Gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Effostøðini í Kollafirði. Ein rútur var brotin, og tann vegin vóru tjóvurin ella tjóvarnir komnir inn. Vekslipengar, nakrar túsund krónur, eru horvnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Hetta málið verður kannað nærri.
Viðvíkjandi innbrotinum í Rúsini á Sandi sunnukvøldið sigur vaktleiðarin, at har hava tey spor at ganga eftir. Tey eru komin nakað ávegis við kanningararbeiðinum, sum tó ikki er liðugt enn.
Í gjár var eisini ein bilførari tikin fyri at koyra uttan koyrikort, hann hevði mist koyrikortið.










