StÍF-kvinnurnar í málhýri

Hondbóltur: StÍF-kvinnurnar hava nú blandað seg í oddastríðið aftur

Kvinnuliðið hjá StÍF hevur eins og mansliðið havt vind í seglunum í seinastuni, og sunnudagin bleiv tað til tvey stig afturat, tá felagsliðið hjá GÍ og Tjaldrinum mátti leggja rygg til eitt tap upp á 34-20.

Tað er eitt úrslit, sum ber boð um ein rættiliga ójavnan dyst, og tað vóru eisini strandakvinnurnar, sum høvdu yvirvágina frá byrjan til enda. Tað var bert fyrsta góða korterið av dystinum, at liðið hjá GÍ og Tjaldrinum megnaði at fylgja við, men frá støðuni 5-4 fór StÍF at draga frá, og síðani øktist munurin bert.

Í fyrra hálvleiki vóru tað serliga tveir spælarar, sum gjørdu vart við seg. Paula B. Jacobsen hjá StÍF skeyt átta mál fyrsta hálva tíman og bleiv at enda toppskorari í dystinum við tilsamans tíggju málum.

Beinta Joensen skeyt sjey av teimum tíggju málunum, sum GÍ/Tjaldrið fekk í fyrra hálvleiki, og tað vísir eisini, hvussu stóran týdning hon hevur fyri liðið.

Hóast tað sum oftast eru Paula B. Jacobsen og Sóley Mikkelsen, sum skjóta málini hjá StÍF, so hevur strandaliðið nógv fleiri streingir at spæla upp á enn hitt eysturoyarliðið, sum meira dúvar upp á einmansavrikini og heldur ikki tykist at vera í eins góðari venjingarstøðu og oddaliðini.

Eins og hjá monnunum var munurin longu í hálvleikssteðginum (18-10 til StÍF) so stórur, at tað eingin ivi kundi vera um, hvør fór at vinna, men í hesum dystinum vaks munurin eisini í seinna hálvleiki, so heimaliðið at enda vann 34-20.

Tað er ein greiður sigur, og sostatt gjørdu StÍF-kvinnurnar sína skyldu, tí hetta var dystur, sum skuldi vinnast, um gloppið upp til hini liðini ikki skuldi gerast ov stórt.

StÍF hevur ein dyst eftir móti VB komandi sunnudag, og har kann roknast við, at tvey stig afturat koma í stigaposan hjá teimum. Í annaðkvøld spælir StÍF móti Kyndli í Havn, og um tað eydnast strandaliðnum at fáa stig burtur úr hesum dystinum eisini, kann alt henda, tá farið verður undir endaspælið tann 6. januar. Í løtuni taka øll tey fimm ovastu liðini stig frá hvørjumøðrum, og tað er als ikki óhugsandi, at StÍF fer at fáa okkurt burturúr móti Kyndli, sum ikki altíð hevur verið so sannførandi í ár.