við eitt nú at drekka ella roykja seg "stille og roligt" í hel ? ella eta heming á seg, hóast sukursjúku ella svølta seg í ólukkumát. Í roynd og veru doyggja fleiri á henda hátt. Hvat halda vit um ungfólk [...] tilvild eru komin fram á tann, sum deyður er fyri egnari hond ? ella hava verið við til at tikið líkið upp. - Hesi kunnu væl skiljandi vera sálarliga skelkað av teirri sterku uppliving, sum tað nú einaferð [...] ellisforseti á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, so hava hann og aðrir ekspertar heldur ikki megnað at fyribyrgt slíkum ólukkuligum hendingum. - Og soleiðis er tað, hóast umstøðurnar innanveggja á sjúkrahúsi
innlegg frá Heðini á Lakjuni. Fortreytirnar, sum vórðu skaptar fyrstu løtuna, bóru samstundis við sær, at talan sjáldan gjørdist um ta stóru fótbóltsupplivingina. KÍ hevði ikki tørv á meira, og á degnum maktaði [...] als ikki hevur neyðugu dystarvenjingina í beinunum. Og so leingi sum pappírini upp á nýggja áleyparan ikki eru komin til Føroya, fær hesin heldur ikki hvest álopið, sum hesa ferð tóktist ógvuliga tannleyst [...] ella undir Leirvíksfjørð á degnum. Kjaftfiskar Ikki minst tí tey bæði málini vóru rættiligir kjaftfiskar hjá B36 at fáa. Fyrra málið kom, tá Jan Andreasen fyrst var bóltvinnari á miðvøllinum, og síðani sera
bygdunum, har vit hava havt deildir, sum nú skulu lata aftur, rakar tað bygdarfólkið. Men samstundis mugu vit siga, at støðan er ikki so nógv øðrvísi í hesum bygdum enn aðrastaðni. Tað eru nógvir bygdir [...] upp á fá ár. ? Internetið er alt meira útbreitt, samferðsluviðurskiftini eru betur, og tað sama er við samskiftinum. Tí mugu vit eisini fyrihalda okkum til hesar broytingar, og samanumtikið hava vit nógv [...] ung og vinnulívið annars, men eg eri sera keddur um, at tað eru fyrst og fremst tey eldru, sum koma at svíða fyri, at peningastovnarnir nú eru farnir úr bygdini, sigur Niels Olgar Joensen, sum er vinnulívsmaður
føroyingar í 1919, og framvegis hevur í dag. – Minnisvarðin hevur gjørt, at vit eru blivin tilvitað um Hammershaimb. Sum smádreingir hava vit spælt og hugt eftir steininum og hava fingið at vita um mannin, sum [...] Nólsoy. Biðið varð um tilboð, og Petur Arge í Havn, tók tilboðið, sum ljóðaði á 7.000 krónur. So mikið av peningi var komin inn, at tað var ráðiligt at fara undir at gera minnisvarðan. Grótið bleiv skotið [...] Ørindi ljóðar: Ormur er skriðin av gullinum, frá man frættast víða, Sjúrður setist á Grana bak, Hann býr seg til at ríða. Á norðursíðuni stendur: Føroyingar settu hendan varða í 1919. Hetta tí at tað vóru
betri. Lesandi eru ein inntøka. Bæði mentanarliga, sosialt og fíggjarliga eru lesandi ein inntøka, ikki ein útreiðsla. Tí er tað at vit í MFS gleðast so nógv yvir, at tiltøk eru komin og byrja at koma [...] av peningi. Hetta eru ætlanir, sum veruliga kunnu gera lívið lættari hjá teimum, sum vilja búgva í Føroyum. Tøkk til Johan Dahl Tað eru nógv ár síðani, at MFS fyrstu ferð vísti á, at tað er ein trupulleiki [...] aðrastaðni enn heima hjá foreldrunum (um foreldrini eru væl fyri), so er tað heilt einfalt ótrygt at flyta til Føroyar sum er, tí hvussu skulu vit fáa mat á borðið? Í Danmark er trygd og ein kann tosa við
