Ummæli
?Thank you, Florida!? kunnger tann kosni forsetin í Sambandsríkinum Amerika í inngangsupptøkunum til Fahreinheit 9/11. Al Gore er umgyrdur av gleðisaldum og lætta. ?Oh, thank you Florida!? geylar hann enn einaferð sum hann, við knýttum neva, langaði armin upp í loft. Øll eru so hjartansglað?eisini Stevie Wonder, ið tykist vera óvanliga bergtikin av loftsprýðinum. Michael Moore spyr: ?Was it all a dream? Did the last four years really happen?? Innan sløk 30 sekund hevur filmsskaparin sostatt fangað lagið hjá nógvum av hansara medborgarum og bróðurpartin av verðini.
Men?og áðrenn vit venda aftur til veruleikan?tvey fyribrigdi muga havast í huga viðvíkjandi umstrídda heimildarfilminum: filmslistarliga heiðurssemið hjá filmsskaparanum og hvussu hann er vorðin seldur okkum, almenningin. Tó at vit øll somul heldur enn gjarna vilja láta sum um at tað fyrrnevnda hevur størri týdning, hevur hr. Moore gjørt so nógv út av hevdaðu kúganarroyndunum við tí endamáli at støðga kelivættið hjá honum nú marknaðarført sum ?The Film They Didn?t Want You To See?, at tað er umráðandi at adressera hetta fyrst.
Bara fyri at fáa hetta av vegnum: tað var aldri nakar ivi um at Fahreinheit 9/11 fór at vera fyri ósensureraðari útleigan; sjálvt tá ið Disney gjørdi av ikki at vilja hava nakað við filmin at gera. Í roynd og veru, ljóðbítandi mótmælini hjá Michael Moore á tí annars so góðskukenda filmsfestivalinum í Cannes vóru, honum líkt, eitt ísakalt ?trikk? at sermerkja og, yvirhøvur, økja um umrøðuna av sínum filmi. At Fahreinheit 9/11 aldri hevði verið við í kappingini um eftirtrákkaðu Palme d?Or-virðislønina hevði dómsnevndin í Cannes ikki hildið, at tað onkursvegna var at verja talufrælsið við at veita Moore virðislønina, sýnist innlýsandi.
Aðramáta var hetta, at spæla sensur-kortið, eitt politiskt meistarastykki og?hvat enn hann eisini mundi verið?prógvaði Michael Moore, hvussu gávaður ein ?spin-doktari? hann er. Kortini, grefligt falsspeki sum hetta ber eisini upp á mál álvarsligan iva um hansara filmslistarliga heiðurssemi; sjálvt fyri fólk sum meg verandi ovurmóttakilig fyri hvørjum sum helst, ið fer illa við tí ódámliga og óklóka Bush. Jú, heimildarfilmurin er øsandi og hampuliga undirhaldandi sum hann, uttan íhald, leypir á hasi innan Hvítu Húsini; og við amerikanska forsetavalinum fyri framman, eisini tíðarstillaður. Í filminum eru nøkur kenslulig viðberingarstøð før fyri at ávirka tann partin av veljarafjøldini, ið dregur á bæði. Og ?kenslulig viðberingarstøð? er, so sanniliga, hvat seinasta verkætlanin hjá Moore snýr seg um; ?The Film They Didn?t Want You To See? ?teimaði? síni høgg við sama neyvleika, og ferð, sum ein yrkisnevaleikari. Fyrst tá ið tú gevur teg frá árendinum av útmeiggjan og tigandi niðurstøðum, byrjar tú at varða at og hugsa um sjálvt innihaldið. (Hvussu nógv av hesum vevnaðinum kann nú tola nærkvæmsliga kanning?)
