Hóast væl er fráliðið, síðani bankakanningin varð almannakunngjørd, so hevur einki verið at hoyrt um, hvat føroyingar ætla sær at gera við málið.
Fyribils er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við eini niðurstøðu - fyrst til løgmann, sum so skal kunna Landsstýrið og tingnevndirnar, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri..
Í arbeiðsbólkinum sita fólk á Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum, umframt føroyskir og danskir advokatar.
Umráðandi at fáa
gott úrslit
Spurd, hví tað tekur so drúgva tíð at fáa politisku skipanina at koma við einum útspæli, sigur løgmansstjórin, at hetta er eitt stórt mál. Hóast tað, so fer arbeiðsbólkurin at gera skjótt av, men løgmansstjórin vil ikki seta vikutal ella dagatal á, nær úrslit spyrst burturúr.
- Málið er eisini stórt, tá hugsað verður um, at frágreiðingin er 2.600 síður. Vit skulu eisini taka støðu til at rættarmál skal reisast - tað er eitt. Annað er um vit skulu taka upp samráðingar við danska statin o.s.fr..
Politikararnir hava sagt, at teir vilja vera rímiliga samdir úteftir. Tað er eitt gott signal, heldur Marjun Hanusardóttir.So mikið meira umráðandi heldur hon tað vera, at taka sær stundir at fáa eitt gott úrslit.
Útvegað sær serkunnleika
Hóast einki er komið fram um arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum, so er greitt, at løgmansskrivstovan hevur fyrireikað seg væl. M.a. hevði miðfyrisitingin longu útvegað sær løgfrøðisliga hjálp, áðrenn bankakanningin varð almannakunngjørd.