Í gjár var tann seinni av innbrotstjóvunum, sum brutu inn í Føroya banka á Toftum herfyri, leyslatin. Hann varð varðhaldsfongslaður fram til 8. juni, tí hann noktaði seg sekan. Nú hevur hann tó broytt [...] ræna tvær pengaboksir. Hetta miseydnaðist sum kunnugt, og verða teir nú skuldsettir fyri vanligt innbrot.
Umleið klokkan 03:00 í nátt varð innbrot framt í Teldutænastuni á Hálsi í Havn. Gerningsmenninir brutu ein rút og fóru avstað við fleiri teldum og aðrari elektroniskari útgerð. Meginparturin bleiv tó funnin
Mitt í nátt fór ein sjálvvirkandi tjóvaríávaring í Bónus í Miðvági ígongd. Ein trygdarvørur hjá Trygdartøkni var fyrstur á staðnum og sá, at talan var um innbrot, og boðaði løgregluni frá. Ein rútur var [...] óvist, hvat tjóvarnir hava fingið við sær, ella um nakað er stolið yvirhøvur. Í nátt gjørdi ávaringin í handlinum hjá Leif Mohr í Kambsdali, eisini vart við seg, men tað vísti seg at vera eitt tekniskt brek
Tað var um 23 tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at onkur hevði verið í einum hjalli í Varðagøtu í Havn og stolið rúsdrekka. Ikki bara eitt sindur, men talan var um nógv og dýr sløg, [...] krónur. Løgreglan sigur, at talan er sum stuldur og ikki um innbrot. Tað er tí, at hjallurin ikki varð stongdur – sum so øgiliga nógvir aðrar hjallar í Føroyum, sigur vaktleiðarin. So tað er helst eitt gott
Gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Effostøðini í Kollafirði. Ein rútur var brotin, og tann vegin vóru tjóvurin ella tjóvarnir komnir inn. Vekslipengar, nakrar túsund krónur [...] krónur, eru horvnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hetta málið verður kannað nærri. Viðvíkjandi innbrotinum í Rúsini á Sandi sunnukvøldið sigur vaktleiðarin, at har hava tey spor at ganga eftir [...] eftir. Tey eru komin nakað ávegis við kanningararbeiðinum, sum tó ikki er liðugt enn. Í gjár var eisini ein bilførari tikin fyri at koyra uttan koyrikort, hann hevði mist koyrikortið.
fronturin er í løtuni Listasavn Føroya, har nýggjur leiðari skal setast. Ein fundur í stýrinum fyri Listasavni í farnu viku skuldi seta nýggjan leiðara fyri Listasavn Føroya, og ein meiriluti í stýrinum var [...] millum tveir ymiskar bólkar í listaumhvørvinum breyt út í ljósum loga. Stýrið skal seta leiðara Tað er stýrið fyri Listasavnið, sum ger av, hvør skal verða leiðari. Fýra fólk sita í stýrinum, og tey eru vald [...] Helgi Fossadal skuldi hava starvið. Men formaðurin í stýrinum var ímóti hesum, og hann hevur biðið Mentamálaráðið kanna, um umsøkjararnir lúka treytirnar í starvslýsingini. Nú valdar ruðuleiki, og stóri
Tað kundi gingið heilt galið, tá innbrot var í Evangeliihúsinum í Havn einaferð farnu nátt ella tíðliga í morgun. Tjóvurin, sum breyt ein rút og tók ein gittar við sær út, hevði nevniliga bæði drukkið [...] fest sær í eina ballaða sigarett. Sigarettina fann politiið á gólvinum, har hon var slóknað av sær sjálvari. Kringvarpið veit frá kriminalpolitinum at siga, at innbrotið varð meldað um sekstíðina í morgun
Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um innbrot í bát. Í báðum førum var talan um bátar, sum lógu í bátahylinum undir Gøtueiði. Ein maður varnaðist at óbodnir gestir høvdu verið í bátinum og at neyðblussini [...] annar bátseigari frætti tað, fór hann at kanna sín bát, og har var sama skilið. Tað var brotið inn í bátin og neyðblussini, og annað, vóru vekk. Men hann fekk ikki sagt nær tað var hent.
Sunnunáttina var innbrot í læknahølunum hjá Andori Ellefsen og Kaj Kallsberg í Jónas Broncksgøtu. Líkt er til at gerningsmaðurin hevur leitað eftir rúsandi evnum, men enn ber ikki til at staðfesta, um [...] um maðurin hevur fingið nakað stórvegis við sær. Innbrótarin hevur tó leitað væl og virðiliga í hølunum hjá Andori Ellefsen, verður sagt av kriminaldeildini. Gerningsmaðurin er sloppin inn ígjøgnum høvu
politiið í Havn eina fráboðan um harðskap. Tað var ein, sum varð álopin niðri við Føroya Banka niðri í miðbýnum. Hetta málið verður nú kannað. Somuleiðis sunnunáttina var eitt lítið innbrot í Gullhorninum [...] innanfyri. Annars sigur politiið í Havn, at vikuskiftið hevur verið ógvuliga friðarligt. Onkur hevur verið inni og sovið rúsin av sær, og eisini hevur ferðmátingar verið gjørdar í Kollafirði, á Oyggjarvegnum