Frælsa ítróttin her á landi er í støðugari menning, og kappingarnar økjast. Lagt verður fyri við hálvmaratoni á nýggjárinum, og endað verður við Daewoo Marathon Cup um heystið - fýra kappingar, ið tilsamans geva maratonteinin upp á 42,195 km. Flaggskipið er framvegis flaggdagsrenningin í Havn 25. apríl, har luttakaratalið nú er komið upp um tveyhundrað.
Sum nakað nýtt fer felagið Bragdið at skipa fyri heilari maratonrenning í summar. Tiltakið fer eftir ætlan fram leygardagin 19. juli ? góða viku fyri ólavsøku. Fyribils er at siga, at hetta er ein roynd at skipa fyri so stórari renning, men eydnast tiltakið væl ? áhugin at luttaka og at skipa fyri verður nóg stórur ? er ætlanin, at maratonrenningin verður afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Rutan er ikki endaliga løgd enn, men kemur at liggja í og uttan fyri høvðusstaðin. Skotið verður upp at byrja í miðbýnum í Havn at renna til Kaldbaks og aftur, síðani runt Havnina og í mál í miðbýnum. Endaliga rutan verður lýst, so skjótt hon kemur upp á pláss.
Annars er at siga, at áhugin fyri maratonrenning millum føroyingar er stórur. Síðsta heyst vóru fleiri niðri í Berlin og runnu, og um fáar vikur fara nakrir til London at taka lut í árligu marathonrenningini har.
Einastu ferð, skipað hevur verið fyri heilari maratonrenning á oyggjaleikum, var í Føroyum í 1989. Runnið var av Selatrað og út á Toftir, og sum mong minnast, kom Absalon Hansen fyrstur á mál og vann gull fyri Føroyar. Aðrir føroyingar, ið luttóku, vóru Hans Birgir Hansen, Harry Hansen, Petur Petersen og Óli Olsen.
Kortini má gerast vart við, at vit tosa um eina sera harða ítróttagrein, ið einans er ætlað teim vaksnu, og sum hava vant miðvíst. Áhugað eiga tí alt fyri eitt at fara til verka, og tey mugu rokna við í minsta lagi trimum venjingardøgum um vikuna. Týdningarmikið er at venja seg at renna langt, men spakuliga, og vanligt er at lata tann eina túrin gerast longri og longri og enda við umleið 30 km tríggjar vikur undan maratonrenningini.
Men vandi er í hvørjari vælferð. Ikki er ráðiligt at økja venjingina ov skjótt. Beinini mugu hava stundir at venja seg við at verða ovbyrjað og mugu koma fyri seg, so hvørt vant verður. Fyri at alt skal vera í lagi, eiga fólk um tey fjøruti og eldri, ið fara at venja á fyrsta sinni, at tosa við lækna fyrst.
Tey, ið ikki hava runnið maraton áður, eiga ikki at hugsa um tíðina ? málið má vera at koma á mál. Meira verður at frætta um tiltakið seinni.
Nú vit tosa um frælsa ítrótt kann skoytast uppí, at Frælsur Ítróttur Føroya (FÍF) í næstum fer undir stórt ítróttaátak á Svangaskarði. Tiltakið nevna teir "SKÚLA ? FM 2003," og ein snotiligur faldari er gjørdur í hesum sambandi. Teir fara sjálvir at kunna almenningin um átakið, og her skal einans verða lagt afturat, at kappingarnar fara fram leygardagin 17. mai.