Og nú venda vit, og filmurin, aftur til veruleikan. Moore vísir hasi 4 árini soleiðis sum liberalistar minnast tey: hendingarnar í ?Bush Time? tykjast at smelta saman júst sum í einum strongdum dreymi, ein illsinna-marra frá hvirli til ilja. Fyrst boðar systkinabarnið hjá Bush í ?something called Fox News? at Dubya kortini hevur vunnið Florida?treyðugt óvæntað, tó, tá hugsað verður um hvat fyri eitt nyttuleyst neyt Al Gore í grundini var; ein røð av rættvísari vreiði er nú á skránni sum hitt óvalbæra, svarta samfelagið verður spottað í tess roynd at ógilda valið. Síðani, knappliga, eru vit til hátíðarligu setanina tá Bush, sum nývaldur forseti í USA, tekur við starvi?ein hending so fjáltrandi at forsetans bilafylgi má skróva oman Pennsylvania Avenue so at sleppa undan einum føroyskum ársforbrúki av spiltari frukt. Knapt átta mánaðir, har amerikanski forsetin javnt og samt glíður í áskoðanarkanningunum og ikki megnar at fáa samtykt sjálvt tær mest grundleggjandi lóggávurnar, fara framvið sum kavi fyri sól?og so háva tvey flogfør út úr himmalinum í New York.
Tað er í hesum byrjanarminuttunum, at Moore er alrabestur: níðskur, faktum-grundaður og lítillátin. Hann vísir okkum ikki upptøkurnar av 9/11. Ístaðin, at einum krunkasvørtum skermi, hoyra vit bert samanstoyt, brak, oyðilegging, brand og grát. Við at brúka ein svartan skíggja sum bakteppi verða vit noydd at endurímynda hasar myndirnar?vit síggja ikki tað ræðuliga garterilsið, tá ið neyðardýrini hoppa... men vit verða tvingað at føla tað. Soleiðis, tíanbetur, bjargar Moore hasari óttasláandi upptøkuni frá burturav-nápandi banaliteti.
Sæð frá einum dramatiskum sjónarhorni er hetta ein veldig byrjan: óhugnalig, margháttlig, ófrættakend og stúvstappað við lyftum um dularfullar avdúkingar. Men, tíverri, hilnast illa. Sjey minuttir aftaná at verið boðaður frá ?America is under attack?, situr Bush í einum flokshøli í Florida og lesur ?My pet Goat? fyri smábørnum?opinberiliga, nær ruraður í blund. Sum upptøkan av forsetanum stetlar avstað og Moore so forbiið fariseiskt, um fylgirødd, spyr, ?What on earth was he thinking??, fellur neo-konservativa propagandain um ein reystmansligan hægstráðandi til jarðar líka avgjørt sum tvíburðatornini eina meginlandshelvt burtur.
Orsakað av ávantandi handriti, giti eg, roynir filmsskaparin at gita seg fram til hvat hansara fremsti fíggindi, Bush, hugsar. Men hóast mestsum allir mínir politisku fordómar vildu hava meg at taka undir við gitanunum hjá Moore, krevur sáttlig grundan, at tú eisini umhugsar møguleikan fyri at Bush vísti hóvligt, ja, sissandi, yvirbrá; eins og Hennara Hátign, tá ið hon velur at mála liðugt (ein av hennara fjákutu málningum) áðrenn hon adresserar tað meira hóttandi málið, har hennara yngsti?orsakað av vælskiljandi ovurtunglyndi?longu hevur syrgt fyri lykkjuknútinum. Ella, og meira álvarsamt, eins og Francis Drake valdi at spæla liðugt áðrenn hann adresseraði tað meira hóttandi málið, Armada. Vit kunna ikki vita, hvat gekk fyri seg í forsetaheilanum; men vit kenna aftur háttalagið hjá Moore, har hann manipulerar eina ógreiða mynd so at fremja síni meira ?heilagu? áhugamál.
