venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, eirindaleysur við tveimum smassjum á rað, og so var SÍ á odda 20-17. Hann var aftur upp á spæl til 21-18 og gjørdi tað til 23-18 við serviessi, og við trímannablokki [...] Føroya Tele-deildin, menn: SÍ – Fleyr 3-0 (25-22, 25-20, 25-22) Við 3-0 sigri á Fleyr í Sørvági í gjárkvøldið streyk SÍ heilt upp á tindin í Føroya Tele-deildini, har tað tó er trongt, tí har standa eisini [...] Mjølnir, øll trý við sjey stigum. Í øllum trimum settunum legði SÍ seg trygt á odda miðskeiðis í settunum, men misti so takið aftur, og Fleyr var um reppið at javna, men tá settini nærkaðust endanum, var
tíðindastovan hjá russiska statinum RIA í morgun sambært tíðindastovuni Reuters. Mótmælisfólkini løgdu á floghavnina í gjár, tá eitt flogfar úr Ísrael júst hevði sett seg. Trygdardeildir stongdu síðani flogvøllin [...] tað eydnaðist myndugleikinum at steðga mótmælunum, høvdu 20 fólk fingið skaða. Ferðafólkini í flogfarinum úr Ísrael sluppu øll óskalað frá hendingini, skrivar Reuters. /ritzau/
Erland Tvørfoss, Kartin Høgnesen og Durita og Dávid Dam Jacobsen. Tey vóru í Jerusalem, tá Hamas leyp á Ísrael leygarmorgunin við at senda fleiri túsund rakettir inn í landið. Í gjár fingu tey boð um, at [...] sendistovuni í Ísrael kom tað í lag, at teir fimm føroyingarnir kundu sleppa til Íslands við íslendska flogfarinum. – Vit kanna nú møguleikarnar at sleppa heim, sigur Heidi I. Tvørfoss úr Íslandi. ##med2## ##med3##
bussi til markið til Jordan og skiftu buss á markinum. Hon sigur, at føroyski og íslenski sendiharrarnir hava samstarvað um at tey okkum við íslendska flogfarinum. – Íslendarar vísa okkum sera stóra vælvild [...] møguleikan at koma heim. Flogfarið hjá Icelandair, FL1086, sæst á fligthradar24.com vera komið yvir Sinai-hálvoynna sunnan fyri Ísrael á veg inn í Jordan. Heidi I. Tvørfoss er saman við manninum Erland [...] kristna danska hjálparfelagsskapinum, »Ordet & Israel« í Jerusalem. Tá vit skrivaðu í morgun vóru tey á veg við bussi til markið til Jordan. Men av trygdarávum var greinin tikin aftur, men nú eru tey komin
B68 var verjuspælið ikki sannførandi. Í dag er HB fyri fyrstu ferð á útivølli síðani 27. august, tá ið HB vann 4-2 á Argjum. HB er á Tvøroyri. Dysturin í Trongisvági 12. apríl endaði við málleysum javnleiki [...] eru ymiskar hjá TB og HB, sum seinnapartin hittast í Trongisvági. Hjá TB er takið at sleppa undan niðurflyting, og hjá HB er takið at vinna heiðursmerki og pláss í Europa. Mikukvøldið vann HB seg við 2-1
mest týdniingarmikla dystin á árinum. Úrslitið var 2-1 eftir longda leiktíð. Hetta var eftir framúr avrik í verjupartinum og sera vandamikið spæl í skjótum álopum. KÍ legði seg á odda eftir hornaspark, tá [...] gekk ikki, sum tað varð roknað við, tá ið steypafinalan í kvinnufótbólti í góðveðrinum í kvøld var á Tórsvølli. Hetta var góð reklama fyri kvinnufótbólt. KÍ hevur í ár vunnið allar dystirnar í landskappingini [...] bóltin í málið, og tveir minuttir seinni javnaði NSÍ. Málskjútti var Lena Olsen. So gekk tað javnt á, men sum seinni hálvleikur leið, vóru tað tær gulu og svørtu, sum vunnu seg til størru møguleikarnar
varð boðað frá, at ein persónur týskvøldið varð tikin á flogvøllinum fyri at smugla marijuana við flogfarinum. Talan var um 16 gram, sum hald varð lagt á, og viðkomandi slapp uttan at verða handtikin. Men [...] fekk boðini og fer nú at tosa við persónin. Talan verður helst bara um eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Men tað veldst um, hvør tað er, og um viðkomandi hevur okkurt líknandi hangandi yvir
Í einari áheitan, sum varð samtykt á ársráðstevnuni hjá IAEA í Wien í gjár, verður kravt, at allar uttanfyristandandi herdeildir á verkinum taka seg aftur, og at Ukraina fær fult eftirlit við verkinum [...] allar partar av verkinum. Higartil hevur russiski herurin ikki givið eftirlitsfólkunum atgongd til takið á nøkrum av kjarnorkureaktorunum. Áheitanin varð samtykt við 69 atkvøðum fyri. Seks lond, eitt nú Russland [...] verkinum aftur. Kjarnorkuverkið Zaporizjzja, sum liggur á markinum millum stríðandi partarnar, verður sagt at vera tað størsta í Evropa. Í áheitanini verður eisini kravt, at eftirlitsfólk hjá altjóða kjarnork
Víkingur í gjár vann á heimavølli ímóti 07 Vestur bar við sær, at HB datt aftur á fjórða plássið, og at Víkingur er á bronsuplássinum. Um tað eydnast HB at vinna í kvøld, so verður HB aftur á bronsuplássinum [...] ok fer at bera trygd fyri europeiskari luttøku á sumri í 2024 við sær. B36 er ovari á støðutalvuni enn HB, men søguligu tølini siga, at HB hevur takið á B36. B36 hevur ikki vunnið ímóti HB síðani 7. apríl [...] ferðir á rað í Gundadali. Tað var í 2011, tá ið HB var í niðurflytingarvanda og endaði á 8. plássi við 26 stigum – tvey stig frá 9. plássi. Ta ferðina tapti HB sambært faroesoccer.com tríggjar dystir á rað
eru bidnir um at halda seg burtur úr økinum, meðan vrakið av flogfarinum verður tryggjað. Flogskiparin megnaði at skjóta seg út úr flogfarinum, og hann varð funnin í øllum góðum seinnapartin sunnudagin. [...] verður kannað, og vit kunnu ikki siga meira um smálutirnar við atliti til kanningarnar, verður sagt á deildini, sum flogfarið hoyrir undir. Deildin hevur steðgað allari flúgving í tveir dagar eftir tilburðin