Nakað púra vanligt og dagligt, tað at lata seg í klæðir, hevur skift ham. Tað er vorðið fremmant og áhugavert. Tilgongdin frá at vera nakin til at verða ílatin verður vend á høvdið.
Frá tryggum og ílatnum menskum broytast hesar kvinnur, meðan sjónbandið gongur. Tær lata plagg eftir plagg svinna av kroppinum. Tær býta um klæðir; leita eftir nýggjum møguleikum.
Vit síggja stuttar og intimar løtur á sjónbandi. Tær royna seg fram, spegla seg í hvør øðrum og lata meira og meira av sær sjálvum. Og so, í tí sárbara, fara tær frá okkum, ganga út úr sjónbandinum og lata okkum verða eftir við teimum myndum, sum okkara egna sinn skapar.
Á Varmakeldu
Nakað soleiðis er lýsingin av framsýningini hjá Ninu Lundstrøm, sum verður á Varmakeldu, og sum letur upp hóskvøldið tann 1. juli. Framsýningin við Ninu Lundstrøm og hennara sjónbandi er partur av størri framsýning nevnd Ung List, sum verður í gomlu Toystovuni.
Tað er ikki vanligt í Føroyum, tað sum Nina Lundstrøm fæst við. Hon hevur fingið eitt stipendium, sum loyvir henni at arbeiða í Føroyum í tveir mánaðir.