Tá Føroya Sparikassi fyrr í ár gjørdi av at lata deildina aftur í Sandavági vóru røddir frammi um at fáa Norðoya Sparikassa at lata upp deild í bygdini.
Hesum tankanum var stovnurin í norðoyggjum ikki heilt avvísandi yvirfyri, og sagt varð, at stovnurin vildi taka málið upp til viðgerðar.
Tað hevur stovnurin nú gjørt, og er avgerð tikin um, at Norðoya Sparikassi fer ikki at lata upp deild í Sandavági.
? Vit hava viðgjørt hetta drúgt ? bæði innanhýsis og í nevndini, men vit hava gjørt av ikki at fara til Sandavágs, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
Hann vísir á, at um ein peningastovnur skal koma til eina bygd sum Sandavág, so er fyritreytin fyri, at tað skal bera seg, at marknaðarparturin verður oman fyri 50 %.
? Tað trúgva vit ikki uppá kann lata seg gera hjá okkum, tí hinar deildirnar liggja tætt við Sandavág um enn ikki í bygdini, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Eisini vísir hann á, at vinnulívið í Sandavági ikki er so sterkt.
Stjórin hevur boðað frá í Sandavági, at Norðoya Sparikassi ikki fer at lata deild upp.
Tað var serliga kommunan, sum spurdi seg fyri, tann tíð tað var, men nú hevur hendan so fingið boð um avgerðina hjá Norðoya Sparikassa.
Lata aftur í Klaksvík
Samstundis sum hetta málið er avgreitt, er ein onnur avgerð tikin, sum fær avleiðingar fyri fólk á vestara armi í Klaksvík.
Deildin hjá Norðoya Sparikassa, sum liggur við Klaksvíksvegin, letur aftur aftan á Ólavsøku.
Hetta er ein avgerð, sum sambært sparikassastjóranum, ikki er tikin her og nú.
? Hetta hevur verið ávegis í eina tíð, men eg skal viðganga, at hon kemur nakað fyrr enn væntað, sigur hann.
Eyðfinn greiðir frá, at høvuðsorsøkin til, at deildin letur aftur, er, at automatiseringarnar føra við sær færri og færri manuellar avgreiðslur. Fólk leggja meiri og meiri fastar flytingar inn, og fleiri avgreiða sjálvi flytingara umvegis internetið.
? Hetta er bara so, og vit hava havt hetta í huganum í fleiri ár, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Peningastovnurin lat aftur deildina á Kósini fyri trimum árum síðani. Fyrraárið varð bygningurin, har deildin við Klaksvíksvegin húsast, seldur og nú letur so tann deildin aftur.
? Tá vit seldu bygningin, gjørdu vit ein sáttmála við nýggja eigaran um, at hann ikki kundi sigast upp innan fyri tey komandi tíggju árini av honum. Men nú fara vit so longu úr honum, nakað nógv fyrr enn væntað, greiðir Eyðfinn frá.
Ongar uppsøgnir
Hóast deildin letur aftur, so verða tað ikki talan um uppsøgnir hjá Norðoya Sparikassa.
? Vit hava onnur hol at fylla út á høvuðsdeildini, tí tað er ein sannroynd, at vit hava roynt at hildið starvsfólkatalinum niðri seinastu árini, og tí merkir hetta ikki nakra uppsøgn. Men tað verða tvey færri, sum koma at sita við avgreiðsluna, slær Eyðfinn fast.
Hesi koma tó at røkja aðrar uppgávur á stovninum ístaðin.
Eyðfinn Reyðberg sigur at enda, at stovnurin hevur koyrt við lágum starvsfólkatalið seinastu árini, og vísir hann á, at um hugt verður at starvsfólkatalinum, so hevur Norðoya Sparikassi mest útlán og innlán pr. starvsfólk.
Deildin hjá Norðoya Sparikassa við Klaksvíksvegin letur sum sagt aftur eftir Ólavsøku, og so er alt virksemið hjá peningastovninum í Klaksvík á einum og sama staði á høvuðsdeildini við Ósávegin.