Tikin fyri at smugla rúsevni

Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring, og onkur hevur brotið inn at finna sær skjól fyri náttina

 

Í gjár varð boðað frá, at ein persónur týskvøldið varð tikin á flogvøllinum fyri at smugla marijuana við flogfarinum. Talan var um 16 gram, sum hald varð lagt á, og viðkomandi slapp uttan at verða handtikin.

Men løgreglan fekk boðini og fer nú at tosa við persónin. Talan verður helst bara um eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Men tað veldst um, hvør tað er, og um viðkomandi hevur okkurt líknandi hangandi yvir sær, sum vaktleiðarin tekur til.

Klokkan 0.30 var ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn. Viðkomandi hevði heldur ikki koyrikort. 

Eisini varð boðað frá innbroti í ein skúr í Havn. Har var einki brotið, men ein pláta tikin frá einum vindeyga. Helst hevur onkur funnið sær skjól at sova, heldur vaktleiðarin.