Tað gekk ikki, sum tað varð roknað við, tá ið steypafinalan í kvinnufótbólti í góðveðrinum í kvøld var á Tórsvølli.
Hetta var góð reklama fyri kvinnufótbólt. KÍ hevur í ár vunnið allar dystirnar í landskappingini og harvið eisini tríggjar ímóti NSÍ. Tann síðsti var síðsta sunnudag, tá ið KÍ vann 2-0 í Klaksvík.
Men í kvøld var tað NSÍ, sum vann tann einstaka mest týdniingarmikla dystin á árinum. Úrslitið var 2-1 eftir longda leiktíð. Hetta var eftir framúr avrik í verjupartinum og sera vandamikið spæl í skjótum álopum.
KÍ legði seg á odda eftir hornaspark, tá ið ein hálvur tími var farin. Málskjútti var Durita Hummeland,, sum stútaði bóltin í málið, og tveir minuttir seinni javnaði NSÍ. Málskjútti var Lena Olsen.
So gekk tað javnt á, men sum seinni hálvleikur leið, vóru tað tær gulu og svørtu, sum vunnu seg til størru møguleikarnar, uttan at tað eydnaðist at skora sigursmálið.
So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá var tað í 109. minutti ella tíðliga í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini, at miðverjin Dania Olsen var málskjútti við brotssparki og tryggjaði NSÍ steypasigurin fyri aðru ferð. Fyrra ferðin var í 2021.
Síðstu løtuna legði KÍ øgiliga nógv fyri í roynd javna, men NSÍ vísti framúr hugburð. Tær gulu ofraðu seg fult og heilt, og fagnaðurin var øgiligur, tá ið dómarin bríkslaðil fyri síðstu ferð.
-Vit hava kannað dystirnar, sum vit hava spælt ímóti KÍ fyrr í ár og sæð, nær vit spældu best. Vit broyttu spælskipan, og tað riggaði, men heilt stóra takið var at fáa spælararnar at rokna við og trúgva uppá, at tað kundi eydnast at vinna, og tað vístu okkara spælarar so avgjørt bæði í seinna hálvleiki og ikki minst í longdu leiktíðini, sigur NSÍ venjarin Allan Dybczak í samrøðu við Televarpið.










