stórar stakkar av klippfiski, og ein hóp av fólki - bæði konufólk og mannfólk - sum arbeiddi fisk, eins og vit nógv ár seinni gjørdu í Føroyum. Tá var einasta fiskaframleiðsla í Føroyum nakað av stokkfiski [...] vóru ov smáar til, at tað loysti seg at senda skip við teimum. Tann stóra forðingin var, at eitt skip, sum kom til Føroyar við farmi, ikki kundi taka farm við sær heim aftur. Hesum forðaði einahandilin fyri [...] føroyingurin búði betur. Tann 5. september var tíðin komin at fara heim aftur. Sendinevndin fekk serflutning heim, tí keypmaðurin Ogilvy lat teimum sína egnu slupp til heimferðina, og 9. september vóru teir
bað hann senda 400 kr. til heidningamissiónina sum tøkk til Várharra fyri, at hetta spældi so væl av. Fatur fekst á eina aðra kumpass, og so vórðu seglini sett at fara til Íslands. Árið bleiv av tí allarbesta [...] allarbesta. Teir fóru á beding, tá ið teir komu heim aftur. Tá sóu teir, at eitt petti var farið av kjølinum, tað var ikki ein fót til longdar. Eitt petti av steini var eisini farið inn í kjølin, so teir [...] f. 1933. Sum tað sæst var stutt millum systkini, serliga teimum elstu. Hetta var strævið hjá mammu eins væl og hjá nógvum øðrum konum. Yngstur av okkum er Hilmar, sum er kendur sum lærari, og sum tingmaður
sekur í tilsamans fimm ákærum, har av fremsta ákæran er tilætlað dráp. Revsiramman í fronsku rættarskipanini fyri mál av slíkum slag er 28 ár. Dómurin, 20 ára fongsul, var av advokatunum tó roknaður sum ein [...] við meg sjálva, at við at senda hann 20 ár í fongsul hevur rætturin givið Eleinu eitt lítið sindur av rættvísi. Eftir situr familjan, sum skal lofta børnunum og skapa teimum eitt nýtt lív. - Børnini hava [...] sigur Jónfríð Thomsen. Hon tosar um mannin, sum til fyri fáum árum síðani var partur av familjuni. Sum er pápi at teimum børnum, ið hon nú hevur tikið til sín sum síni egnu, tí tey hava mist bæði foreldur
so ómetaliga stoltur av sínum børnum og svigarbørnum. Hann gleddist so, tá ið tað gekst teimum væl, eins og tað sást væl á honum, tá ið tað gekk teimum minni væl. Hann var stillur av náttúru, vitandi og [...] Jógvani við sjálvuppgávuni, og so møttust tey til ein betri bita av og á hjá hvørjum øðrum. Jógvan var eisini lækni hjá babba, sum var sjúkur av liðagigt. Tá ið trøðin á Dunga bleiv útstykkjað fyrst í 80-inum [...] setti niður grønmeti og rabarbur, og sáðaði út øll sløg av blómum. Serliga vóru tað morgunfrúurnar, sum vit øll, ár eftir ár, fingu gleði av, tá ið várblómurnar vóru følnaðar. Áhugin til sjógvin var
málsetningar. Í staðin var røðan ein long røð av uppramsing av ymsum, ið arbeitt verður við úti í aðalráðunum. Fleiri av málunum eru mál, ið vórðu sett í gongd av undanfarnum samgongum, og enn eru á listanum [...] arbeiðir víðari við fleiri av málunum, ið undanfarnu samgongur settu í verk – eitt nú Marknagilsdepilin og vardir bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoynni. Kennist sum røðan er samansett av ymsum embætisfólkum í [...] asosiala skattalætta nakrantíð, og avtikið Landsbanka Føroya. Sjálvt heimtøka av ábyrgdini av útlendingamálum er ongin peningur settur av til – heldur ikki í fíggjarkørmunum fyri 2014. Fólkið vil aðra kós enn
