Harðskapur og innbrot í býnum

Sunnunáttina fekk politiið í Havn eina fráboðan um harðskap. Tað var ein, sum varð álopin niðri við Føroya Banka niðri í miðbýnum. Hetta málið verður nú kannað.
Somuleiðis sunnunáttina var eitt lítið innbrot í Gullhorninum. Onkur hevði brotið sýnisgluggan inn, og tikið tað, sum lá innanfyri.
Annars sigur politiið í Havn, at vikuskiftið hevur verið ógvuliga friðarligt. Onkur hevur verið inni og sovið rúsin av sær, og eisini hevur ferðmátingar verið gjørdar í Kollafirði, á Oyggjarvegnum og við Leynavatn. Her vórðu tveir tiknir fyri at koyra ov skjótt.