Meining
Marjus Dam
-------------------------
Valevnisuppskot hjá Tjóðveldisflokkinum undan valinum, røðari hjá Hesuferð o.s.v skírir nú annan búskaparfrøðing at hava partapolitiskan lit. Ein kann spyrja ? hví ikki tað?. Er tað bert Hermann Oskarson, ið hevur rætt at hava partapolitiskan lit ? ímeðan onnur ikki hava tað?
Sum løgtingslimur í nøkur ár, so undrar tað ikki sørt, at formaðurin í Búskaparráðnum nú brádliga er ímóti, at ein skattalætti verður framdur.
Hann óttast fyri, at almennu kassarnir fara at tørva pening, uttan tó at nevna, at ídag ræna almennu kassarnir tann privata so nógv, at tey, ið arbeiða, neyvan hava eftir til lúsasalvu, tá tey hava verið ígjøgnum almennu skattapressuna. Tað er veruleikin ídag. Um onki skilagott verður gjørt, so drepur skatturin hønuna, ið verpur gullegg, nevniliga øll tey fólk her á landi, ið arbeiða.
Tað sum undrar enn meira er, at Formaðurin í Búskaparráðnum, ið sum fakmaður á økinum átti at komi við metingum um t.d. avleiðingar av, at ríkisveitingin var skerd á sinni - ikki kleyv í tvey. Hetta var ein politisk avgerð ? ið hann onki hevði við at gera, segði hann.
Eg spyrji enn, hvat og hvar niðurstøðurnar og kanningarnar hjá búskaparráðnum vóru tá. Vóru tær hildnar aftur, ella ikki gjørdar - tí formaðurin var í partapolitiskum hafti?
Ella hevði tað ongar fíggjarligar avleiðingar at ein triðingur av ríkisveitingini varð skerd burtur? Eftir stendur, at Búskaparráðið onki boð er komið við tá størsta inntriv í føroyskan búskap nakrantíð varð gjørt ? nevniliga skerjingin av ríkisveitingini við 366,4 milliónum krónum eftir einari nátt.
Eg haldi, at tað er undarligt, at formaðurin í búskaparráðnum og búskaparráðið onki gjørdi ella segði tá.
Tað er eitt politiskt mál at skerja skattin, so føroyingar kunnu liva í Føroyum. Tað hevur samgongan set sær fyri. Hví skal Oskarson úttala seg um hetta politiska mál, tá hann ikki kundi úttala seg ríkisveitingina á sinni, tí tað var eitt politiskt mál?
Kann hugsast, at Hermann Oskarsson rennur partapolitisk ørindir, nú hann sjálvur skýrir onnur at gera tað?
Og somuleiðis kundi verið áhugavert at fingið at vita, nær Hermann Oskarsson úttalar seg sum búskaparfrøðing og nær hann úttalar seg sum tjóðveldismann. Mær tykist, at tað í løtuni ikki er nakað skott ímillum hesi viðurskiftir. Og tað átti tað so avgjørt at verið.
Hevði formaðurin í búskaparráðnum onga hóming av, at hallið á fíggjarlógini í ár kom at vera 400 milliónir krónur? Tí tað vísti búskaparfrøðingur sambandsfloksins á fyri knøppum árið síðan. Men var onki sagt av búskaparráðnum undan valinum ? tí at formaðurin vildi fjala tað til eftir valið?
Eg haldi, at Hermann Oskarson visti alt um hallið á fíggjarlógini í ár, men at hann tagdi um viðurskiftini, tí fakligi neutraliteturin er horvin í tjóðveldisleypinum. Um búskaparráðið ikki hevði nakra hóming av hallinum, so kann ein undrast á fakliga førleikan hjá hesum ráði. Tí annar búskaparfrøðingur visti hetta fyri langari tíð síðan. Men hóast hann hevði annan lit enn H Oskarson, so var fakliga meting hansara tíverri røtt, so syrgiliga røtt ? og samsvarar ógvuliga væl við tað í fíggjarmálastýrið borðreiðir við nakrar dagar eftir valið. Men sum alment varð avnoktað beint undan valinum( citat Høgni Hoydal: "fantastiski fíggjarpolitikkurin hjá K.Hansen"). Hall 400 milliónir áðrenn ávdráttir. Ikki eiti á. Tað einasta fantastiska er eitt fantastiska stórt hall.
Tað verður eitt fíggjarligt upptak eftir tjóðveldisflokkin ? sum vanligt.
Men skatturin skal niður, so fólk aftur kunnu arbeiða. Tað má Oskarson instilla seg uppá.











