Týsdagin komandi fyllir bilstøðin AUTO í Havn hálvthundrað ár.
Tað var tann 17. desember í 1952, at Eigil Gunnarsson, Kaysten Andreassen, Jóhannus Berg, Henri Svensson, Andrew Djurhuus og Jákup Jensen tóku seg saman at stovna bilstøðina.
Í hesum sambandi hevur Magnus Gunnarson í Havn savnað rúgvusmikið tilfar saman í bók um Auto og tey fólk, ið hava verið knýtt at hesi støð øll hesi fimmti árini. Men bókin er eisini fyrsta íkastið til føroysku bilasøguna ? tí við hesi bók brýtir Magnus upp úr nýggjum í føroyskum bókmentum: At skriva bók um bilar og bilavinnu í Føroyum!
Magnus Gunnarsson er útbúgvin bilsmiður hjá Johannes Berg í 1972. Hann starvaðist í mong ár sum bilsmiðjur. Hann hevur eisini starvast á dekkverkstað og koyrt býbuss í Havn. Seinastu árini hevur hann verið bilførari hjá Postverki Føroya ? men umframt tað hevur hann havt bilaredaktiónina á Sosialinum um hendi seinastu trý árini.
Magnus er sjálvur partur av Auto, tí hann er sonur fyrsta formann felagsins, Eigil Gunnarsson, sum hevur koyrt har næstan øll árini, so Magnus Gunnarsson er »eitt barn av Auto«, og tí er tað so sjálvsagt, at tað varð litið honum í hendi at festa søgu felagsins á blað.
Bókin byrjar við einum stuttum søguligum innliti í tíðina áðrenn fyrstu bilarnir komu til landið. Síðani greiðir hann eitt sindur frá um, tá fyrstu bilarnir komu í 20?unum og fram til støðin varð stovnað í 1952. Síðani verður søgan hjá støðini lýst fram til dagin í dag.
Nógva navna- og myndatilfar
Í bókini er sum vera man hópin av navna- og myndatilfari, tí myndir eru av teimum flestu, ið hava havt egnan hýruvogn á støðini, av støðgentum og øðrum, ið hava havt fast tilknýti til støðina.
Tá greitt verður frá um søguna hjá eini so týðandi støð, sum Auto hevur verið í samfelagnum í høvuðsstaðnum, so fevna frásagnirnar um meira. Nomið verður eisini við aðrar bilstøðir í býnum, um vegirnar í Havnini, um felagið Samfylking, fakfelag hýruvognsførara ? og so sjálvandi um Oyggjarvegin og um rutuna um Oyggjarvegin ? eisini áðrenn hann varð bundin saman í 1966.
? Auto hevur í øll hesi fimmti ár roynst ein trúgvur tænari hjá mongum havnarfólki og avbygdafólki, sum ynsktu at verða flutt úr einum stað í annað ? og tað serliga í fimmti- og sekstiárunum, tá privatbilar ikki vóru so vanligir sum í dag, sigur Poul Jóhan Djurhuus, partaeigari í Auto, í foroðrunum í bókini. Poul Jóhan Djurhuus er eins og Magnus Gunnarsson, »eitt barn av Auto«, tí eisini pápi hansara, Andrew Djurhuus, hevði bilkoyring í Auto sum lívsstarv.
Auto sum lívsgrundarlag hjá fleiri familjum í Havn
? Auto hevur hesi mongu árini verið arbeiðsplássið hjá einum stórum skara av monnum, sum høvdu áhuga í taxakoyring og fíggjarligar umstøður at gera íløgu í hýruvogn, og hevur sostatt verið lívsgrundarligð hjá fleiri familjum í Havnini, sigur Poul Jóhan Djurhuus, sum kom við hugskotinum at savna søguna hjá bilstøðini í bók.
Stór broyting er farin fram í ferðsluni og ferðslumynstrinum hesa hálvu øldina, síðani Auto varð stovanð. Tá vóru nógv fleiri hýruvognar, enn tað eru í dag, og so gott sum allir bilar vóru vinnubilar av onkrum slag: Vørubilar, lastbilar, hýruvognar og nakrir fáir privatbilar.
Tann bilastøðin, sum seinni varð til AUTO, byrjaði umleið 1950 í tí húsinum, sum er aftan fyri Sjónleikarahúsið, har Hans Johs. Clementsen hevði Fólkavognsverkstað í mong ár. William Sloan (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina Taxa, men var givin. Hann leigaði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið Taxa.
