Úr at gera á Kongshavn

Fleiri skip landaðu í Saltangará í vikuni sum fór, og bara hósdagin og fríggjadagin hevði landingarmiðstøðin Kongshavn átta skip, sum vóru inni við gulllaksi og upsa. Hósdagin og fríggjadagin landaðu ikki færri enn átta skip í Saltangará.

Polarhav og Stjørnan, sum eru á gulllaksaveiði, brutu túrin av, tí annað skipið hevði trupulleikar við trolspælinum. Teir landaðu góð 200.000 pund í Saltangará hósdagin.

Skipini steðgaðu einki inni og kundu fara útaftur, tá spæltrupulleikarnir vóru umvældir.

Hósdagin landaðu Heykur og Falkur, sum royna eftir upsa. Teir høvdu 450.000 pund tilsamans.

Fríggjadagin vóru fýra ísfiskatrolarar inni við upsa, Rókur og Lerkur og Stelkur og Bakur.

Rókur og Lerkur høvdu umleið 260.000 pund, og Stelkur og Bakur høvdu umleið 270.000 pund tilsamans.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará høvdu tey úr at gera í undanfarnu viku.