hvat tað er fyri eitt samfelagi, ið vit ynskja okkum
heldur enn ein tunnil á bygd. Tað er av alneyðugum týdningi. Bløðir Havnin, bløðir landið út. Tað er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, púra sannførdur um. Hann er samstundis skelkaður av, at almennu [...] eitt máttmikið lestrarumhvørvi er lykilin til at steðga støðugu fólkafráflytingini. Treytin fyri fólkavøkstri er útbúgving og vitan. Vantandi útbúgvingarmøguleikar er tað, sum noyðir størsta partin av føroyska [...] - Tað er ikki uttan orsøk, at Reykjavík, Akureyri, Tromsø og Aalborg hava sett nógvar milliónir í altjóða Fróðskaparsetur og gransking. Úrslitið er ikki bara fólkavøkstur, men eisini búskaparvøkstur. Vit
Politiska støðan er ógreið. Í løtuni verður landið stjórnað av minnilutastjórn, uttan at Føroya fólk veita, hvør er stuðulsflokkur hjá stjórnarflokkunum. Hetta er alt annað enn gjøgnumskygt. Sjálvt vit [...] vit í politisku skipanini vita ikki, hvør veruliga stjórnar landinum. Tað er grundarlagi fyri, at Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil vita frá løgmanni, hvør stjórnar landinum. Hann heldur, [...] nýval verður? 4. Hvør stuðulsflokkur er partur av tilgongdini at býta veiðirættindini eftir makreli. 5. Hvussu verður mannagongdin hjá sitandi stjórn, um ætlanin er at finna sær undirtøku fyri teimum umleið
síðani seinnapartin í gjár. Óvist er, hví bilurin er tómur, men løgreglan sigur, at fólk á staðnum eru bangin um, at hetta kunnu vera ferðafólk, sum eru í neyð. Tað er einki samband við fartelefonina hjá [...] fyri løtu síðani sent tveir hundar í fjøllini at leita eftir fólkunum. - Bilurin er útleigaður til fríggjadagin, so tað kann saktans vera talan um fólk, sum eru telttúr í haganum í nakrar dagar. Men vit
fara nú á uppboðsølu. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar, at talan er um bátarnar hjá Sea Shepherd, men ógreitt er, júst nær hesir eru tiknir. Uppboðssølan verður leygardagin klokkan 10.00, og [...] heimasíðuni adv.fo. Teir tríggir bátarnir hava ongan minsta prís, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Tað er advokatfyritøkan Heygum og Petersen, sum stendur fyri uppboðssøluni. Og tú kanst trýsta á hesa leinkju
føroyskum málsræði. Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann sigur, at ferð eftir ferð eru dømi um, at løgreglan í Føroyum verður stýrd uttan fyrilit. Seinasta dømi er niðurleggingin [...] heldur hann. - Tað tykist, sum leiðslan fyri løgreglan í Føroyum hevur lítlan hug at taka tey atlit, sum høvdu verið náttúrlig at tikið, tá løgreglan í Føroyum skal skipast. Kanska halda tey tað vera meira [...] in av vaktarhaldinum á løgreglustøðini í Runavík, sum er framd uttan, at føroyskir myndugleikar yvirhøvur eru tiknir upp á ráð. Løgreglan í Føroyum skal vera føroysk, og hon skal virka sum ein samrunnin
at nú er alt álit á Lønardeildina søplað burtur. Og tað byrjaði við tí, sum hendi, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli. Og aftur í hesari arbeiðsósemju er tað Fíggjarmálaráðið, sum er kjarnin [...] sáttmála:”Lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi, skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin er. Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólk, sum er sjúkrameldað, í barnsburðarfarloyvi, orlov [...] borgarstjórin á. Les eisini: - KAF stuðulspedagogar hjá Philbrow - Lønardeildin valdi at gera tað øvuta, og kann tað hava ávirkað støðuna hjá KAF hin 20. desember (tá ið KAF valdi at rinda løn til pedagogarnar
- Løtan er røtt til val. Tað er rætt, at fáa veljaran uppá banan. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, nú val er fyri durum. Formaðurin í Framsókn metir, at sjálv røðan hjá løgmanni vísti, at [...] væntaðu valið, og eg haldi, at tað er passaligt at tað kemur nú. Eg veit ikki hví løgmaður útskrivaði val, men sjálv røðan var afturlítandi, og nærum einki um framtíðina. Tað lá í røðuni, at samgongan ikki [...] góðtekur man alt úrslitið, tað vil siga eisini tað negativa, ella góðtekur man tað ikki. Framsókn hevur longu kunngjørt fleiri valevnir, og formaðurin upplýsir eisini, at flokkurin er klárur við uppstillingini
hýsa lýsingum. - Tað er greitt, at um KVF als ikki slapp at lýsa, so hevði hetta ikki bara verið ein smeitur fyri stovnin, men eisini fyri lýsingarstovurnar, lurtarar og hyggjarar. Tí er eitt forboð neyvan [...] fyrispurningin. - Hinvegin er greitt, at KVF ikki púra ótálmað kann kappast móti privatum fyritøkum á tí marknaði, sum er sjálvt lívsgrundarlagið hjá hesum fyritøkum. Kortini tykist tað, sum gerst KVF støðugt [...] Kringvarp Føroya er farið í holt við, hevur fingið tingmannin Sjúrður Skaale at ressast. Hann vil nú hava landsstýriskvinnuna við Mentamálum at svara, hvat hon heldur um, at Kringvarpið er vorðið støðugt