slíkan dag og eina slíka nátt. Glastrevjabáturin Turið plagar eisini at verða við, tá regattasigling er í Sundalagnum, og tá ovastevna verður hildin dagin eftir í Nólsoy. - Jú, vit plaga eisini at vera við [...] við í siglingini - undantikið tað eina árið, um eg minnist rætt. Vit plaga altíð at vera fleiri í bátinum eina slíka løtu, tá siglt verður av Fútakletti og inn á Vestmanna, og vit síggja fram til tiltakið [...] tiltakið. Snæbjørn Durhuus sigur, at hóast báturin hevur fast pláss við brúgvarnar í bátahylinum, plaga teir altíð at leggja bátin millum hinar stevnubátarnar, soleiðis at teir eisini uppliva tann stemning, sum
hann, at dysturin endaði altso 2-1 til Hull, og at Manchester United tapti dystin, svaraði Mourinho. - Eg sá bara tvey mál í dystinum. Tað hjá Pogba og so eitt mál hjá teimum sum var framúr gott eftir [...] steypakappingini, EFL Cup, hóast at teir taptu seinna uppgerðina móti Hull 2-1 á útivølli. Samanlagt var tað tó nokk, tí í fyrru uppgerðini vann Manchester United 2-0, soleiðis at samanlagda úrslitið gjørdist [...] Mourinho sipaði sostatt til at fyrra málið í dystinum, ið var eitt brotsspark, var eitt serstakliga tunt brotsspark, sum aldrin skuldi verið dømt. Tí valdi hann ikki at telja tað málið við. Tapið hjá Manchester
seinna umfarinum. - Tað var gott at síggja Inga aftur á landsliðnum. Hann gjørdi tað gott, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF. Hann vil eisini nevna Johan Troest Davidsen og Símun Samuelsen [...] seinna hálvleiki, og tað var týðuligt, at teir vunnu upp á betri kondisjón, staðfestir Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjarin. Hann sigur seg vera væl nøgdan við samlaða innsatsin, og hann fegnast serliga [...] leikarum úr heimligu kappingini. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sigur við heimasíðuna hjá FSF, at íslendska liðið var væl betri. - Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki. Vit høvdu fleiri møguleikar
neyðuga í at bøta um fysisku karmarnar innan skúlaverkið, at menna leiðsluførleikar og um at eftirútbúgva lærarar. - Men eg haldi, at tann týdningarmesti parturin ofta verður gloymdur, og tað er heimið og foreldrini [...] avtala, at hetta arbeiði skal gerast í tøttum samstarvi við vinnuna, og fyri Fólkaflokkin er tað ein fyritreyt, at semja fæst við vinnuna á hesum øki. Jákup Mikkelsen vísti á, at tað liggja stór og spennandi [...] sjálv rindar í og umsitir og sum fer at gera vinnuna føra at taka sær av sínum egnu viðurskiftum, eitt nú inntøkutrygd, kreppuhjálp ella tillagingum av flotanum. - Men tað er avgerandi, at vinnan er við
iftini hava verið og – ikki minst - eru í løtuni. - Jú, eg haldi at skúlin er rættiliga slitin, sigur hon, og vísir til framsíðuna av skúlabygninginum. Her er týðiligt at síggja, at viðlíkahaldið hevur [...] verandi næmingum sum fáa gagn og gleði av hesum stóra og snotuliga skúlanum. Neyðugt er haraftrat við møguleikum hjá dreingjum og gentum at sparka bólt úti. Hesir eru ikki av teimum bestu, tí sum er, má [...] fyrrapartin í gjár, og her er sera friðarligt, bæði í skúlagarðinum og inni í forhøllini. Fleiri bilar standa parkeraðir í sjálvum spæligarðinum hjá børnunum, men lítið hoyrist til at her er talan um ein
mikið verður at gera, og at tað fíggjarliga fer at bera til. - Um vit ikki trúðu, at landingarvirksemi fer at bera til, høvdu vit sjálvandi ikki gjørt hesa íløgu, siga Niclas Davidsen og Rúni Lamhauge [...] nevndarformaður og Rúni Lamhauge, stjóri, seg vera nøgdar við prísin, sum teir hava keypt bygning og rakstrargøgn fyri. - Vit hava havt samráðingar við búgvið og BankNordik, og seljari og keypari eru samdir [...] til at gera íløgur í vinnuvirksemi, sum í størstan mun er grundað á botnfiskafiskiskapin undir Føroym, men vit vóna, at fiskiskapurin fer at taka seg uppaftur. Báðir siga teir seg trúgva upp á, at nóg
- Tað er ræðuligt, at vit ikki vinna dystin í dag. Vit føra við átta málum í seinna hálvleiki og tveita alt á gólvið, so hetta følist virkiliga sum eitt tap júst nú. Tað byrjar at kiksa hjá okkum, tá VÍF [...] VÍF fer út at mansverja tveir av okkara leikarum. Tá verður slett einki skil á okkara spælið, og tað revsa teir okkum fyri. Annars eru vit sera væl nøgdir við fyrstu 45 minuttirnar, har vit spæla væl og [...] og duga væl at revsa teirra feilir. Sjálvt um vit áttu at vunnið dystin í dag, so mugu vit bara koyra víðari. Málið er at røkka í minsta lagi heiðursmerkjum.
hann, at tað er heldur trongligt við bilasøluna í Hoyvík, og tí er tað ikki óhugsandi, at nakrir bilar í fyrstu syfti verða settir oman á nýggja økið. Umhugsa at byggja Eivind av Reyni vísir á, at bilasølan [...] Oyggjarvegin, valt at gera. Finnbogi Arge, stjóri, segði við ÚF týsdagin, at teir høvdu fingið eitt gott tilboð frá bilasøluni, P/F Reyni Service, sum teir hava tikið av. Hann helt, at tað kann vera ein fyrimunur [...] keypt hetta økið, og tí hava vit enn ikki tikið nakra endaliga avgerð um, hvussu tað skal brúkast. Men greitt er, at vit í øllum førum fara at sýna okkara bilar fram á økinum. Eivind sigur, at enn er óvist
hemara í Kanada, var laksabátur og at enda eisini garnabátur. Túgvusteinur var ikki best egnaður sum garnabátur, tí hann hevði frystilast, og tað vísti seg, at betur var at ísa garnafiskin. Næsta skipið [...] snøgt sagt í gongd við at bjóða okkum fram. Vit hugsaðu eisini um at gera okkurt annað enn tað, sum aðrir gera ? og ikki bara leypa út í tað, sum aðrir fáast við. Hann ásannar, at hetta er ein "verð", har [...] megnað at fótað sær innan hesa vinnu, har útboðið av veitarum má væntast at vera rættiliga stórt? - Tað eru nisju-funktiónir í øllum vinnum, og soleiðis er eisini í oljuvinnuni. Tað ræður um at gera seg
brúsu og út í brúsuna á gongini, sigur hon. Fólk, sum leiga seg inn á Hotel Bakkan, fáa morgunmat, og tey fáa eisini døgurða og nátturða, um tey ynskja tað. - Tey, sum búgva her, kunnu altíð fáa at eta, [...] og tey fáa gott at eta. Her nýtist ongum at ganga svangur ella tystur, sigur Ingun Poulsen brosandi. Hotel Bakkin leigar eisini eini stór sethús í Vági, og her búgva ofta ítróttarfólk, sum koma suður [...] suður at kappast, og onkuntíð hava verið upp í eini 20-24 fólk í húsinum. - So, er tað gisting, matur ella hølisleiga, eru fólk hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara, sigur Ingun Poulsen á Hotel Bakkanum