koma til inkaríkið. Vit hava hoyrt nógv um júst inkaríkið, so nú vilja vit sleppa at uppliva tað sjálvi, greiddi Ian Skylv Hansen frá. Eitt annað, sum stendur ovarliga á skránni, á annars tríggjar mánaðar [...] sjálv eru kavarar, so tað er avgjørt nakað vit síggja fram til við stórum spenningi, greiddi Óluva frá. Annars ætla vit okkum í eina tíð at verða eitt við náttúruna. Skilt uppá tann mátan, at vit hava ætlanir [...] øðrvísi mentan, segði Óluva Poulsen. Vit hava longst so leingi eftir at sleppa avstað, so nú verður tað, søgdu tey bæði. Leiðin gongur til norðara partin av Suðuramerika, og eru tey bæði serliga spent uppá at
? Ósemjan á Landssjúkrahúsinum skal verða loyst í ár. ? Tað er onki sum eitur. Tann áralanga ósemjan um, hvør skal hava leiðsluna á Landssjúkrahúsinum er nú komin inn í eitt avgerandi tíðarskeið. Í hvussu [...] er Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, er púra avgjørd, tá ið vit biðja hana um eina viðmerking til tíðindini aðrastaðni í blaðnum, um ósemjuna á Landssjúkrahúsinum. Høvuðs ósemjan á Landssjúkrahúsinum [...] tí. Báðir partar skulu góðkenna loysnina Men Helena Dam á Neystabø sigur, at sjálvsagt var útgangsstøði, at vit skulu hava eina leiðsluskipan á Landssjúkrahúsinum, sum bæði læknar og sjúkrasystrar vilja
uppá, hví tað júst eru kvinnurnar hjá SÍ, sum eru ovast á flogbóltstrúnuni júst nú: – Vit vilja bara vinna. Vit spæla ikki bara flogbólt til stuttleikar, tí vit brúka nógva tíð upp á tað og vilja gjarna [...] Annika á Stongum, hevarin hjá SÍ, var eitt stórt smíl eftir seinnu finaluna ímóti TB, sum SÍ eisni vann: – Nú hava vit vunnið alt, sum kann vinnast, so tí er tað supergott, segði hon, samstundis sum hon [...] gjarna fáa nakað burturúr. Allar vilja vit vinna, og tí riggar tað, segði Annika á Stongum.
- ikki áðrenn hósdagin, tá 50 ára gamli Elmar Ósá kom á mál á Tórsbreyt aftaná at hava svomið, súkklað og runnið tilsamans 452 kilometrar. Nú vit hava týsdag, er tað næstan ein vika síðan, hann fór undir [...] , og nú manglaði hann at súkkla og renna 444 kilometrar. Komin úr hylinum og undan brúsuni í Gundadali leyp hann á súkkluna, og fór undir teir næstu 360 kilometrarnar, sum hann ætlaði at súkkla á Streymoynni [...] størri, tá miðlarnir varpaðu so nógv ljós á meg og tvífalda jarnmannin. Hann gjørdi av at renna næstu 19 kilometrarnar á Tórsvølli, sum hevur gott undirlag at renna á. Nú var ikki nógv eftir. Hann vendi nøsina
at liggja oman fyri okkara. Men nú er øðrvísi. Nú eru føroysku prísirnir knappliga støðugt hægri enn prísirnir á europeisku marknaðunum. Og tað er tí, at vit duga tað, vit gera. Bæði at hagreiða og selja [...] hending fyri føroyska fiskasølu er, sigur Páll Gregersen, at vit duga so mikið væl at selja, at vit eru komnir heilt út til brúkaran. Soleiðis eru vit slopnir av við teir mongu millumhandlararnar, sum fóru við [...] at tað eru teir eisini. Í mun til tað, vit vóru von við fyrr. Men nú hava vit sjálvir arbeitt hesar prísirnar upp, og mugu fyri alt í verðini ikki slaka við góðsku og ágangandi sølutiltøkum. Vit mugu altíð