tað eisini við eitt sindur av spenningi, at fólk sóu fram til dystin móti StÍF í Runavík sunnudagin. Men her vísti tað seg, at StÍF og serliga málverjin Johan Danielsen kendu uppskriftina til at steðga gamla [...] Tjaldursmonnum. Poli skeyt einki mál sunnudagin, og so hjálpti tað lítið, at Jens Martin Knudsen skeyt 11. StíF vann dystin 31-19, og tað var fult uppiborið. Artur Johansen var sum vant millum toppskjúttarnar við [...] heimaliðnum, sum legði seg á odda 2-0 við málum í fyrsta og fjórða minutti. Men so steðgaði alt upp, og StÍF kom næsta korterið upp á 10-3. Jens Martin Knudsen skeyt trý tey fyrstu málini, og tað er merkisvert
men frá støðuni 5-4 fór StÍF at draga frá, og síðani øktist munurin bert. Í fyrra hálvleiki vóru tað serliga tveir spælarar, sum gjørdu vart við seg. Paula B. Jacobsen hjá StÍF skeyt átta mál fyrsta hálva [...] skuldi gerast ov stórt. StÍF hevur ein dyst eftir móti VB komandi sunnudag, og har kann roknast við, at tvey stig afturat koma í stigaposan hjá teimum. Í annaðkvøld spælir StÍF móti Kyndli í Havn, og um [...] Kvinnuliðið hjá StÍF hevur eins og mansliðið havt vind í seglunum í seinastuni, og sunnudagin bleiv tað til tvey stig afturat, tá felagsliðið hjá GÍ og Tjaldrinum mátti leggja rygg til eitt tap upp á 34-20
deild upp í tvey. Í ovara enda av stigatalvuni liggja fimm lið, Kyndil, Neistin, VÍF, Stjørnan og StíF, sum øll kunnu taka stig frá hvørjum, meðan VB og felagsliðið GÍ/NSÍ liggja og berjast í botninum
Uni Wardum 2. StÍF: John Petersen 8, Artur Johansen 5 (3), Sveinbjørn Poulsen 5, Jónleif Sólsker 4, Agnar Højgaard 3, Marius Joensen 2. Ávaringar: Kyndil 2, StÍF 1. Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 5. Reytt kort: [...] Kyndil var oddaliðið, men tað var StÍF, sum átti lógvabrestirnir í høllini á Hálsi mikukvøldið. Allir spældu upp til sítt besta, eingin sveik, og tí vann strandaliðið uppiborið 27-23 á Kyndli, sum varð [...] koll í seinna hálvleiki. Tað var annars heimaliðið, sum kom betur frá byrjanini, og teir lótu ikki StÍF koma framum, fyrr enn tjúgu minuttir vóru spældir. Men so fóru strandingar hinvegin at draga frá,
Klein 1. StÍF: Sóley Mikkelsen 10 (2), Paula B. Jacobsen 6 (1), Bjørg Mikkelsen 3, Hanna Thorleifsson 2, Alis Høghamar 1, Birna Mikkelsen 1. Ávaringar: Kyndil 3, StÍF 1. Útvísingar: Kyndil 0, StÍF 0. Dómarar [...] hálvleiki. Kyndil kom upp á 5-2, men StÍF javnaði til 5-5, og so gekk javnt á til hálvleiks, tá støðan var 13-13. Kyndil hevði munin, tá tær førdu 12-10, men StÍF kom væl við aftur móti endanum av hálvleikinum [...] Mikkelsen nógv at siga fyri StÍF, og tá spælið hjá strandakvinnum koyrdi sera illa ta einu løtuna, megnaði Sóley kortini at skjóta trý mál á rað (frá 22-17 til 22-20). StÍF hótti, men tær komu ikki nærri
muni, og tey kunnu vestmenningar ogna sær longu í morgin, leygardagin, tá teir fáa vitjan av StÍF. Men um StÍF hinvegin heldur taktirnar frá mikukvøldinum móti Kyndli, fáa vit ivaleyst ein rimmar dyst í
eisini koma, men so krevst av teimum, at teir vinna heimadystin móti StÍF í dag, og tað kann vísa seg at gerast ein tung uppgáva. StÍF vísti stórspæl móti júst Kyndli mikukvøldið, har teir vunnu 27-23. Her [...] vinnara í morgin. Um tað eydnast ávikavist StÍF og H71 at vinna sínar dystir um vikuskiftið, sær støðan, tá endaspælið byrjar, soleiðis út: Kyndil 9 stig, VÍF 8 stig, StÍF 8 stig og H71 8 stig! Javnari kann tað [...] Skála. Tey flestu munnu ikki rokna við, at VB fær nakað stig hetta vikuskiftið heldur. Bæði VÍF og StÍF eru væl við í kappingini, og hjá báðum hesum liðunum ræður um at vinna seinasta dystin, so tað verður
Í løtuni ger hann mest um seg á hondbóltsliðnum hjá StÍF, men tey, sum fylgja við, munnu vita, at John Petersen eisini telist millum okkara frægastu fótbóltsspælarar. Skálamaðurin, sum seinastu tvey árini
hóast javnleikin bleiv samanlagda eysturoyarliðið enn meira einsamalt í botninum. Hjá monnunum vísti StÍF í Vestmanna, at teir eins væl og onnur lið kunnu strúka avstað við FM-gullinum. Spælið hjá strandaliðnum [...] koyrt sera væl í seinastuni, og í Johan Danielsen eiga teir eisini besta málmannin í landinum. Um StÍF megnar at halda dampinum uppi, kann alt henda. VÍF-liðið tykist vera nógv viknað síðani í fjør og
verjuspæli og flótandi álopsspæli helt StÍF sær á gleimi í Vestmanna og gav 1. mansliði VÍF sítt kanska størsta tap nakrantíð á heimavølli í landskappingini. StÍF vann ikki minni enn 41-25, og tað var ikki [...] serliga fyrsta korterið, tá StÍF kom á odda 12-3. Hetta er ein næstan óhoyrd støða í Vestmanna, har VÍF hevur verið føroyameistari tvey tey seinastu árini. Men leygardagin var tað StÍF, ið spældi sum ein fø [...] eydnast teimum at standa seg móti VÍF og Kyndli á stigatalvuni, tá samanum er komið. Í løtuni hevur StÍF besta liðið í landinum ? ella kanska er tað rættari at siga, at teir hava best spælandi liðið í landinum