pissað í sjógv, hildið í einum spaka, sligið ein seym í ella fangað ein glasáll. Teirra víðskygni er tí ikki rúmari, enn at tað illa nokk kann nýtast til annað enn sum gloriu kring egnu høvur. Kortini verður [...] sindur við orðingini, so frágreiðingin sam-svaraði við ásettu krøvini. Yvirhøvur er tað tíbetur eisini enn so í Føroyum, at um uppfinnarin sjálvur ikki er so kringur at tekna, so kennur hann altíð onkran [...] og -grunnarnir, ja, sjálvt fyri Framtaksgrunnin eru helst á góðari leið, men sum kunnugt kann hvørki ein »stova« ella ein »grunnur« hugsa. Tað kunnu bert tær menniskjur, ið stýra grunnin/stovuna. Tí hjálpir
Samanumtikið ein góð og fjølbroytt skrá, sum Tórshavnar Manskór ikki skal skammast yvir at fara avstað við Dygdin er nógv betrað, og kórið hevur nú eitt støði, sum man vera millum tað frægasta, sum finst í [...] eina yvirhøvur mansliga framførslu, øll høvdu væntað sær, sum fóru niðan í Norðurlandahúsið seinnapartin sunnudag, so var tað ein kvinnurødd, sum fyrst trokaði sær vegin fram til áhoyraran, tá ið konsertin [...] skapar Bjarni ein ljóm, sum líkist kvøðing í dansi hugkveikjandi nógv. Yvirhøvur hevur Bjarni Restorff rós uppiborið fyri sín leiklut í øllum tí, sum fór fram í allari framførsluni. Bæði sum kórleiðari,
frætta sum leysatíðindi, at tey vóru blivin millionerar. ?Tað er lygn!? Hon so gjørdi, og maðurin, sum er við grønlendskum báti í Eysturgrønlandi, bleiv heilt forfjamskaður. - Tað er lygn, tað kann ikki [...] sínum egnu eygum, at hon hevði vunnið so stóran vinning. - Eg fór til arbeiðis, og eg hevði tað so ringt, tí eg hevði einki prógv fyri, at eg hevði vunnið. Eg gekk bara og segði, at eg helt, eg hevði vunnið [...] vissu fyri, at hon ikki var farin skeiv. Edith helt tað so avgjørt ikki fyri seg sjálva, at hon hevði vunnið, og tíðindini fóru beinanvegin sum rótasúpan um alla Klaksvíkina. Tí gav onkur henni tey ráð
forstanda, at ein gleðist yvir nakað, sum plívir pent? Ella síggja tit bara seyð og seyðalort? Tað kann ikki vera rætt, at ein lóg, sum kom í gildi 18 grøntkál, skal vera galdandi tann dag í dag, sum sigur at [...] virkuliga so ógjørligt hjá tykkum í Tvøroyrar býráð at gera tað sama, sum tey hava gjørt norðanfyri? Koyrir tú á ein seyð, so skalt tú gjlada. Koyrir tú á eitt fólk, so hendir onki. Hvar tú so enn klagar [...] Og ein gleðist yvir at síggja, at tað veksir. Vit fáa ikki so gott girt okkum inni ímóti vindi, tí vit búgva soleiðis fyri, men noyðast at gira okkum inni ímóti seyði, sum loypir. Og tað er ikki so lætt
illa fyri, sum tær eru nú. Hinvegin verða tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, uppaftur betri fyri tá. Tað vil siga, at ?stættarmunurin³ ímillum føroysku kommunurnar bara fer at veksa. Ein bólkur undir [...] Tí tær kommunur, sum eru hampiliga væl fyri, og sum klára at betala skuld niður, verða betri fyri. Men tær, sum onki klára at betala, verða framvegis akkurát líka illa fyri, sum tær eru nú. Neyðugt [...] veðhaldsgrunnin so leingi, kommunuavtalan er í gildi, ella til tær hava goldið 250-300 miljónir í grunnin. B) Landskassin betalir eins stóra upphædd í grunnin, sum kommunurnar gera, so at grunnurin tilsamans
