Tað skrivar russiska tíðindastovan hjá russiska statinum RIA í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.
Mótmælisfólkini løgdu á floghavnina í gjár, tá eitt flogfar úr Ísrael júst hevði sett seg.
Trygdardeildir stongdu síðani flogvøllin og beindu mótmælisfólkini burtur. Áðrenn tað eydnaðist myndugleikinum at steðga mótmælunum, høvdu 20 fólk fingið skaða.
Ferðafólkini í flogfarinum úr Ísrael sluppu øll óskalað frá hendingini, skrivar Reuters.
/ritzau/











