tað gott, men hjá mammu at vera forsyrgjari var strævið. Ongantíð minnist eg hana klaga. Eg minnist, at eg plagdi at hoyra hana fara upp um morgnarnar. Hon skavaðist í køkinum at kyka og slíkt. Torvið [...] hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin í iva um, at ein vanlukka var hend. Fóru at leita, komu heldur ikki aftur Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta [...] íblásturin til Johan Niclassen at fáa ein svimjihyl í Hesti, so menn í hvussu er skuldu duga at svimja, um illa vildi til. Men hetta er eisini enn ein søga um, at fólkið kláraði at fóta sær, hóast slík bakkøst
helt upp á, at eg var alt ov ungur at fara til Íslands, men hon »tapti«. Læknin skar ígjøgnum og helt ikki, at eg fór at fáa skaða av hesum. Endin var, at eg sum níggju ára gamal fekk loyvi at fara til skips [...] bygd har uppi. Hann sigur, at tá ið tey byrjaðu at koyra hýruvogn í sínari tíð, vóru vegirnir vánaligir. ? Hetta vóru mest at kalla gonguvegir, og mangan kundi vera torført at vinna fram, tá ið kavi legðist [...] Hann sigur, at sum tíðin leið, fóru onnur á Toftum eisini at koyra hýruvogn. ? Tá ið tað síðan vísti seg at gerast ov lítið at koyra, góvust vit bara, leggur hann aftrat. Axel sigur, at hann og sonurin
Árnafjørður: - Eg plagi at keypa her av og á. Tá eg mangli okkurt, sum eg ikki noyðist at fara eftir í Klaksvík, fari eg higar at keypa. Einasti kundin, hesa løtuna vit vitja handilin er Tóra Mikkelsen [...] prát Hóast hon ikki fær allar vørurnar, hon skal brúka í hesum handlinum, so dugir hon kortini at síggja, at tað er heppið við einum slíkum bygdarhandli. - Um ikki annað, so kann ein altíð koma her og fáa [...] kunnu vera? Líka veit eg, alt møguligt. Sum oftast er tað kortini veðrið, sigur Tóra við einum stórum smíli. Í dag er Tóra einsamallur kundi í handlinum, men tað kann meiri enn so koma fyri, at tey eru
bara ringja til AUTO. Vit skulu hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili. Um sama mundið komu eisini [...] ár. Tað var tann 17. desember í 1952, at Eigil Gunnarsson, Kaysten Andreassen, Jóhannus Berg, Henri Svensson, Andrew Djurhuus og Jákup Jensen tóku seg saman at stovna bilstøðina. Í hesum sambandi hevur [...] hava verið knýtt at hesi støð øll hesi fimmti árini. Men bókin er eisini fyrsta íkastið til føroysku bilasøguna ? tí við hesi bók brýtir Magnus upp úr nýggjum í føroyskum bókmentum: At skriva bók um bilar
Árni við einum andlitsbráði, ið sigur so mikið, at hetta leggur hann ikki so nógv í. Hann fegnast tó um, at navnið Nesvík nú er komið fyri at vera, eftir at Leguhúsið hjá Heimamissiónini varð bygt við sjálva [...] tí hann hevur bil og dámar væl at vitja fólk og at fáa vitjan. Ikki einsligari enn hjá øðrum Tað var í samband við seinasta fólkatingsval at okkum barst fyri oyra, at tað einans var ein veljari í Nesvík [...] ????? Fluttu úr Tjørnuvík til Nesvíkar At Árni yvirhøvur kom suður til Nesvíkar at búgva hevur sum vera man sína serstøku søgu. Tann stutta útgávan ljóðar so, at í seinnu helvt av tríati-árunum flutti
soleiðis varð tað bara til tað, at eg var bara heima. ? Tað ringasta var tó tað, at eg ynskti ikki at nakar skuldi vita at eg ikki sá ? at eg var blind. Øll sóu og vistu, at eg hevði brillur, men eingin visti [...] síggja, at eg var øðrvísi enn hini. Men so segði mamma aftur við meg: "Vilt tú heldur, at fólk halda teg vera undarliga ? ella kanska at tú ert full?" Tá broytti eg hugsan, og fór at hugsa um, at tað var [...] eg siga, - at hesin mánaðurin gjørdi nakað við meg og mína persónligheit: At eg kláraði at vera ein mánað burtur, og at eg hevði gjøgnumført hetta skeiðið, - tað er ótrúligt. Eg sá fyri mær, at eg longu
Ísakson vísir at enda á, at hansara persónliga áskoðan er, at nýtt løgtingshús skal byggjast eftir tí vinnaraprojekti, sum vit hava, og tað skal byggjast út í eitt. Hann ásannar, at tað kann fara at gerast torført [...] á, at mótmælini ikki eru tagd burtur meira enn so, at tað í løtuni er til viðgerðar, um tað yvirhøvur skal farast víðari við ætlanini um at byggja nýtt løgtingshús. Tískil heldur hann tað ikki vera viðkomandi [...] heldur, at um Løgtingið fer undir eina verkætlan at betra um viðurskiftini hjá løgtingslimunum, so hevur tað eina skyldu fyri høvuðsstaðnum og øllum Føroya fólki at gera nakað, ið borgararnir kunnu vera erpnir
nærkast jólini, og vit hava úr at gera við at keypa inn, baka, kóka og steikja hópin av góðum mati at borðreiða við jóladagarnar og dagarnar til nýggjárs. Tað er hugnaligt at samlast um jólaborðið, taka ímóti [...] og hvørji ráðini eru til at taka, fyri at koma so lætt og hugaliga sum til ber gjøgnum borðhaldini í sambandi við hátíðina. ? Trupulleikin er, at vit eta ov nógv á jólum, og at nógv fáa ilt í búkin, tí [...] tey ússalig og fáa ilt í búkin av at fylla seg við slíkum. ? Hevði tað bøtt um at farið út at spáka aftaná slíkt borðhald? ? Ja, tað hevði avgjørt verið skilagott, at fara ein gongutúr og fáa fríska luft
gjørdist at AT »Arbeiðarana Trolaravirkið« sá dagsins ljós, og var í smá 20 ár ein av teimum stóru fyritøkunum í Føroyum. Men at vera vinnulívssosialistur í einum kapitalistiskum heimi, tað er sum at vera [...] nú at bíta í okkara stóru herligu jørð. Ynsktu at sleppa í hvítar reinar skjúrtur sunnudagar og at teirra børn fingu mjólk og smør uppá breyð um morgunin. Lat meg í hesum sambandi eisini nevna, at kammerat [...] ikki at síggja at henda gongdin kann broytast. Vit eru komin á ein kross veg, og tað finst ongin diplomatisk loysn á hasum problematikkinum. Tíðin er komin at velja. Men tey sum framhaldandi royna at skáka
Havnini. Onkur helt, at hetta fór at køva handilslívið í miðbýnum, og at vandi var fyri, at smáu matvøruhandlarnir kring um í býnum fór at koma í trupulleikar. Eisini fór hetta at vera stór kapping við K [...] ? Tað var longu meðan eg var í bankalæru, at eg fór at hugsa um at fara undir mín egna handil. Eg tosaði við Nonnegaard, stjóra í Føroya Banka, sum lovaði at sýna mær vælvild, tá eg einaferð kom so langt [...] Jacobsensgøtu. Hans Mortensen sigur, at tað var ætlanin, at Keypsamtøkan skuldi vera partur av SMS. ? Vit vóru komnir til eina semju við nevndina í Keypsamtøkuni um, at FK skuldi reka keypmanshandilin í SMS