Jón Brian Hvidtfeldt
- Tað var ræðuligt at møta honum aftur í rættinum. Eg havi ikki orð fyri tí. Hann segði einki við okkum. Eg fekk eygnakontakt við hann, men hann hugdi burtur hvørjaferð.
Jónfríð Thomsen er júst komin heim aftur til Skanderborg í Danmark eftir eina ferð, sum hevur sett eitt lítið punktum í eini ræðuligari søgu.
- Ja, hann fekk 20 ár í fongsul. Tað var ikki so nógv, sum eg kundi hugsað mær, at hann fekk. Men tað er okay. Tí nú veit eg, at hann er læstur inni í nógv ár, sigur Jónfríð Thomsen.
Hon tosar um mannin, sum til fyri fáum árum síðani var partur av familjuni. Sum er pápi at teimum børnum, ið hon nú hevur tikið til sín sum síni egnu, tí tey hava mist bæði foreldur. Mannin, ið er dømdur fyri at hava dripið Eleinu Thomsen.
- Eleina var eitt deiligt menniskja, sum elskaði lívið, sigur Jónfríð Thomsen um systrina, ið bara fekk 37 ár her á fold.
Røddin knekkar.
Hóast tað er trupult at seta orð á, so vildi Jónfríð Thomsen tó vitna, tá rættarmálið var fyri í fronskum dómstóli í síðstu viku. Tað vildi hon, hóast eingin kravdi tað av henni.
- Eg vildi vitna. Eg vildi fortelja rættinum um Eleinu og hvussu hon var. Hon skuldi ikki bara vera eitt navn og eitt nummar á rættarlistanum, men eitt menniskja.
Franska lagnan
Tað var í Íslandi í 1997, at Eleina møtti sínum komandi manni. Tað rann saman teirra millum, og árið eftir fluttu tey til heimland hansara, Frakland. Tey blivu gift og settu búgv í býnum Guilligomarc’h í landslutinum Bretagne, og saman fingu tey tvey børn, eina gentu og ein drong. Men kærleikin kólnaði, og tey fóru hvør til sítt.
Tey vóru sundurlisin, tá maðurin kom til bústaðin hjá Eleinu, sunnukvøldið 5. september 2010. Børnini, fýra og seks ára gomul, høvdu verið í vikuskifti hjá pápanum. Tey fóru innar, og Eleina varð biðin um at koma út um eina løtu.
Tað bleiv hennara lagna. Eleina varð skotin fimm ferðir.
Maðurin varð tikin at kalla beinanvegin. Men ikki fyrr enn mikudagin í síðstu viku fall dómurin.
- Framvegis veit eg ikki, hví hon skuldi drepast. Eg sat í rættinum í tveir heilar dagar, men ongantíð vildi hann siga hví. Men tað bleiv tó ført fram í rættinum, at tað skal eitt kalt menniskja til at avlevera síni børn og síðani skjóta mammuna, sigur Jónfríð Thomsen.
Týsdagin og mikudagin í síðstu viku sat hon í kalda rættarsalinum saman við manninum, ið hon kendi so væl frá fyrr, men sum nú skuldi dømast fyri morð.
- Eg merkti einki til, at hann angraði nakað. Har var eingin angran av nøkrum slag. Tað var forferdiligt, sigur Jónfríð Thomsen.
Eftir rættarmál í tveir dagar brúkti nevningatingið síðani hálvan annan tíma til at koma til eina niðurstøðu, áðrenn dómur fall mikukvøldið.
Maðurin varð dømdur sekur í tilsamans fimm ákærum, har av fremsta ákæran er tilætlað dráp. Revsiramman í fronsku rættarskipanini fyri mál av slíkum slag er 28 ár. Dómurin, 20 ára fongsul, var av advokatunum tó roknaður sum ein harður dómur.
- Jú, tað hevur týdning fyri meg og okkara familju, at hann fekk ein langan fongsulsdóm. Eg haldi tað vera í lagi, at hann skal í fongsul í nógv ár. Eg velji at taka tað sum eitt tekin um, at systir mín hevur havt týdning, sigur Jónfríð Thomsen.
