sjáldan longur enn 14 dagar, tí tá fór lodnan suðureftir, og so varð. Hetta var 12. apríl. Dagin eftir fingu vit 2500 fiskar, og so minkaði tað so líðandi. Síðani royndu vit av Finnafjørðinum út móti Fagranesi [...] Jú, pápi æt Fríðrikur. Hann doyði í 1993. Hevði hann verið her í dag, so hevði hann tosað føroyskt við tykkum. Hann hevði so nógv við føroyingar at gera, at hann hevði lært føroyska málið heilt væl, greiðir [...] vinmenn. Vit samskiftu nógv við føroyingarnar. Teir plagdu at sita við hetta borðið og roykja ball. Tá varð nógv prát og nógvur roykur her í stovuni. Nú er tað langt síðani, og tað er nógv broytt síðani tá,
einum boðum til Føroya fólk, har hann stutt og greitt avnoktaði allan slaturin. - Tað stuttliga var, at eftir avsannanina í útvarpinum ringdu fleiri fólk til okkara. Talan var um fólk um alt landið, sum takkaðu [...] mannin fortelja sær meira. Tá hoyrir Kári fyri fyrstu ferð um søguna, sum hann seinni skuldi hoyra so nógv um. - Sambært manninum skuldi eitt barn hava ringt inn til Barnaútvarpið, har eg sjálvur sat sum [...] við hetta barn, og einaferð fortelur barnið, at pápin er úti og siglir. Sambært søguni sigi eg nú, at so skuldi verið gott pláss at balla seg hjá mammuni. Men til hetta svarar barnið, at tað fer illa at bera
avgerðini? Manna ein politiskan fylgibólk við monnum og kvinnum. So hendir heldur einki tey næstu tíggju árini. So er friður. Og friður er so sissandi. Friðarvarðveitandi politiskir fylgibólkar. Tað er ein [...] sjálvandi, so tær matsjaðu grøna ílatið. Politiskir fylgibólkar ja. Tey eru gandaorðini, tá eingi landsstýrisfólk, sum annars fáa eina rímiliga løn fyri at taka avgerðir, tora at taka avgerðir. Hvat er so at gera [...] Í Føroyum eru 1111 fólk í vanligum arbeiðsbólkum, skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkum og ikki minst í nýggja ineffektiva undrinum, politiskum fylgibólkum. Tað sigur fólkateljingin okkum, nú fínteljingin endiliga
í rygginum beinleiðis siga, at grindin er so skaðilig, at hon ikki er mannaføði. Hvørjum skulu vit so trúgva? Munnu Bárður Enni og hansara fólk á Starvsstovuni, sum nú eisini er arbeiðseftirlit [...] skula nokta føroyingum at eta grind, treyðugt so. Men løgið er tað, at so lítil virðing er kring kanningarnar hjá Páli Weihe, sum hava vakt so stóran ans úti í verð. Og sera løgið er tað, at [...] an als ikki undir við. Í sínum tilmæli sigur Starvsstovan fyri so vítt tað sama sum fyri 13 árum síðani, at vaksin fólk kunnu eta ein grindadøgurða um mánaðin. Tað er í grundini nokso herligt
Hetta er altso metingin hjá Fíggjarmálaráðnum hjá Jørgen Niclasen. 15 prosent av hesum verður so góðar 15 milliónir. Og skulu hesar 15 milliónir trekkjast frá teimum 8,4, so verður ikki [...] óklókt av einum fíggjarmálaráðharra at føra seg soleiðis fram, so ger hann tað við beráddum huga: Hann veit væl, at sambært samgonguskjalinum, so veksur blokkstuðulin ikki eina krónu hetta [...] akkurát soleiðis, sum Fólkaflokkurin hevur ætlað. Og tað er eitt problem, tí tað skaðar Sambandsflokkin. Tí ræður um at finna onkra eftirrationalisering, sum skal kunna tulkast soleiðis
