Í Føroyum eru 1111 fólk í vanligum arbeiðsbólkum, skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkum og ikki minst í nýggja ineffektiva undrinum, politiskum fylgibólkum.
Tað sigur fólkateljingin okkum, nú fínteljingin endiliga er liðug. Hon sigur eisini, fólkateljingin, at fólkatalið í Føroyum er bara 41111, tí allar kvinnur taldu ikki við í manntalinum.
Samanumtikið er ikki so ringt at búgva her kortini, er fólkateljingin eftirfarandi. Tað er hon, siga tey.
Og tað er ein óheppin niðurstøða fyri fólkasálina. Tí føroyingar eru sum børn, grenja og krevja alla tíðina.
Bankarnir eiga til dømis at vera almannastovur á bygd. Ikki tað, sum teir eru, beinharður, miskunnarleysur bisniss við einans endamáli, pengar til teirra, sum eiga.
Føroyingar liva ikki uttan bil. Bara deyðir føroyingar hava ikki bil. Teldu hava eisini øll. Tær kosta ikki nógv, heldur ikki í heimsins dýrasta landi at búgva í. Annars ber til at keypa sær eina í Newcastle.
Hví vilja øll á bygd eisini hava berghol hagar, vegur longu er, tá tey ikki vilja av bygdini við pengum?
Fjølmiðlarnir knarra óført um alt ov fáar lýsingar. Tað er løgið, at teir fáa lýsingar yvirhøvur. Tí síður og senditíð eru altíð víðopin fyri ókeypis reklamu. Alt telur við.
Nú skal so kannast, hoyrdi eg, hvussu nøgdir, ella rættari, hvussu ónøgdir føroyingar eru. Bara eitt fólkaslag grenjar meira enn føroyingar. Og tað slagið er, siga kanningar, heimsins lukkuligasta, danskarar.
Fólkaheilsuráðið skal gera eydnukanningina. Er tað vorðið ein sjúka, sum skal fyribyrgjast við forboðum, at vera glað og lukkulig?
So fáa vit at síggja, um tey, sum gera eftir ráðunum hjá ráðnum, eru glaðari enn hini. Um brokkoli sjey ferðir um dagin er tað sama sum lívsgleði.
Ferðavinnan fær upp í leypar av milliónum skattakrónum hvørt ár til at lokka útlendingar higar. Higartil uttan stórvegis úrslit. Hvussu skal tað tá bera til at lokka føroyingar hendanvegin? At flyta úr heimsins lukkuligasta eydnulandi.
Orð eru altíð stuttlig at fáast við og seta saman. Eg eri ikki stinnur í týskum, viðgekk eg her herfyri, men hesi trý orðini skilti eg tó alt fyri eitt. Tey eru so logisk. Tey stóðu á einum lepa í einum tjaldi, sum seldi heitt jóladrekka. Har var opið “bis keinermehr kommt.” Ein framúrskarandi kompositión.
Á hallelujafrontinum henda ting og sakir. Í Miðflokkinum ásanna tey, at tað nyttar einki at biðja fyri teimum sjúku. Nú skal fólkið hava, ikki opium, men kannabis, indiskan hamp. Frálíkt hugskot. Vónandi fer slíkur kollektivur gleðisrúsur at gúppa Føroyar upp úr miðøldunum.
Tað er í lagi at hunddálka fólk og stoyta øll ljót og fúl orð oman yvir tey, bara orðini standa í Bíbliuni. Og har eru øll tey ótespiligastu orðini í málinum, sama hvussu týðingin eitur. Og ræðuligar hóttanir, sum fáa heiðurslimir í Hells Angels at rodna.
Tvær bøkur lógu í einum frystiposa í postkassanum ein dag, tá junkmeylur annars ikki plagdi at koma. Perman var grøn, og svørt sjálvandi, so tær matsjaðu grøna ílatið.
Politiskir fylgibólkar ja. Tey eru gandaorðini, tá eingi landsstýrisfólk, sum annars fáa eina rímiliga løn fyri at taka avgerðir, tora at taka avgerðir.
Hvat er so at gera fyri at sleppa sær undan avgerðini? Manna ein politiskan fylgibólk við monnum og kvinnum. So hendir heldur einki tey næstu tíggju árini. So er friður. Og friður er so sissandi. Friðarvarðveitandi politiskir fylgibólkar.
Tað er ein dygd at tora at taka avgerðir og standa við tær. Dygd er ikki ein dygd í Føroyum.