- Løtan er røtt til val

- Vit væntaðu valið, og eg haldi, at tað er passaligt at tað kemur nú, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

- Løtan er røtt til val. Tað er rætt, at fáa veljaran uppá banan.


Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, nú val er fyri durum.


Formaðurin í Framsókn metir, at sjálv røðan hjá løgmanni vísti, at stundin var komin til val.


- Vit væntaðu valið, og eg haldi, at tað er passaligt at tað kemur nú. Eg veit ikki hví løgmaður útskrivaði val, men sjálv røðan var afturlítandi, og nærum einki um framtíðina. Tað lá í røðuni, at samgongan ikki fór at gera nakað næstu tveir mánaðirnar.


Poul Michelsen rør tó eisini uppundir, at løgmaður møguliga hevur tikið avgerðina, fyri at fáa frið innanhýsis.


- Á hendan hátt sleppur hann undan ófriði innanhýsis og einum misáliti. Viðmerkingarnar hjá løgmanni til kanningarúrslitið hjá Gammeltoft vóru eitt sindur arrogantar. Antin góðtekur man alt úrslitið, tað vil siga eisini tað negativa, ella góðtekur man tað ikki.


Framsókn hevur longu kunngjørt fleiri valevnir, og formaðurin upplýsir eisini, at flokkurin er klárur við uppstillingini.


- Okkara uppstilling er klár, tó at tað møguliga kemur okkurt nýtt valevni á listan.