Nógvir Moore-atfinnarir halda, at tað er her, heimildarfilmurin slitnar. Tað haldi eg eisini. Tí tað, Moore vil hava okkum at halda, Bush hugsaði um, er fylgjandi: ?Hvussu fer hetta nú at síggja út í ljósinum frá óvanliga góða sambandinum millum mína familju og saudiarábisku kongafamiljuna?? ... Altso, hann hugsaði ikki (so nógv) um offrini, teirra avvarðandi og nihilistisku gerðirnar í New York og Washington. Hetta er, eftir mínum tykki, ansaligt nonsense og enn eitt dømi um at framundirrekandi Moore er meira trásettur av at vilja Bush ilt enn teimum, maðurin hevur meinslað, væl.
Hetta merkir tó ikki at køvandi sambandið millum House of Bush og despotiska House of Saud, ið hevur havt tamarhald á Saudiarábia?við amerikanskum stuðuli?í meira enn eina hálva øld, og sum hevur verið eitt mál, viðurkenda pressan í USA í alt ov langa tíð hevur skúgvað til viks, ikki kemur málinum við. Sjálvandi ger tað tað, og amerikanarin eigur at fáa at vita, at Bush-familjan hevur kraddað 1,4 milliardir í amerikanskum gjaldoyra til sín frá arábisku hálvoynni seinastu 3 tíggjuáraskeiðini eins og skjalprógvað av amerikanska tíðindamanninum, Craig Unger. Eisini er tað í lagi at spyrja?sum Moore ger?hvørs áhugamál Bush?arnir geva fyrstarætt: tey hjá fólkræðishugsandi landsmonnunum ella tey hjá menniskjatraðkandi fantasilióningunum?
Alt samalt týðandi. Men so rennur filmurin saman; avgerandi fakta verða keðiligani kleimut hildin saman við hálvhugsaðum grundgevingum, ábendingum og óblandaðari falsan. Moore sigur, at Carlyle Group?við gamla Bush og leiðandi saudiarábum í nevndini??benefited directly from 9/11?. Hvat sipar hann til? Síðani súsar hann avstað og hevdar, at USA bert bumbaði Afghanistan, tí at tað vil byggja eitt flutningskervi ígjøgnum landið?eg loyvi mær at gita, hann ikki mølmar um eina mjólka-rørleiðing. Men, tað er bara tað, ætlanirnar um at byggja slíkt kervi vóru sleptar í 1998 og hava ikki, seinast eg frætti, raknað við aftur! Michael, góði, heldur tú kanska ikki hasar al-Qa?ida legurnar tvørturígjøgnum Afghanistan vera eina, eitt sindur, sannlíkari frágreiðing?
Aftaná eina nærlagda byrjan við beiskari satiru hevur Moore-menniskjað slakað fyri sínum ótolandi ?alter-ego? sum ein ófantaligur og trúboðarakendur muskedonnari, endaliga førkaður inn á gøtuna, har tú skalt grýta so nógvar framsetingar at hyggjaranum sum tú nú einaferð kennir teg føran fyri í tí vón, at nakrar fáar fara at klistra og restin fer at geva ein heildardám av illgruna. Í stuttum, hevði tú viljað keypt ein brúktan Toyota frá hesum manni? Akkurát.
At gera hvussuleiðis herurin útvegar nýggjar limir frá arbeiðaraklassanum til ein samvitskuspurning kann ikki flokkast øðrvísi enn bílig provokasión. Tí hvat ger hann, hasin Moore? Hann krøkir seg fastan í kongresslimir í Washington fyri at spyrja teir, um teir nú ikki vilja umhugsa at skriva teirra synir og døtrar inn í herin. Áh, eg hevði gjørt døgurða til Edmund Joensen hvønn dag í ein mánað og gingið við til ikki at plága makan um læruna hjá Peter Singer, eisini í ein mánað, bara fyri at sloppið uppliva ein av hasum Washington-politikarunum taka undir við filmsskaparans lokabragd treytað av at Moore sjálvur so miriliga fór at eggja ein av hansara børnum eisini at skriva seg inn. Skít so, Michael!
