Tað var ein góð kensla, ið Livar Nysted sat við, tá hann var komin á land á Muritius.
- Kenslan kann ikki sigast við orðum, men tað er ein ótrúliga góð kensla, sigur Livar Nysted.
Tað hevur sett síni spor at rógva ein so langan tein.
- Eg eri ógvuliga móður og troyttur, men tað er ein góð møði. Tú koyrir í einum slagi av rúsi beint í løtuni, men eg eri troyttur, tað eri eg, sigur Livar Nysted.
Tað hevur verið útvið tveir mánaðar av konstantari rógving.
- Vit hava róð meðan øll føroyska kapprógvingin hevur staðið upp á, so tú kanst ætla, at tað hevur verið hart, sigur Livar Nysted.
Talan hevur verið um 57 dagar í sjónum og 6500 kilometrar hjá Livari Nysted og hinum báðum monnunum.
- Eg dugi ikki at siga, hvar styrkin kemur frá, men hetta er nakað, eg tími ógvuliga væl og nakað, sum mær dámar væl. Men styrkin at gera tað. Tú skal heilt vist vera rættiliga tvørur, men um tú tímir tað, tú fer í holt við, so skal tað nokk ganga, sigur Livar Nysted.
Hann heldur, at talan er um eitt stórt ævintýr.
- Tað hevur verið ógvuliga spennandi, og eg haldi, at hetta hevur verið akkurát nakað fyri meg, sigur Livar Nysted.
Ivi var sáddur um Livar og hinir báðir veruliga høvdu sligið heimsmetið, men har er Livar ivaleysur.
- Vit hava tosað við Ocean Rowing Sosiety, og hava fingið at vita, at heimsmetið er góðtikið. Vit komu ikki á somu strond, har undanfarnu methaldararnir komu, men tað er bert fáar kilometrar haðani. Men tað er stórur munur á kortini, tí teir, sum settu metið í 2009, róðu tvørtur um eina linju, sum var sett millum tvær oyggjar, meðan tað varð kravt av okkum, at vit skuldu rógva heilt á land, sigur Livar Nysted.
Hetta forðaði teimum tó ikki í at seta nýtt heimsmet.
Hálvt kilo av sjokolátu
Tað var mánakvøldið, at Heri Simonsen fekk orðið á Livar Nysted, og hann segði, at teir ætla sær at rógva hesar fáu kilometrar týsmorgunin.
- Tað skal eingin ivi verða um, at vit ætla at koma á tað staðið eisini, staðfestir Livar Nysted.
Kona Livar, Svanna Nysted, var farin alla ta longu leið til Mauritius at taka ímóti manninum.
- Tað var fantastiskt at síggja hana standa har. Nú var tað myrkt, tá vit komu til lands og tað var á einari strond, har vit máttu vassa í land, og nógv fólk var har. So tað var eitt sindur serligt, sigur Livar Nysted.
Teir slappaðu av mánakvøldið, men fóru so aftur í bátin týsmorgunin.
- Bara fyri at rógva tað seinasta strekkið, fyri okkara egnu skuld eisini, so eingin skal seta spurnartekin við, um vit hava róð allan vegin ella ikki. Men Ocean Rowing Sosiety hevur ringt til okkum og ynskt okkum tillukku við heimsmetinum, sigur Livar Nysted.
Tað krevst góður kostur at rógva ein so langan tein.
- Tað var eitt sindur keðiligt, men eg kann siga tær, at vit høvdu 2000 sjokolátastengur við okkum, mars og snickers. Og vit høvdu rokna tað út at skula vara í tríggjar mánaðir, men tað er alt etið upp við rubb og stubb, vit ótu tað síðsta í dag, sigur Livar Nysted.
Hin føðin hevur verið turrfóður, sum teir hava blandað upp við vatn, og teir hava etið rættiliga nógv á ferðini.
- Vit hava etið eitt hálvt kilo av sjokolátu um dagin, og fleiri døgurðar, so vit hava etið nógv, sigur Livar Nysted.
Men tú forbrennur nógv undir einum slíkum túri, og tí er eisini neyðugt at eta nógv.
Saknað føroyskan mat
Tað eru ikki tær villu ætlanirnar, ið liggja fremst í huganum hjá hvannasundsmanninum.
- Fremsta ætlanin hjá mær er at koma aftur til Føroya. Beint nú hugsi eg als ikki um rógving, men bara um at slappa av. Í morgin skal eg so hava seinasta strekkið upp á pláss, og síðani er ætlanin at njóta nakrar dagar her niðri, áðrenn leiðin verður løgd heim til Føroya aftur, sigur Livar Nysted.
Hann hevur saknað føroyskan mat á ferðini.
- Eg havi saknað grind og ræstan fisk á ferðini, so tað verður okkurt sovorðið, eg fari at forlanga, tá eg komi heim, sigur Livar Nysted.
Hann takaði eisini fyri lukkuynskini, ið Heri Simonsen sendi vegna Miðlahúsið og Rás2.
- Eg má takka tykkum fyri, at tit hava tímað at varpa ljós á hesa ferðina, sigur Livar Nysted.
Hann nýtti eisini høvið at senda eina heilsan heim til mammu sína, systkinini og ikki minst til børnini.
- Eg gleði meg ótrúliga nógv at síggja øll aftur, og um nakrar dagar verði eg so eisini heima í Føroyum aftur, sigur Livar Nysted, sum hevur sett nýtt heismet við at rógva frá Australia til Mauritius eftir 57 døgum, sum er tveir dagar minni, enn ein maning upp á átta setti í 2009.