Familjan
Eftir vanlukkuliga sunnukvøldið fyrst í september 2010 vórðu børnini hjá Eleinu og drápsmanni hennara send til pleygufamilju í Fraklandi. Ikki fyrr enn í juni 2011 eydnaðist tað Jónfríð Thomsen at fáa tey til Danmarnar, til sína egnu familju í Skanderborg.
- Tey hava mist alt. Bæði mammuna og pápan. Og tey eru tvingað til at taka støðu til nakað, sum einki barn nakrantíð eigur at taka støðu til. Tey eru míni børn nú, leggur hon afturat.
Tilburðurin setti sum vera man síni spor í børnini, ið framvegis fáa hjálp frá fakfólki.
- Tey fara inn í seg sjálvan og lova ongum innar. Tey sláa. Og tey gráta. Men jú, vit eru við at byggja okkum eitt nýtt lív saman her í Danmark, sigur Jónfríð Thomsen.
Sjálv eiga hon og sjeikurin trý børn, umframt at børnini hjá Eleinu sum nevnt eru komin afturat.
Túrurin niður til Fraklands, at vera við til rættarmálið og dómin, rørdi eisini børnini djúpt.
- Tey vistu, hví vit fóru. Men tey vóru bangin, og vildu illa lata okkum fara. Tey vóru bangin fyri at missa okkum, tí pápi teirra hevði longu tikið mammu teirra frá teimum, greiðir Jónfríð Thomsen frá.
Hon fór tann tunga túrin niður til Bretagne saman við sjeikinum og mammu síni, ið kom úr Føroyum. Rættarmálið var alt á fronskum, men tulkur var til staðar fyri at hjálpa føroysku familjuni.
- Hvussu nógv ár fekk hann? Tað var fyrsti spurningurin, ið vit fingu frá børnunum eftir dómin. Eg merkti ein lætta á teimum, tá vit komu heimaftur. Tey klemmaðu okkum, og vildu ikki sleppa okkum aftur.
- Tað hevur eisini týdning fyri meg, at tey vera vaksin, áðrenn hann nakrantíð kemur úr fongslinum aftur, leggur Jónfríð Thomsen afturat.
Ein dag í senn
Tað skuldu ganga tvey ár og útvið níggju mánaðir, til drápsmaðurin hjá Eleinu var dømdur, hóast hann varð handtikin at kalla beinanvegin og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani.
- Ja, tað er ótrúliga lang tíð. Tá vit hava spurt okkum fyri hjá fronsku myndugleikunum, so hava tey bara ryst á høvdið og sagt, at soleiðis er tað bara. Men tíðin hevur verið sera slítandi, ikki minst fyri børnini, sigur Jónfríð Thomsen og leggur afturat:
- Tey hava mangan spurt okkum, hvussu leingi pápi teirra skal sita í fongsul. Vit hava ikki kunna givið teimum eitt svar. Men nú hava tey so nakað at fyrihalda seg til, og tað er gott.
Líkið av Eleinu varð flutt til Danmarkar, og liggur hon nú grivin í kirkjugarði í Skanderborg.
- Tað valdu vit at gera fyri børnini. So tey hava eina grøv at vitja, og okkurt at halda fast í um mammu sína, sigur Jónfríð Thomsen.
Sjálv heldur Jónfríð Thomsen ikki, at maðurin, ið tók lívið av Eleinu, hevur fingið nóg harða revsing. Men hon er tó nøgd, og kann seta eitt lítið punktum í ræðuligu søguni.
- Tí við dóminum hevur man onkursvegna víst virðing fyri, at Eleina var eitt menniskja, ið eingin hevði rætt til at drepa.
Tað er langt á mál, men dómurin í síðstu viku er eitt stig rætta vegin.
- Eg royni at siga við meg sjálva, at við at senda hann 20 ár í fongsul hevur rætturin givið Eleinu eitt lítið sindur av rættvísi.
Eftir situr familjan, sum skal lofta børnunum og skapa teimum eitt nýtt lív.
- Børnini hava mist alt, bæði mammu og pápa. Her er eingin uppskrift, men vit taka ein dag í senn, sigur Jónfríð Thomsen.