Um eg ikki longu var villeiddur og royndi at finna útav hvat Moore royndi at siga, skuldi eg blíva tað. Leypandi halgar Michael Moore seinastu tveir triðingarnar av filminum uppá innrásina í Irak... og avleiðingarnar. Moore tykist ikki hava givið sær far um at saudiarábiska kongafamiljan stríddist fýrisliga ímóti ?seinna? flógvakrígnum (og, enntá, ikki torgar Sharon-elskandi atgonguna hjá Bush mótvegis Ísrael). Tá ið so er, hvussu kanst tú tá seta fram, at Bush er undir beinleiðis ávirkan av House of Saud? Burdi Moore ikki adresserað spurningin? Sjálvandi. Men hetta hevði kravt eina, ja, bert eina ábending av hártogan.
Heldur tuskar hr. Moore ullint avstað. Í eini skammiligari løtu lýsir hann Irak fyri amerikansku innrásina sum eydnusælur hugni, har smábørn sveimflúgva og gamlar kvinnur smáflenna (ein mynd, sjálvt tey, ið vóru ímóti innrásini, hava torført við at svølgja?og sum vísir, at hann má vera enntá minni áhugaður í heimspolitikki enn Bush). Um vit leypa á ótalið av lygnum, Bush-umsitingin hevur borðreitt við seinastu 4 árini?eins og øll sámilig fólk eiga at gera?íðan, tá muga vitsjálvi vera rannsakandi ærlig og reiðilig.
Og tó, og tó... har eru frásøgumyndir frá Irak, ið vilja ?napalmera? samvitskuna hjá hvørjum manni... og kvinnu. Amerikanskir hermenn syngja ?Burn motherfucker, burn!? sum teir koyra ígjøgnum Bagdad og drepa alt, ið rørir seg; hermenn stinga ein deyðan iraka og flenna, ?Ali Baba still has a hard-on!?; Moore klippur, og har er ?Oh, I did it again? Spears kunngerandi?mest álíkt einum ørindasveini hjá Mao?at ?we should just support the President in everything he does... We should just trust him?. Ja, ja, Britney, ?you most surdently did it again?!
Tó, hasar myndirnar missa ein stóran part av sínum virði tí at Michael Moore presenterar tær uttan moralskt trúfesti. Myndirnar av irakiskum børnum, brend ella sligin í hel, høvdu verið ærligari, meira ektaðar, um hann eisini tímdi fortelja okkum, hvussu nógv børn vóru myrd fyri amerikansku innrásina?altso, av stalinistiska Saddam.
Tað kanska mest forbronglaða brotið í Fahrenheit 9/11 er tá ið Michael Moore, uttanfyri Hvítu Húsini, filmar Lila Lipscomb, mamma at einum amerikanskum hermanni dripin í Irak, og hvørs sorg filmsskaparin miskunnarleyst mjólkar. Sum tú situr í Havnar Bio sleppur tú ikki undan at kreppa tærnar soleiðis sum hr. Moore lammeterar. Hann hevur jú fyrr lýst amerikansku herdeildirnar verandi blóðtystir heavy metal-fjepparir, og filmar nú hjartaleyst frú Lipscomb í svárari pínu. Tað er ikki hennara sálarkvølur, ið er til umrøðu, men leiðaraevnið hjá filmsskaparanum. Sum eg hugdi, kundi mín vanvirðing fyri forsetanum í USA bert afturumleggjast av mínari vaksandi andstygd fyri einum filmsskapara, ið tekur til sovorðnan taktikk.
Men hetta er ikki ein vitugur filmur við eini vitugari greining. Hetta er ?fast-food?-politikkur, mettaður av sukuri og kolhydratum frá ódýrum sensatiónum og vánaligari føðslu.
Spell! Amerikanskir liberalistar høvdu tørv á einum sovorðnum filmi so at styrkja teir til tað týdningarmesta valið í áratíggju. Teir høvdu tørv á einum filmi, ið bjóðaði tess ómátaliga hyggjaratali meira vitaminir og minni svínafeitt.










