hittust sunnudagin. Tað var helst ikki nakar, sum hevði roknað við, at stórvegis fór at vera í dystinum, men fyrstu góðu løtuna royndi Kyndil at treiskast, og tær hingu eisini hampuliga væl við. Revsaðu mistøkini [...] sum tey flestu høvu væntað. Hjá Kyndli var hetta ikki meira enn ein staðfesting av, at tað ikki er móti oddaliðnum, at tær skulu gera sær vónir um stig. Hjá VÍF mundi sigurin hinvegin hava størri týdning [...] í føroyskum kvinnuhondbólti, og sum frá leið, so kom hesin munurin eisini greitt til sjóndar. Uttan at gera stórvegis háva burtur úr sær sjálvum, so helt VÍF alla tíðina fast við eitt rímiliga trygt grundspæl
kærleiksbrøvini millum Einar Thor og Evu eru mest at líkna við ein skreiðibana, har upp- og niðurtúrarnir endurspegla misnýtslutilveruna. Desperat royna tey at halda vónini hjá hvørjum øðrum uppi, meðan tey [...] um misnýtarar "At siga søgur er okkara heilivágur". Við øðrum orðum grípa tey bæði kjansin at fortelja seg sjálvi fram sum menniskju í einum heimi, sum langt síðani er hildin uppat at lurta eftir teimum [...] snildið, at lata ein av høvuðspersónunum í søguni hava sama navn sum høvundurin, eina rættiliga ítøkiliga mynd av tí tvískinnaða trølli, høvundurin er vorðin í royndini at halda fast um lívslygnina. At allar
Nakað púra vanligt og dagligt, tað at lata seg í klæðir, hevur skift ham. Tað er vorðið fremmant og áhugavert. Tilgongdin frá at vera nakin til at verða ílatin verður vend á høvdið. Frá tryggum og ílatnum [...] býta um klæðir; leita eftir nýggjum møguleikum. Vit síggja stuttar og intimar løtur á sjónbandi. Tær royna seg fram, spegla seg í hvør øðrum og lata meira og meira av sær sjálvum. Og so, í tí sárbara, fara [...] vanligt í Føroyum, tað sum Nina Lundstrøm fæst við. Hon hevur fingið eitt stipendium, sum loyvir henni at arbeiða í Føroyum í tveir mánaðir.
góðar stundir at taka móti fagnaðinum. Og hetta høvdu teir eisini alla orsøk til. Óræddir fóru teir undir uppgávuna at basa úlvunum, og tó at hetta ikki eydnaðist, so er einki at ivast í, at avrikið letur [...] eisini kann bera við sær, at vit í framtíðini fara at síggja fleiri føroysk feløg gera enn meira um seg í altjóða høpi. Kann væl vera, at B36 tapti dystin, men tað var eingin ivi um, at tað vóru teir - og ikki [...] og hóast teir ásannnaðu, at uppgávan var møtumikil, so vóru greiðu boðini, at farast skuldi eftir sigrinum. Dreymabyrjan Stóra áskoðarafjøldin til dystin bar eisini boð um, at tað vóru fleiri enn spælararnir
gjárkvøldið, at samstarv er vegurin fram. At hesi ungu gerast ein kastibløka millum løgreglu, psykiatriska depilin, misnýtslu viðgerðarstøð, tilboð frá Almannaverkinum og øðrum, ger at øll royna sítt besta [...] hava Autismu. Vit í Sinnisbata meta, at tað er umráðandi, at inndraga familjuna og saman virka fyri, at okkara ungu fáa ta hjálp teimum tørvar. Vit ynskja eisini at miðlafólk, og fólk annars, tosa virðiliga [...] um, at vit hava nógv ung fólk, ið stríðast við sálarligar trupulleikar og rúsevnis trupulleikar. Vit í Sinnisbata vilja staðiliga heita á politisku myndugleikarnar, at taka tað í størsta álvara, at vit
fara, og tað angrar hann ikki. Hann sigur, at hann hoyrdi áðrenn, at tað var øgiliga strævið at ganga á studentarskúla, men hann heldur ikki, at tað er strævnari, enn hann hevði roknað við. Elin er, sum áðurnevnt [...] svevur, so vil lærarin royna at fáa hann við og eitt nú syrgja fyri, at hesin næmingurin ger allar uppgávur, heimaarbeiði og annað. Á miðnámsskúlunum er tað so, siga Pætur og Elin, at slíkir næmingar, sum [...] sleppa eisini at verða óseriøsir, og tað sæst so sjálvsagt í próvtøkuúrslitunum hjá teimum. Kemur at kenna nógv nýggj fólk Tey bæði ungu havnarfólkini eru samd um, at tað er rættiliga stuttligt at koma í ein
kaffi fyri at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman. Miðskeiðis í sjeytiárunum fær hon nóg mikið av at baka kakur og smyrja matpakkar. Pia Kjærsgaard vil vinna sín egna pening, og hon byrjar at arbeiða [...] ógvuliga varin við at lata fólk koma ov tætt inn at sær. -Eg havi tíverri havt eitt ótal av persónum tætt inni at mær, men sum síðan hava stungið meg í bakið. Úrslitið er, at tú ansar væl eftir, hvønn tú hevur [...] innflytarum. Skelkandi álopið hevði við sær, at hon valdi at fáa sær vaktarfólk at verja seg móti møguligum ágangi. Spurd, um hon ongantíð hevur hugsað, at politikkur ikki er tað stríðið vert, svarar hon
ikki, hvussu tað fer at ganga, men øll siga, at hetta tiltakið er nakað, sum tørvur er á í handilslívinum, og eg velji at halda, at tað fer at rigga. Eg ætli mær, ið hvussu er, at leggja lív og sál í hetta [...] byrðan gjørdist ov stór, og eg visti, at eg ikki kundi megna tað í longdini, valdi eg heldur at fara enn at umleggja mína arbeiðsgongd, sigur Aibritt á Plógv. Hon heldur, at starvsfólkini við árunum arbeiða [...] við at at hava starvsfólk undir mær, planleggja arbeiðið og skipa fíggjarpartin. Tað ger, at eg kann seta míni persónligu krøv. Mær nýtist ikki hjálp frá øðrum, sigur Aibritt á Plógv. Spennandi at ganga
kundu fara útaftur, tá spæltrupulleikarnir vóru umvældir. Hósdagin landaðu Heykur og Falkur, sum royna eftir upsa. Teir høvdu 450.000 pund tilsamans. Fríggjadagin vóru fýra ísfiskatrolarar inni við upsa [...] Bakur høvdu umleið 270.000 pund tilsamans. Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará høvdu tey úr at gera í undanfarnu viku.
hevði boyan ? um tað ber til at siga tað soleiðis ? einki at gera, og tí kundi tað sæð út sum um, at oddabáturin ikki hevði hildið seg til sína róðrargeil, og tí var tað, at høvuðsdómarin í fyrstu atløgu [...] kensluni av, at kappingarárið var farið í vaskið, var sera tætt aftur til Sølmund og Hósvíking, og tað ber boð um, at henda kappingin verður sera spennandi, tá hósvíkingar 19. juni fara at royna seg í heimasjógvi [...] teir megnaðu at leggja tveir bátar afturum seg, men tá teir komu á mál var tað týðuligt, hvussu vónbrotnir teir vóru. Í kappróðri er tað soleiðis, at um ein manning sjálv er orsøk til, at róðurin hjá teimum