Fimti flokkur av Tofta skúla var mánadagin og týsdagin í starvsvenjing. Ikki rættari starvsvenjing sum vit kenna tað frá framhaldsdeildini, men í mini-praktikk, sum tað verður kallað. 11 ára gamli Beinir [...] hevur ein pápabeiggja í Klaksvík, sum starvast á Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu. Og honum ynskti Beinir at sleppa at fylgja í tveir dagar. Hóast tað bar til hjá honum at fara í tvey ymisk støð hesar [...] hvørjum, og hann er bara raskur, sigur hann. Hetta er tann seinni dagurin í mini-praktikkini hjá Beini, so skal hann aftur í skúla á Toftum. Mini-praktikk Tað er Elisabeth Poulsen, sum er flokslærari hjá
á Tekniska skúla í Klaksvík í øllum tí, sum hevur við fisk, fiskaframleiðslu og sølu at gera. - Hetta eru skeið, sum fiskivinnan í Norðoyggjum saman við arbeiðarafeløgunum og Tekniska skúla í Klaksvík hava [...] vit keypa. Jógvan sigur, at í fjør keypti og virkaði Norðfra 270 tons av frystari hýsu, 560 tons í 2001 og eini 300 tons í 1999. Samlaða ráfiskanøgdin í 2002 var 1596 tons; í 2001 var talið 1260 tons. Øll [...] konufólk. Tey flestu roynd í flakavirkisvinnuni í mong ár. Nøkur ung arbeiða eisini á Norðfra. Tey hava færri royndir, men onkur hevur verið á virkinum, meðan tey enn gongu í skúla og hava tí tær royndir,
Støðan í dag Taka vit støðuna í dag og byrja í Suðuroy, so er talan um tveir skúlar - Studentaskúlan og Almanna- og Heilsuskúlan. Annar av hesum skúlum húsast í einum gomlum posthúsi og hin í einum sethúsum [...] settar av til bygging av einum nýggjum studentaskúla í ár. Í Havn hava vit tekniskan skúla, studentaskúla og handilsskúla. Tekniski Skúlin húsast í nøkrum barakkum Úti á Fløtum. Studentaskúlin er ov lítil [...] kar undir tíðarhóskandi korum er ein íløga í framtíðina? Og tað er okkurt sum haltar eftir mínum logikki. Er tað nøkur rímiligheit í, at arbeiðsumstøðurnar í nógvum førum versna munandi, tá næmingurin
Møti í Filadelfia í Havn og kl. 18 Møti í Læraraskúlahøllini. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Moses Hansen, kl. 11.30 Barnagudstænasta, kl. 18 Møti í Læra [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum ? opin fundur kl. 15. AA í Vági AA
træi, og í baksýninum liggur Klaksvíkin goymd millum fjøllini. Hanna og Katrin búgva í Klaksvík, men teimum dáma ógvuliga væl at fara út á Oyrar at spæla við Katrin. - Mær dámar nógv betur í Føroyum enn [...] steini úti á Oyri og fanga krabbar, hoppidýr, tarabrosmur og ulkufyl í slýggjutu hyljunum í fjøruni, kann ikki samanberast við býarumhvørvið í Odense. Angin av søltum sjógvi, fjøru og tara saman við tí frísku [...] hentað í fjøruhyljunum. Tey, sum ikki liva uppat fjøruni ella bryggjuni, síggja kanska ein vanda í, at børnini kunnu verða áhaldsin og detta á sjógvin. Men vandar lúra allastaðni, ikki minst í tí stóru
uppvaksin í havn vísa bygdini áhuga. Vit eru langt vekk, men allíkavæl ikki. Vit hava stórt djórahald. Neyt, seyð, hønur og annað, sum børnini luttaka í í tí dagliga, og tað kann vera ógvuliga læruríkt í mun [...] heldur Annfinn Brekkstein. ? Læruríkt í hesum døgum, har børn stórt sæð ikki kenna til nógv annað enn barnagarð og skúla. Børn og ung kunna vera við í djórahaldinum her í bygdini, og øll bygdin sum hon er [...] Velbastaðar skúla. Krøv Ikki er enn ásett, hvussu nógv grundstykki verða seld beinanvegin. Annfinn Brekkstein sigur, at bygdin noyðist fyrst at fáa viðurskiftini við skúla og barnagarði í rættlag. Bar
pápanum ofta kom í bland við onnur, fekk hann sær eftirnavnið Nónstein í 1946 eftir staðarnavni í Hvalba. Niels Pauli var trolaraskipari og handilsmaður. Regin gekk í barnaskúla í Hvalba. Í 1955 fór hann [...] stýrimann í Havn. Hann tók stýrimansprógv í 1969 og skipsføraraprógv í 1970. Hann var nú stýrimaður á ídnaðartrolaranum Bjarnoy úr Vági í hálvtannað ár, og síðani var hann við Gudmundi av Tvøroyri í 7 ár. [...] Nónstein varð valdur í nevndina fyri Skipara- og Navigatørfelagið í 1984 og er framvegis nevndarlimur. Hann hevur verið næstformaður síðani 1986, og í ár er hann eisini skrivari felagsins. Í 1971 giftist Regin
framleiðslutøkningum á Tekniska skúla í Havn er nú byrjað, og í gjár løgdu næmingarnir fram eina verkætlan fyri eigarunum á Restorff´s bryggjarí. Teir hava nevniliga í hálvan triðja mánaða arbeitt við [...] næmingarnir, sum eru 10 í tali. Í og við verkætlanini, sum varð gjørd í 3. lestrarhálvu, hava næmingarnir brúkt alt tað pensum, sum hini báðar lestrarhálvurnar gingu út uppá. Vegleiðararnir í verkætlanini hava [...] afturat í Føroyum. Sum er, eru bara tvey bryggjarí, og vildu teir ikki fara í holt við nakað innan til dømis fiskivinnu, tí har eru longu so nógv virki. ? Hvør veit? Kanska tað næsta vit fara í holt við
endaliga løgd enn, men kemur at liggja í og uttan fyri høvðusstaðin. Skotið verður upp at byrja í miðbýnum í Havn at renna til Kaldbaks og aftur, síðani runt Havnina og í mál í miðbýnum. Endaliga rutan verður [...] fleiri niðri í Berlin og runnu, og um fáar vikur fara nakrir til London at taka lut í árligu marathonrenningini har. Einastu ferð, skipað hevur verið fyri heilari maratonrenning á oyggjaleikum, var í Føroyum [...] uppí, at Frælsur Ítróttur Føroya (FÍF) í næstum fer undir stórt ítróttaátak á Svangaskarði. Tiltakið nevna teir "SKÚLA ? FM 2003," og ein snotiligur faldari er gjørdur í hesum sambandi. Teir fara sjálvir at
og í hesum sambandi kann ábyrgdin so eisini bendast til teir myndugleikar, ið hava politisku ábyrgdina av hesum. Tað kann skjótt sláast fast, at alt ov lítið verður gjørt frá myndugleikanna síðu í hesum [...] meira sjónligur og fastur táttur í øllum skúlum. Stuðulin til ítróttina eigur at verða nógv øktur, samstundis sum ÍSF eigur at leggja seg eftir at bøta um fólkaheilsuna. Í hesum sambandi eigur at vera mint [...] Tað er tí í tøkum tíma, at rópt verður eitt varskóð, so gongdin kann vendast, meðan enn er vendandi. Spurningurin er so hvør, ið hevur ábyrgdina av, at nakað verður gjørt til tess at venda gongdini. Tað