- Vit tveita alt á gólvið

Áki Mørk var alt annað enn nøgdur við eina stigið, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin ímóti VÍF.

- Tað er ræðuligt, at vit ikki vinna dystin í dag. Vit føra við átta málum í seinna hálvleiki og tveita alt á gólvið, so hetta følist virkiliga sum eitt tap júst nú. Tað byrjar at kiksa hjá okkum, tá VÍF fer út at mansverja tveir av okkara leikarum. Tá verður slett einki skil á okkara spælið, og tað revsa teir okkum fyri. Annars eru vit sera væl nøgdir við fyrstu 45 minuttirnar, har vit spæla væl og duga væl at revsa teirra feilir. Sjálvt um vit áttu at vunnið dystin í dag, so mugu vit bara koyra víðari. Málið er at røkka í minsta lagi heiðursmerkjum.