Hóast fiskanøgdirnar eru minkandi, heldur stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu ikki, at vit eiga at óttast alt ov nógv, at prísirnir eisini lækka.
Páll Gregersen metir, at prísirnir eiga at fara at halda sær. Stutt og greitt tí føroyingar eru vorðnir so dugnaligir at arbeiða og selja góðan fisk, at keyparin vil gjalda fyri hann.
Páll Gregersen sigur, at áðrenn føroyingar fingu marknaðarbúskap í fiskaútflutningin, lógu prísirnir hjá okkum á eini beinari linju, meðan prísirnir á marknaðunum úti í heimi svingaðu. Viðhvørt yvir og viðhvørt undir okkara. Men varð tann svingandi strikan trekt bein, vísti tað seg, at hon kom at liggja oman fyri okkara.
Men nú er øðrvísi. Nú eru føroysku prísirnir knappliga støðugt hægri enn prísirnir á europeisku marknaðunum. Og tað er tí, at vit duga tað, vit gera. Bæði at hagreiða og selja fisk, sigur Páll Gregersen.
Ein sera týdningarmikil hending fyri føroyska fiskasølu er, sigur Páll Gregersen, at vit duga so mikið væl at selja, at vit eru komnir heilt út til brúkaran. Soleiðis eru vit slopnir av við teir mongu millumhandlararnar, sum fóru við stórum parti av vinninginum.
Hann nevni nakrar soleiðis í eini handavending, sum eru farnir av knóranum. Og hann letur líkasum skilja, at tað er tí, at teir fáa ikki ta tilføring, sum millum annað føroysk virki góvu teimum fyrr.
Um verandi fiskaprísirnar, sum fleiri siga vera óvanligar, sigur Páll Gregersen, at tað eru teir eisini. Í mun til tað, vit vóru von við fyrr. Men nú hava vit sjálvir arbeitt hesar prísirnar upp, og mugu fyri alt í verðini ikki slaka við góðsku og ágangandi sølutiltøkum. Vit mugu altíð syrgja fyri at hava bestu vøruna og duga at sleppa av við hana á rætta stað. So fara prísirnir nokk at halda, metir Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu.










