teimum ikki at vinna upplagdar málmøguleikar. Tá ið hetta verður havt í huga, er tað lítið, sum bendir á, at tað í Sarpugerði fer at eydnast teimum at vinna við tveimum málum og harvið at fáa longda leiktíð [...] í gjárkvøldið og 2-0 sigur til Víking á útivølli ímóti B68 í kvøld bendir alt á, at tað vera KÍ og Víkingur, sum fara at spæla steypafinalu. Í 2022 vann Víkingur steypafinaluna 1-0 ímóti KÍ, og í 2016 vann [...] um víkingarnir ikki skulu vinna seg í finaluna. Stóran part av tíðini í kvøld bar gongdin brá av, at hetta var fyrri partur av hálvfinalu, sum verður avgjørd í Gøtu um ein lítlan mánað. Eitt stórt korter
men boðaði í oktober í fjør frá, at hon fór úr DR í 2025. Tað frættist skjótt, at Bjarne Corydon eitt av heitastu nøvnunum til starvið. Og í apríl varð kunngjørt, at hann var tann, sum skuldi yvirtaka [...] segði við sítt egna blað í apríl, at Corydon hevur ta styrki, at "hann veruliga elskar Danmark" og donsku stovnarnar. Men sambært Lykkeberg verður avbjóðingin hjá Corydon, at hann metir sína egnu støðu sum [...] kallar teir populistar og heldur, at teir byggja á ósannindi og ábyrgdarloysi. - Og tað er greitt, at um tú skalt vera ein stovnur, sum savnar Danmark, so er tað ikki kring tað teknokratiska møsnið, segði Lykkeberg
øðrum stórum landi. Tað rokna tey heldur ikki við, at hon fer. Hon fer at halda seg yvir hav og fer norðureftir fram við eysturstrondini í USA. Tað er har, at lágtrýstini, sum koma ímóti okkum taka seg upp [...] verið heitari enn í fjør, og fleiri veðurfrøðingar í USA hava tí væntað, at vit ikki skuldu bíða næstan til Mikkjalsmessu fyri at fáa ta fyrstu ódnina í flokki 4. Hon er har longu nú. Hon eitur Erin, og [...] Ex-Erin komin eystur ímóti Írlandi. Enn er nógv megi eftir, men tað fer ikki at nærkast Føroyum meiri enn tað. Vit fara at fáa eysturættir í nakrar dagar og regn eisini, men ikki nógvan vind ella nógv
villur viðvíkjandi landsjarðunum, soleiðis at skipanin á tann hátt er við til at rudda í verandi skrásetingum. Tróndur Leivsson fegnast um brúkaravinsemið og at starvsfólkini kenna seg aftur í greiðu br [...] sameinir styrkirnar á menningardeildini í Munin við dygdirnar í Hugin-skipanini fyri at nøkta tørvin hjá Búnaðarstovuni at fáa yvirlit yvir landsins jarðir. - Hetta hevur verið ein spennandi og drúgv tilgongd [...] tilgongd við einari meira umfatandi uppgávu enn vanligt. Tí er tað ein góð kensla at vera komin á mál og síggja, at skipanin veruliga ger mun fyri Búnaðarstovuna, sigur John Zachariassen, verkætlanarleiðari
seta met. Mett verður, at talið kann tátta í stórhundrað, tá árið er runnið. Og hetta hendir, uttan at fleiri enn tey fáu vísa á, at dagatal menniskjan ikki er latið í hendur manna at gera av. Og hetta hendir [...] vð at eldur verður festur í. Tíverri er Nigeria bert eitt av mongum, mongum dømum, har menniskju dagliga verða atsøkt og dripin fyri trúðar sakir. Í ár væntast talið av deyðadómsdrápum í Ameriku at seta [...] síðani vóru ótryggir fyri flestu av hart royndu íbúgvunum at vera á, verða í dag brúktir til avrættingar av íbúgvum, sum verða illtonktir fyri at hoyra til aðrar bólkar enn teir, sum beint nú halda seg hava