17 partaeigarar í 1952
Umframt teir fimm stovnararnar, vóru aðrir partaeigarar: Henry Berg, Mortan Mortensen, Jákup Berg, Jógvan við Á, Martin Poulsen, Arne Jacobsen, Børge Andreasen, Jóhan Simonsen, Bjarni Dal Christiansen, Magnus Egholm, Martin á Borg, Óla Kristian Jacobsen.
Hesir 17 vóru teir fyrstu partaeigararnir, síðan skiftu nøkur partabrøv hendur ta fyrstu tíðina, t. d. Pauli Hansen og Jens Petur Egholm (Pedda), sum tá komu við.
Eykaloyvi vórðu givin Jørgini Enghamar, Magnus Simonsen og Ansgar Jensen. Magnus og Ansgar gjørdist seinni partaeigarar.
Nakrir av hesum komu frá einari støð, ið varð kallað Bilstøðin í J. C. Svabosgøtu, hon varð tá niðurløgd.
Stutt eftir keypti Zacharias Niclasen á Skipafelagnum ognina, og teir máttu flyta í onnur høli.
Støðin flutti síðan oman í Kongagøtu 2, har leigað varð í niðaru hædd í húsunum, og matstovan hjá Effe Mohr var í erva.
Zacharias Niclasen fekk seinni rætt til Taxa navnið og fór sjálvur at reka bilstøðina Taxa 1313 - í somu húsum aftan fyri Sjónleikarahúsið.
Settu upp telefonboksir ymsastaðni í býnum
Nú varð neyðugt við nýggjum navni, og á fundi tann 20. apríl 1955 var samtykt, at navnið skuldi verða P/F AUTO A/S. Sama árið varð eitt grundøki millum Niels Finsensgøtu og Lucas Debesargøtu keypt frá Jens Paula av Reyni.
Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Støðin varð síðan bygd fyri ein part á sjálva brúnna og so yvir móti Lucas Debesargøtu.
Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði við avgreiðslurúmi, køki, bíðirúmi, stórari garasju við grøv í, so bilførararnir sjálvir kundu umvæla bilarnar, samstundis var olju- og bensinsøla har. Eisini vóru góðar umstøður til at vaska bilarnar.
Teir longstu túrarnir tá vóru til Kirkjubøar, gamla enda á Oyggjarvegnum og niðan ímóti Hvítanesi. Ein býtúrur kostaði at byrja við tríggjar krónur og umleið fýra kroynur út á Argir ella niðan í Hoydalar.
P/F AUTO fekk telefonnummarið 1-2-3-4, og hetta nummarið var sera hent, tí øll dugdu tað uttanat eftir stuttari tíð.
Enn eru helst fólk, ið minnast tær gulu telefonboksirnar hjá AUTO, sum stóðu ymsastaðni í býnum, har kundi ein bara ringja til AUTO.
Vit skulu hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili.
Um sama mundið komu eisini telefonir í bilarnar, og var tað ein stórur lætti, tí nú slapst undan at koyra aftur á støðina millum hvønn túr.
Túrar úr Havn norður til Eiðis
Fyrst í sekstiárunum varð oyggjarvegurin longdur niðan í Mjørkadal og víðari niðan á Sornfelli. Úr Kollfjarðadali kom eisini vegur niðan móti Hórisgøtu, men vegirnir vóru ikki samanbundnir. Mitt í sekstiárunum varð farið undir rutukoyring norður eftir Oyggjarvegnum. Ta fyrstu tíðina varð koyrt úr Havn norður til Hórisgøtu. Har mátti so skiftast í annan bil, sum stóð hinumegin.
Teir, sum áttu AUTO, stovnaðu tá P/F Oyggjarutuna, sum røkti rutuna heilt noðrur til Eiðis. Eisini høvdu teir ein bát, sum sigldi millum Hvalvík og Oyri við ferðafólki. Ein sendari varð settur upp ovast á Sornfelli, sum gjørdi tað møguligt at røkja hesa rutuna betur. Bilstøðin Bil røkti um hetta mundið rutusambandið til Vágarnar.
Tað fyrstu tíðina koyrdu 15 bilar frá støðini, seinni 17, og tá tað var upp á tað mesta, vóru út ímóti 50 bilar, sum hoyrdu til støðina. Í dag koyra umleið 30 bilar í Auto.