teir upp í hendurnar á okurkallum, sum síðani hava veðsett okkum langt fram í tíðina og sett fólkið á biddarasessin hjá Altjóða Gjaldoyrisgrunninum og öðrum lánistovnum. Vit eru gíslar á lögreglustöðini hjá [...] í lummanum á fíggjargreivum og nú er tíð upp á at taka ábyrgd av tí. Geir Haarde segði, at kreppan var bara eitt ólagaligt lágtrýst uttaneftir, eitt hissini illveður, og var tað ikki komið á okkum og hevði [...] sum lá eftir á matstovu hennara, var so stór, at eingin hevur ráð at gjalda hana, men stjórnin, sum sat til fyri kortum, segði ikki sum teir sálarsjúku í Einglum alheimsins: Vit eru öll saman á Kleppi (t
einastandandi góður. Aftur á konsert Eg fór á konsert í Falconér Høllini herfyri, uttan at rokna við nøkrum, tí eg hevði skilt, at tú aldri veitst, hvat tú fært, tá tú fert á Van Morrison konsert. Tað kann [...] hvíld. Men á pallinum er hann tónleikari; ikki filosoffur. Eg royndi at grunda á tónleikin, fyri ikki at missa hann. Tað er so skjótt, at tónleikurin hvørvur, um tú hugsar ov nógv um tað á eini konsert [...] country damunum, men hon sýndi eisini aðrar dygdir á konsertini hóskvøldið. Mær dámar betur tann partin av Van Morrison, sum leitar í dýpdirnar og ikki loypir á fólk, eitt nú sangir sum Hymns to the Silence
fáa eina sigar. [Hetta hevur eisini verið brúkt umborð á føroyskum skipum heilt til nýggja tíð]. Annars er arbeiðstíðin frá kl. 4 morgun til kl. 7 á kvøldi. Skiparanum dámar einki, um vit taka okkum [...] síðani vit fóru frá Siam, men seinastu vikuna hevur lagið verið av tí besta. Tað er munur á, sum tað er lættari á tann hátt. 12. desember Nú nærkast jólum, og tey fara vit at halda onkustaðni í Atlantshavinum [...] dagar úr Thailandi til Europa Frants fór aftur til Europa við barkini Solveig, har hann var kokkur. Á hesi ferðini skrivaði hann dagbók. Henda Miðvikan er brot úr hesi dagbókini, sum sigur eitt sindur
føðslu. Spell! Amerikanskir liberalistar høvdu tørv á einum sovorðnum filmi so at styrkja teir til tað týdningarmesta valið í áratíggju. Teir høvdu tørv á einum filmi, ið bjóðaði tess ómátaliga hyggjaratali [...] ikki at vilja hava nakað við filmin at gera. Í roynd og veru, ljóðbítandi mótmælini hjá Michael Moore á tí annars so góðskukenda filmsfestivalinum í Cannes vóru, honum líkt, eitt ísakalt ?trikk? at sermerkja [...] Moore, hvussu gávaður ein ?spin-doktari? hann er. Kortini, grefligt falsspeki sum hetta ber eisini upp á mál álvarsligan iva um hansara filmslistarliga heiðurssemi; sjálvt fyri fólk sum meg verandi ovurmóttakilig
tann dømdi ansaðu einans hvørjum øðrum. Soldáturin fekk fatur á buksunum og skjúrtuni hjá tí dømda, sum lógu í grøvini, upp við oddinum á bajonettini. Skjúrtan var ógvuliga skitin, og tann dømdi vaskaði [...] sínum sundurskornu klæðum framman fyri soldátinum, sum húkandi flenti og sló seg á knøini. Hóast hetta høvdu teir enn tamarhald á sær sjálvum, tí harrarnir vóru hjástaddir. Tá offiserurin at enda var liðugur [...] hann øll klæðini sera virðiliga, harumframt kíndi hann við fingrunum silkisnórarnar á búnanum og rysti ein kveist upp á pláss. Gaman í, tað samsvaraði ikki við hansara nærlagni, at hann, so hvørt liðugur
hvítusunnuna á jørð, tá tað kom líkasum eitt dun av himni, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið sum teir sótu í, og tungur líkasum av eldi, settist á ein hvønn teirra, og teir tóku at tala á øðrum [...] nú hvítusunnudagurin er komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust [...] tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av Hinum Heilaga Anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og Andin gav teimum at mæla. Men har
tað. Politiskt mátti hesin fólksins dómur takast til eftirtektar á tann hátt, at heimastýrislógin mátti endurskoðast og nýskipanir fremjast á ríkisrættarliga økinum. Nú vóru góð ráð dýr fyri tann illa skølsetta [...] broytist á mansins ævi, men hetta ber prísin! Men sjálvsagt, øll vistu, at sambandsformaðurin fyri langari tíð síðan hevði spælt sær øll kort av hondum. Allir flokkar høvdu sum vera man misálit á hesum [...] at trumfa sín vilja ígjøgnum. Hann gav skarvin yvir. Valið var slept á hesum sinni. Tá hann so kom út í fjølmiðlarnar dagin eftir, og á sín fólkaliga og sannførandi hátt greiddi frá, at tað ongantíð hevði
fara út á flogvøllin í Kastrup og taka eitt flogfar, svaraði stjórin. Erling Lydersen kom á flogvøllin, men tá hann sá flogfarið, sum skuldi flúgva hann til Føroya, vendi hann nøsini heimaftur á skrivstovuna [...] møtti upp á bryggjuni við einum metri av sjokulátu. - Tað fekk eg við mær, so eg fór at keða meg minni á ferðini til Føroya, fortelur Erling. Sigldi runt við Tjaldrinum Fyrsta ferðin til Føroya gekk væl, og [...] hevur verið sjeyti ferðir á oyggjunum seinastu 35 árini, og hann sigur seg hava fleiri vinfólk í Føroyum, enn hann hevur í Danmark, har hann býr og arbeiðir. Konan hevur verið við á nógvum ferðum hansara,
útbúgving sum sniðgevi á Columbine Skolen á Frederiksberg og síðani tvey ára útbúgving sum design-teknologur á Bec, sum nú eitur Kea, Copenhagen School of Design and Technology á Eysturbrúgv. Hon stovnaði [...] vera sjálvstøðug og dríva egna fyritøku. Longu tey árini, tá ið eg gekk á skúla í Keypmannahavn, byrjaði eg at seyma og selja vørur á ymsum marknaðum. Fyrst í smáum, men síðani vaks virksemið, og í 2009 [...] kvinnur gera og var kreativ upp á allar møguligar og hugsandi mátar. Eg fór til upptøkuroynd og var til samrøðu hjá stjóranum, og lukkutíð var tað nóg mikið til at sleppa inn á sniðgevaraskúla í Keypmannahavn
gentuna á myndunum, sigur Óla Jákup, sum fyrstu ferð slapp at síggja Theresu veruliga 14. marts í 2007. Fagnaður á flogvøllinum Tá Laila kom til Føroya við dóttrini, vóru bæði familja og vinfólk komin á flogvøllin [...] borðinum lítla løtu, og hon sá mat liggja á tallerkinum, skundaði hon sær at býta um tallerkar, soleiðis at hon hevði mest á sínum tallerki, minnist Óla Jákup. - Tað gekk nakað av tíð, áðrenn hon vandi seg við [...] Danmark fyri barnloysi, tóku tey avgerð um at ættleiða eitt barn úr Kina. At gerast foreldur á henda hátt er øðrvísi á mangar mátar. - Tað er ein kollvelting fyri øll foreldur at fáa eitt barn. Sum foreldur