eina almenna internetsíðu. Men at løgreglan ikki hevur so nógv mál av hesum slagnum til kanningar, er ikki neyðturvuliga bara tí, at øll skikka sær so væl. - Nógvar av hesum sosialu heimasíðunum á internetinum [...] og nær tað gongur fólki ov nær. - Ofta byrjar hetta spakuliga, men so verður tónin grovari og grovari, til tað einaferð gongur onkrum so nær, at tey melda. Forða fyri misbrúki Men hann sigur, at ein heilt [...] teldu, ein ávísur tekstur er sendur frá. - Her stingur so tann trupulleikin seg upp, at ein telda er sjáldan heilt persónlig, tí tað eru oftast fleiri fólk, sum brúka somu teldu. Tað kunnu vera fleiri vaksin
sigur, at av tí at hetta er so nýtt, eru øll á nøkulunda sama støði - á byrjunnarstøði. Aftur at tí, at tað er stuttligt at dansa, so sær tango eisini sera flott út, heldur hann, so um onkur vil imponera á [...] men tá avtornaði høvdu heili 120 fólk teknað seg. Eins og ta ferðina, er tað Gunner Svendsen, sum kemur frá Tangoakademiet í Århus, sum fer at undirvísa. Okkum dámar so væl at dansa? Eitt av teimum pørunum [...] er tað ikki so ringt at koma runt á gálvinum. Árni sigur, at tú lættliga kann klára teg uttan tær heilt stóru »krúllurnar.«. ? Vit hava verið á tveimum week-end-skeiðum og hava sjálvandi nógv eftir at læra
kassarnir tann privata so nógv, at tey, ið arbeiða, neyvan hava eftir til lúsasalvu, tá tey hava verið ígjøgnum almennu skattapressuna. Tað er veruleikin ídag. Um onki skilagott verður gjørt, so drepur skatturin [...] hóming av hallinum, so kann ein undrast á fakliga førleikan hjá hesum ráði. Tí annar búskaparfrøðingur visti hetta fyri langari tíð síðan. Men hóast hann hevði annan lit enn H Oskarson, so var fakliga meting [...] verður eitt fíggjarligt upptak eftir tjóðveldisflokkin ? sum vanligt. Men skatturin skal niður, so fólk aftur kunnu arbeiða. Tað má Oskarson instilla seg uppá.
ikki er so sterkt. Stjórin hevur boðað frá í Sandavági, at Norðoya Sparikassi ikki fer at lata deild upp. Tað var serliga kommunan, sum spurdi seg fyri, tann tíð tað var, men nú hevur hendan so fingið boð [...] færri og færri manuellar avgreiðslur. Fólk leggja meiri og meiri fastar flytingar inn, og fleiri avgreiða sjálvi flytingara umvegis internetið. ? Hetta er bara so, og vit hava havt hetta í huganum í fleiri [...] letur so tann deildin aftur. ? Tá vit seldu bygningin, gjørdu vit ein sáttmála við nýggja eigaran um, at hann ikki kundi sigast upp innan fyri tey komandi tíggju árini av honum. Men nú fara vit so longu
vit, halda tey helst, at prísurin ikki eigur at hækka nógv afturat. Uttan at kunna siga nágreiniliga, hvat ein nýggj íbúð í Havn fer at kosta, so giti eg, at hon endar við umleið kr. 800.000. Túsund stk [...] vilja hava nakra loysn, tí so hava teir tað minni at fara til val uppá. Men um vit eiga minst tvey tíðindafólk, sum vilja ? og sleppa ? at lýsa málið, sum tað veruliga er, so hava tey húsleysu møguleika [...] møguleika, at skilja grundina til, at fólk ikki leiga út, sjálvt um avkom teirra er floygt. Grundin til, at so fá vilja leiga út, er helst, at tey noyðast at rinda skatt, bæði av inntøkunum og av útreiðslunum