búskap. ? Tað er nú prógvað, at ein lítil búskapur sum okkara fullkomiliga fer í smildur, tá ein stórur ríkisstuðul verður latin inn í ein lítlan búskap sum okkara - so nógvar pengar uttan nakra framleiðslu [...] leggja fram síni sjónarmið, og rukku tey sum vera man frá loysingini hjá Tjóðveldisflokkinum til trúgva sambandið hjá Sambandsflokkinum. Nógv kjak var sum vera man um nýggjasta útspælið frá Javnaðarflokkinum [...] Og nú fekk fundurin rættan dám av at vera ein politiskur fundur, sum í gomlum døgum, har harðmæltir fundarluttakarar tóku orðið. Fyrstur var Johanes Eliassen, sum vildi vita, hvat javnaðarflokkurin meinti
um at hava so og so nógv virkir opin, so er tað eitt haft um beinið fyri virksemið, sum er illa fyri frammanundan. - Møguliga er flakavinnan trupul at fáast við, men tað er so eitt mál, sum vit mugu taka [...] skapar góðan búskap í samfelagnum, um vit framleiða vøruna so bíliga sum til ber, og tað gevur ein sunnan búskap, um vit gera vinnuna so effektiva, sum gjørligt, sigur Bjarni Olsen. - Í frágreiðingini verður [...] einki, samanborið við tað, sum vit áður vóru von við. - Skulu vit heldur hugsa um alternativar vinnur? - Hvør skal finna tær? Tað verður ið hvussu so er ikki ein persónur, sum situr á eini skrivstovu. -Skal
200 kw. Men tað kann sjálvandi kortini vera ójavnt eisini á nærleiðum. Tað velst um so ógvuliga nógv ting, sigur Jens Julian Reinert. Útgerðin, til at móttaka umborð á skipinum, kann vera eitt. Viðurskifti [...] skipini, sum eru bara eitt sindur úr landi, ikki hoyra alt, sum sent verður. Hann sigur, at tað argar at hoyra útvarpsmenninar siga, at teir skrúva meira frá, tá fólk ringja úr Danmark leygarkvøld, so tey kunnu [...] tá sent verður við 100 kw. Talan er um ein mun upp á umleið eina millión krónur árliga. Í dag er tað »Landið«, sum eigur og rekur sendaran, og er Útvarpið tí, sum so, leyst av kostnaðinum. Men kortini verður
tey komandu árini. Men tað tykist ikki sum um fíggjarlig, ella politisk orka er til at loysa henda ovurstóra trupulleika, sum bara fer at veksa í stórum. Í hvussu so er muna tey tiltøk, ið sett verða í verk [...] tað hendi seg meiri enn so, at táið eitt pláss varð tøkt á røktarheiminum, kundi tað knípa at fáa fólk at taka tey, tí tey vórðu ansað heima av fólki, sum fekk løn fyri tað. Ein bílig skipan Hann segði [...] segði, at ansingarlønin var ein skpan, sum báði var bílig og effektiv. Samstundis, sum bíðilistarnir minkaðu í stórum, er tað nógv bíligari at geva fólki løn fyri at ansa gomlum fólki heima, heldur enn at hava
er óvanligt, at prísurin kann vera tvær reistur hetta. Arbeiðsgevarafelagið heldur, at um henda telduskrá í heila tikið er til, hevur hon neyvan nakað virði. Bert neyðugt at vera í tveimum skráum Føroyar [...] stovnar - ein samlaður kostaður upp á nakrar hundrað túsund krónur. Til samanbering vóru bert seks donsk virki við, og talan var um risafyritøkur sum ØK, SAS og F. L. Smith. Tað kemur meir enn so fyri, at [...] kemur meira enn so fyri, at hesi postkrøv verða goldin. Einstøk av hesum uppkrøvum eru enntá gjørd soleiðis, at skrivar tú undir og sendir hetta inn aftur, bindur tú teg til av vera við í tvey trý ár