fyri umhvørvi. Teir megna ikki at brenna alt ruski sum kemur inn. Í Sosialinum frá 23/1 stóð aftur ein grein um umhvørvi og um hvussu nógv verður gjørt í teimum ymsu kommununum fyri, at tað skal verða so [...] okkum so týðandi máli, men tað er sum at sláa í stein, einki verður gjørt. Tit skuldu ómakað tykkum ein túr inn á sandin í Skálafirði, so høvdu tit sæð alla óhumskuna sum liggur á sandinum og langt norður
hevur víst hugskotinum, sum nakrir handilsmenn eru komnir við um byggjan av skýli í Klaksvík, aftur. Ein má spyrja, hvar JWH fær hesar upplýsingar frá. NFÍ hevur ikki havt fundið við nakran um skýlið, og [...] sær undir byggingina, og tískil er einki skýli komið upp enn. Mín persónliga meining um málið er, at ein nevnd verður sett at arbeiða við málinum, og skal uppgávan hjá nevndini vera tann, at fáa skýlið uppaftur [...] Vitandi um at KÍ hevur ætlanir um at brúka hølini hjá Lognbrá, har dansurin í Klaksvík heldur til, hevði ein góð loysn verið at flutt dansin oman í skýlið, tí á tann hátt høvdu norðoyingar fingið sína dansistovu
eisini seinni. Fakfeløg hava áður víst á, at helst kann ein meira liðilig skipan setast í verk í sambandi við gerðarrættin. Vit kunnu kanska kalla tað ein víðkaður gerðarrættur, sum allir partar á arbeiðsm [...] eisini gera sær dælt av, at ongar reglur eru á hesum øki, tað er ein annar spurningur. Hesi ynskja ikki skipaði viðurskiftir og síggja ein fyrimun í, at tað er tað reina kaos á økinum«. Hetta eru álvarsligar [...] landsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum varðar av hesum í landsstýrinum, eisini er av tí áskoðan, at ein broyting má verða gjørd í semju við arbeiðsmarknaðin. Og tað er at fegnast um. Men tað sum fyrst og
fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar við drápi, og mitt í øllum rokinum, meðan áin floymir, og alt er ein ruðuleiki, [...] partur, ið er stuttur afturímóti, er sum ein eftirskrift um rættarmálið og avleiðingarnar av uppreistrinum. Brotsmaðurin er ikki urtagarðsmaðurin sjálvur, men ein sum hansara orð hava fest eld í. Býurin [...] fann ein deyðan nýføðing í frárenslinum frá einum kjallara. Hetta verður hansara barn og hansara ábyrgd at fáa tað í jørðina. Hann ber tað burtur í myrkrinum út um býin, út um ánna og niðan undir ein stein
Sostatt er talan um ein vøkstur uppá eini 3% í 1997, afturímóti 1996. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag upplýsti fyri limunum, at hetta er heldur minni enn hjá øðrum samfelagsbólkum. Ein orsøk er, at [...] Eins og hjá teimum flestu í samfelagnum, høvdu vit eisini eina ávísa framgongd í fjør. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag tóktist hampiliga væl nøgdur tá ið hann á árliga aðalfundinum
Á ársaðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin varð ein nýggjur nevndarlimur valdur. Tað er Hans Joensen, sum kom í nevndina fyri Poul Rufus Danielsen, sum ikki varð stillaður uppaftur, hann
millum serfrøðingarnar. Ein útbjóðing má undir ongum umstøðum gera okkum verri fyri í marknamálinum. Edmund Joensen sigur, at markið og ein útbjóðing eru tveir ymsir spurningar, men ein semja um markið fer [...] fram skal farast. Ein seinasta roynd Løgmaður vísir á, at tað nú eru tveir møguleikar eftir, annar er at semjast í politiskum samráðingum ella fara til Haagdómstólin. -Hetta er so ein upplagdur møguleiki [...] annað spyrst burtur úr, er ilt at siga uppá forhond. Uppá fyrispurning um oljulóggávan og ein lisensrunda eru ein partur av orsøkini til, at tað nú eru tikin stig til politiskar samráðingar sigur løgmaður
ngjørd, so hevur einki verið at hoyrt um, hvat føroyingar ætla sær at gera við málið. Fyribils er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við eini niðurstøðu - fyrst til løgmann, sum so skal kunna Landsstýrið
sannlíku, ið fara at liggja best fyri í kappingini um FM heitið. Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein ella tvær innan-hýsis uppgerðir millum feløg, sum hava staðið seg væl seinnu árini, hava verið lagdar [...] oktober er ætlanin at 18. og síðsta umfarið í landskappingini í 1. deild hjá monnum skal avgreiðast. Eins og í fjør verða hetta vikuskiftið bara dystir í bestu mannfólkadeildini, tí hinar deildirnar verða [...] møguleiki fyri, at annar av innanhýsis dystunum millum hesi bæði feløgini eisini í ár fer at verða ein av lykladystunum, tá avgerðin skal falla um, hvar skápið skal standa. Síðsta leikdag skulu vágbingar
sjálvandi ilt at meta um, hvørji feløg vóru meiri heppin í lutakastinum enn onnur, og tað er eisini ein spurningur, hvat eitt heppið lutakast er. Eitt er at sleppa víðari úr bólkaspælinum ? tað eigur ikki