landinum, og fríska høgættarlotið ber við sær, at tað kennist at vera bítandi kalt, hóast tað eru umleið seks stig. At vindurin er so nógvur kann bera við sær, at fótbóltsspælið verður nakað darvað, har sum [...] roknað við, at allir dystirnir vera spældir. Meistararnir í KÍ eru komnir til Runavíkar, og ferðslan er longu nógv úr Klaksvík og út á Skálafjørðin. At hann er høgur í ættini ber við sær, at fimleikarahøllin [...] í Sørvági við sær, at 07 Vestur sleppur undan niðurflyting. Í Sørvági er miðal vindferðin 11-12 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í 18 metrar. At hann er høgur í ættini ger, at tað er spælandi í Sørvági
r, og tað var skjótt at staðfesta hjá honum og hinum, at setningurin hjá 07 Vestur á útivølli oftast verður at halda tørn um javnleikin. - Vit hava gott mót, og vit ætla okkum at varðveita plássið í deildini [...] aftur. Tað var burtur úr ongum, at Bjartur Kjærbo kom at standa væl fyri í brotsteiginum. ÍF var omaná í seinna hálvleiki, og tað var helst eisini í tráð við leikgongdina, at heimaliðið fekk øll stigini. [...] ætlar at vinna klaksvíkingar longur fram enn fjórða plássið, sum teir rukku í fjør. - Ungu spælararnir eru svangir. Í fjør skoraðu vit fleiri mál enn hini liðini. Avbjóðingin er at fáa verjupartin at rigga
skjótt greiður yvir, at hetta kundi ikki beskrivast, hetta mátti upplivast. Líkamikið, hann kláraði hetta alt við ein glans. Jakku var farin undir at súgva og at selja sand og onkuntíð at sigla við farmi kring [...] skilir einki. Skilir ikki, at Ulf Larsen er Gud og Djevul og hevur viðurkent hetta. At skipið er hansara kongadømi, jørðin øll. At hann trýr uppá viljan, tað einstaka menniskjað. At eitt menniskja fyrst og [...] dagsskránna, at vit sótu á hvør sínari gongustjørnu. Diametralir mótsetningar, hann sambandsmaður og eg tjóðveldismaður, men tíbetur hava vit megnað at rætta okkum inn soleiðis um okkara leiðir, at til ber
fuglameingi og bjargarøktin, ið dró. At tala um Føroyar sum ferðamannaland kunnu vit ikki rættiliga fyrr enn hesi seinastu sløku fjøruti árini eftir at almenn stig vórðu tikin at fáa í lag regluliga millumla [...] gjørdi hann? Børn eru forvitin og vildu sleppa at síggja tað, sum hann gjørdi. Men sá hann fólk nærkast, flutti hann seg beinanvegin úr stað. Vit fingu at vita, at amboðini hjá honum itu staffeli og palett [...] heimanfyri er at kalla eingin; kundu fyri tað staðið síð um síð í beinari røð. Havi tí mangan hugsað, hvar Havsteen hevur verið staddur, tá hann hevur strikað húsini upp. Við at líta at einum hjalli fremst
til at avgreiða síni bankaviðurskifti. Sum liður í hesari ætlan er BankNordik eisini við til at menna eina dagførda útgávu av Netbankanum, ið væntandi verður liðug seinni í ár. – Vit vita, at okkara [...] Í BankNordik lata tey væl at roknskapinum fyri 1. ársfjórðing. Bankin skrivar, at 2018 hevur higartil hilnast væl hjá BankNordik-samtakinum. Rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing gjørdist 77 mió [...] avbjóðing, fegnast vit um at kunna staðfesta ein nøktandi útlánsvøkstur umframt lønandi rakstur, sigur Árni Ellefsen, for- stjóri í BankNordik. Samtakið leggur seg eftir áhaldandi at bøta um virkisførið