teir, sum settu metið í 2009, róðu tvørtur um eina linju, sum var sett millum tvær oyggjar, meðan tað varð kravt av okkum, at vit skuldu rógva heilt á land, sigur Livar Nysted. Hetta forðaði teimum tó ikki [...] tað er ein góð møði. Tú koyrir í einum slagi av rúsi beint í løtuni, men eg eri troyttur, tað eri eg, sigur Livar Nysted. Tað hevur verið útvið tveir mánaðar av konstantari rógving. - Vit hava róð meðan øll [...] rógving, men bara um at slappa av. Í morgin skal eg so hava seinasta strekkið upp á pláss, og síðani er ætlanin at njóta nakrar dagar her niðri, áðrenn leiðin verður løgd heim til Føroya aftur, sigur Livar
húsfólk í heiminum hjá teimum. Havi umvegis hesi bond havt nógv samskifti við André, og seinni fekk eg hann sum lærara í týskum á HF-skeiðnum í Hoydølum. Heimið hjá André og Dikku var av fjálgastu og blíðastu [...] ið í 70’árunum. Og eins og fleiri av hinum, sum høvdu lisið russiskt, fekk hann mangt spjaldur sett á seg sum “njósnari” og umboð fyri Sovjettsamveldið, orsakað av tí forpestaða politiska orðaskiftinum [...] ára gamal. André elti ikki sum fyri var slóðað. Hann gekk sínar heilt egnu leiðir í øllum. Í síni heimsáskoðan, sínum lívsvalum, síni politisku áskoðan, sínum fakliga virki, síni luttøku í samf
vóru ikki nøkur onnur av teimum, ið hann hevði lisið saman við, og allir føroyingarnir vóru í Keypmannahavn og lósu. Hann treivst tí als ikki har. Tá hann hevði lisið í ein mánað, avgjørdi hann at flyta [...] smittaði. Saman við Hanus við Høgadalsá, settu Sofus og Nonnegaard eina ávísa upphædd um mánaðin av til at keypa listaverk hjá útvaldum listamonnum, m. ø. Ingálvi av Ryeni. Teir deildu síðan listaverkini [...] listasavnari. Við útvaldum listaverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt nógv listaverk av Ingálvi av Reyni. Alt savnið hongur nú á Lis
Møguleika fyri fólkaatkvøðu um samtyktar lógir 2. Val av løgmanni og nýskipan av landsstýri eftir hvørt val 3. Møguleika fyri nevndarhoyringar 4. Alment innlit Av hesum er tað serliga punktini 1 og 2, sum hava [...] stýringina av føroyska samfelagnum bert góvu okkum loyvi til “at spæla fólk í húsi”. Hann meinti við, at vit vóru ósjálvstøðugt land, og tí bert kundu stýra undir teim treytum, ið aðrir settu okkum. Hetta [...] til fólkaatkvøðu, og síðani endaliga samtykt av einum nýggjum tingi í 2016. Um hetta verður gjørt hevði tað havt við sær eina týðandi og avgerandi menning av føroyska samfelagnum. Løgtingsval verður ikki
stakk hann av, sigur Eyyub. Útspiltir av formanninum Týsdagin í síðstu viku høvdu teir báðir fingið nóg mikið. Teir gjørdu av at sleppa sær til Havnar og síðani víðari heim til Danmarkar. Bilin settu teir í [...] Aumang Haji settu kósina ímóti Føroyum. Teir hava báðir spælt við Esbjerg fB í Danmark, men nú var tíðin komin at royna ævintýrið í Føroyum. Næsti steðgur var á Tvøroyri, har TB hevði givið teimum eitt sera [...] hugtiknir av føroysku nattúruni, tá ið teir komu higar. Eisini mettu teir, at móttøkan var góð. - Øll vóru so smílandi og spurdu, hvussu vit høvdu tað, sigur Eyyub. Fyrstu tíðina var tó eitt sindur av rumblið